Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 30

Tíni kæru kunnu fáa lívið aftur!

Tíni kæru kunnu fáa lívið aftur!

Tað er so trist og tungt at missa ein kæran. Tí sigur Bíblian, at deyðin er ein fíggindi. (1. Korintbræv 15:26) Í parti 27 lærdu vit, at Jehova fer at gera enda á deyðanum. Men hvat so við teimum, sum longu eru deyð? Í hesum partinum fáa vit meira at vita um nakað fantastiskt, sum Jehova hevur lovað okkum. Hann fer at geva milliardum av menniskjum lívið aftur, og tey fáa møguleika at liva í allar ævir. Men kann tað virkuliga passa? Og fáa tey so lívið aftur í himli ella á jørðini?

1. Hvat gleðir Jehova seg til at gera fyri okkara kæru, sum eru deyð?

Jehova gleðir seg til at geva teimum deyðu lívið aftur. Job, ein trúfastur tænari hjá Gudi, var sannførdur um, at Jehova ikki fór at gloyma hann, tá ið hann var deyður. Hann segði við Jehova: ’Tú skalt rópa [tá eg eri í grøvini], og eg skal svara.’ – Les Job 14:13-15.

2. Hvussu vita vit, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur?

Tá ið Jesus var á jørðini, gav Gud honum vald til at geva deyðum lívið aftur. Hann reisti til dømis eina 12 ára gamla gentu og sonin hjá einari einkju upp frá deyðum. (Markus 5:41, 42; Lukas 7:12-15) Seinni doyði vinurin hjá Jesusi, Lazarus, og sjálvt um hann hevði verið deyður og ligið í grøvini í fýra dagar, gav Jesus honum lívið aftur. Jesus bað til Gud og segði so: „Lazarus, kom út!“ Og „tá kom hin deyði út“. Lazarus var á lívi! (Jóhannes 11:43, 44) Hugsa tær, hvussu tað man hava ávirkað familjuna og vinirnar hjá Lazarusi. Tey hava verið nakað glað!

3. Hvar fáa okkara kæru lívið aftur?

Bíblian sigur, at „uppreisn verður“, og tað merkir, at menniskju, sum eru deyð, fáa lívið aftur. (Ápostlasøgan 24:15) Tey, sum Jesus reisti upp frá deyðum, høvdu ikki verið í himli. (Jóhannes 3:13) Hann gav teimum lívið aftur her á jørðini, og tað vóru tey glað fyri. Skjótt fer Jesus at geva milliardum av menniskjum lívið aftur her á jørðini, og tey sleppa at liva í einum paradísi í allar ævir. Hann fer at reisa øll tey upp frá deyðum, sum Gud goymir í minninum, eisini tey, sum einki menniskja minnist longur. – Jóhannes 5:28, 29.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hví vit kunnu vera vís í, at tað ber til hjá Jesusi at geva menniskjum lívið aftur, og at hann fer at gera tað. Vit fáa eisini at vita, hvussu tað kann geva okkum vón og troyst.

4. Jesus hevur víst, at hann kann geva teimum deyðu lívið aftur

Hvat gjørdi Jesus, tá ið vinur hansara, Lazarus, var deyður? Les Jóhannes 11:14, 38-44, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu vita vit, at Lazarus yvirhøvur var deyður? – Hygg at ørindi 39.

  • Heldur tú, at Jesus hevði givið Lazarusi lívið aftur her á jørðini, viss hann longu var farin til himmals?

Hygg at VIDEONUM.

5. Nógv fáa lívið aftur

Les Sálm 37:29 og Matteus 5:5, og tosa um henda spurningin:

  • Hvar skulu milliardirnar av menniskjum, sum fáa lívið aftur, vera?

Tað eru ikki bara tey, sum hava tænt Jehova, sum fáa lívið aftur. Jesus fer eisini at reisa nógv onnur upp frá deyðum. Les Ápostlasøguna 24:15, og tosa um henda spurningin:

  • Hvønn vilt tú gjarna sleppa at síggja aftur?

Hugsa um hetta: Tað er líka lætt hjá Jesusi at geva deyðum lívið aftur, sum tað er hjá einum pápa at vakja barnið hjá sær

6. Tað gevur vón og troyst at vita, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur

Viss tú hevur mist ein kæran, kann tað vera ein troyst at lesa um dóttur Jairus. Les Lukas 8:40-42, 49-56.

Áðrenn Jesus reisti dóttur Jairus upp frá deyðum, segði hann við Jairus: „Óttast ikki, trúgv bert.“ (Hygg at ørindi 50.) Hvussu kann tað at vita, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur, hjálpa tær …

  • tá ið tú missir ein kæran?

  • tá ið tað er vandi fyri, at tú fert at doyggja?

Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu hevur vónin um, at Phelicity fær lívið aftur, hjálpt foreldrunum hjá henni?

NØKUR SIGA: „Vit fara til himmals, tá ið vit doyggja.“

  • Hvat heldur tú?

  • Hvat bíbliuørindi kundi tú brúkt fyri at vísa, at tey flestu av teimum deyðu fáa lívið aftur á jørðini?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Bíblian lovar, at milliardir av menniskjum skulu fáa lívið aftur. Jehova vil, at tey skulu liva aftur, og hann hevur givið Jesusi vald at reisa tey upp frá deyðum.

Greið frá

  • Hvussu vita vit, at Jehova og Jesus gleða seg til at geva teimum deyðu lívið aftur?

  • Hvar fáa milliardir av menniskjum lívið aftur – í himli ella á jørðini? Og hvussu vita vit tað?

  • Hvat sannførir teg um, at tú sleppur at síggja tíni kæru aftur?

Mál

HYGG AT HESUM

Praktisk ráð, sum kunnu hjálpa tær at takkla sorg.

„Hvat kann hjálpa teimum, sum syrgja?“ (Vaknið! nr. 3 2018)

Kann Bíblian hjálpa teimum, sum syrgja?

Tá tú missir ein kæran (5:06)

Hvussu kann mann hjálpa børnum at takkla sorg?

Loysigjaldið (2:07)

Verða nøkur reist upp til lív í himli? Hvørji fáa ikki lívið aftur?

„Hvat er uppreisnin?“ (netgrein)