Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 32

Guds ríki ræður nú!

Guds ríki ræður nú!

Guds ríki fór at ráða í himli í 1914. Og tá byrjaðu teir síðstu dagarnir, tað vil siga tann síðsta tíðin, tá ið menniskjuni hava vald á jørðini. Hvussu vita vit tað? Latið okkum kanna nakrar spennandi profetiir í Bíbliuni, sum hjálpa okkum at finna út av tí.

1. Hvat vísa profetiirnar í Bíbliuni?

Dániels bók í Bíbliuni hjálpir okkum at skilja, at Guds ríki skuldi byrja at ráða aftan á eitt tíðarskeið, sum verður rópt „sjey tíðir“. (Dániel 4:16, 17) Øldir seinni rópti Jesus hetta sama tíðarskeiðið fyri „tíð heidninganna“, og tað, hann segði, vísir, at tíðarskeiðið ikki var liðugt tá. (Lukas 21:24) Sum vit fáa at vita seinni í hesum partinum, endaðu tær sjey tíðirnar í 1914.

2. Hvat er hent í heiminum, og hvussu hava menniskju uppført seg síðani 1914?

Lærisveinarnir hjá Jesusi spurdu hann: „Hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ (Matteus 24:3) Jesus fortaldi teimum nógv um tað, sum skuldi henda í heiminum, aftan á at hann var blivin kongur í Guds ríki. Hann segði millum annað, at kríggj, hungursneyð og jarðskjálvtar skuldu vera. (Les Matteus 24:7.) Bíblian hevur eisini sagt frá, hvussu menniskjuni skuldu uppføra seg á teimum ’síðstu døgunum’, og at tað fór at gera lívið torført. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Alt hetta hevur verið serliga týðiligt síðani 1914.

3. Hví er so nógv ræðuligt hent í heiminum, síðani Guds ríki fór at ráða?

Stutt aftan á, at Jesus var blivin kongur í Guds ríki, fór hann at kríggjast ímóti Satani og teimum óndu einglunum. Satan tapti og „varð kastaður niður á jørðina, og einglar hansara vórðu kastaðir niður við honum“. (Opinberingin 12:9, 10, 12) Satan er rasandi, tí hann veit, at hann skjótt verður fyribeindur. Og hann letur sína vreiði ganga út yvir menniskjuni. Tað er grundin til, at tað hendir so nógv ræðuligt í heiminum. Men skjótt fer Guds ríki at loysa allar trupulleikar.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hví vit kunnu siga, at Guds ríki fór at ráða í 1914, og um hvussu tað eigur at ávirka okkum.

4. Bíblian hjálpir okkum at skilja, at 1914 er eitt týðandi ár

Gud læt Nebukadnezar, sum var kongur í Bábylon, fáa ein dreym, sum vísti, hvat skuldi henda í framtíðini, og hann læt Dániel forklára dreymin. Tað er týðiligt, at dreymurin bæði handlar um stjórnartíðina hjá Nebukadnezari og um Guds ríki. – Les Dániel 4:17. a

Les Dániel 4:20-26, og brúka myndirnar í rammuni „Hvat samband er millum træið í dreyminum og Guds ríki?“ tá ið tú svarar hesum spurningunum:

  • (1) Hvat sá Nebukadnezar í dreyminum? – Hygg at ørindunum 20 og 21.

  • (2) Hvat skuldi henda við trænum? – Hygg at ørindi 23.

  • (3) Hvat skuldi henda aftan á tær „sjey tíðirnar“? – Hygg at ørindi 26.

Hvat samband er millum træið í dreyminum og Guds ríki?

PROFETIIN (Dániel 4:20-36)

Kongavald

(1) Eitt stórt træ

Kongavald avbrotið

(2) „Fellið træið“ og latið ’sjey tíðir ganga’

Kongavald endurreist

(3) „Tú skalt fáa ríki títt aftur“

Fyrra uppfyllingin

  • (4) Hvat umboðaði træið? – Hygg at ørindi 22.

  • (5) Nær bleiv kongavaldið hjá honum avbrotið? – Les Dániel 4:29-33.

  • (6) Hvat hendi við Nebukadnezari aftan á tær ’sjey tíðirnar’? – Les Dániel 4:34-36.

FYRRA UPPFYLLINGIN

Kongavald

(4) Nebukadnezar, kongur í Bábylon

Kongavald avbrotið

(5) Einaferð aftan á 606 f.o.t. bleiv Nebukadnezar svakligur og fekk ikki verið kongur í sjey ár

Kongavald endurreist

(6) Nebukadnezar fekk vitið aftur og fór aftur at ráða sum kongur

Seinna uppfyllingin

  • (7) Hvat umboðaði træið? – Les 1. Krønikubók 29:23.

  • (8) Nær hildu teir uppat at ráða? Hvussu vita vit, at teir ikki ráddu, meðan Jesus var á jørðini? – Les Lukas 21:24.

  • (9) Nær og hvar bleiv kongavaldið endurreist?

SEINNA UPPFYLLINGIN

Kongavald

(7) Ísraelitiskir kongar, sum umboðaðu kongavaldið hjá Gudi

Kongavald avbrotið

(8) Jerusalem bleiv lagt í oyði, og eingin ísraelitiskur kongur var í 2.520 ár

Kongavald endurreist

(9) Jesus fór at ráða í himli sum kongur í Guds ríki

Hvussu leingi vara tær sjey tíðirnar?

Nøkur bíbliuørindi hjálpa okkum at skilja onnur bíbliuørindi. Til dømis sigur Opinberingin, at tríggjar og ein hálv tíð svara til 1.260 dagar. (Opinberingin 12:6, 14) So mugu sjey tíðir vera dupult so nógv, altso 2.520 dagar. Ein dagur í Bíbliuni kann viðhvørt merkja eitt ár. (Ezekiel 4:6) Út frá tí regluni svara tær sjey tíðirnar í Dániels bók til 2.520 ár.

5. Heimurin er broyttur síðani 1914

Jesus segði, hvussu tað fór at vera í heiminum, aftan á at hann var blivin kongur. Les Lukas 21:9-11, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat av hesum hevur tú upplivað ella hoyrt um?

Paulus segði, hvussu menniskjuni skuldu vera á síðstu døgum. Les 2. Timoteusarbræv 3:1-5, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat av hesum hevur tú lagt merki til?

6. Vís, at tú trýrt upp á, at Guds ríki ræður nú

Les Matteus 24:3, 14, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat týðandi arbeiði vísir, at Guds ríki ræður nú?

  • Hvussu kanst tú vera við í hesum arbeiðinum?

Guds ríki ræður nú, og skjótt fer tað eisini at ráða yvir allari jørðini. Les Hebrearabrævið 10:24, 25, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat mugu vit gera, nú tá ið vit vita, at „dagurin nærkast“?

Hvat hevði tú gjørt, um tú fekst okkurt at vita, sum kundi hjálpt øðrum, ella sum enntá kundi bjargað teirra lívi?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hví halda Jehova vitni, at 1914 var eitt serligt ár?“

  • Hvussu hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Profetiir í Bíbliuni og alt, sum hendir í heiminum í dag, vísir, at Guds ríki ræður nú. Tá ið vit eru við í boðanini og ganga á møti, vísa vit, at vit trúgva upp á tað.

Greið frá

  • Hvat hendi aftan á tær sjey tíðirnar, sum vit lesa um í Dániels bók?

  • Hvat sannførir teg um, at Guds ríki fór at ráða í 1914?

  • Hvussu kanst tú vísa, at tú trýrt upp á, at Guds ríki ræður nú?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat siga søgufrøðingar og onnur um, hvussu heimurin hevur broytt seg síðani 1914?

„Ein stór afturgongd á moralska økinum“ (Vaknið! apríl 2007)

 Hvussu vita vit, at tað, sum stendur í Dániel kapittul 4, handlar um Guds ríki?

„Nær fór Guds ríki at ráða? – 1. partur“ (Vakttornið 1. oktober 2014)

Hvat vísir, at tær ’sjey tíðirnar’, sum vit lesa um í Dániel kapittul 4, endaðu í 1914?

„Nær fór Guds ríki at ráða? – 2. partur“ (Vakttornið 1. november 2014)

a Sí tær  báðar síðstu greinarnar undir „Hygg at hesum“ í hesum partinum.