Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 33

Hvat fer Guds ríki at gera?

Hvat fer Guds ríki at gera?

Guds ríki ræður longu í himli, og skjótt fer tað eisini at ráða yvir jørðini og gera stórar broytingar. Latið okkum kanna nakað av tí, sum fer at henda tá.

1. Hvussu fer Guds ríki at syrgja fyri, at friður og rættvísi verður á jørðini?

Jesus, sum er kongur í Guds ríki, fer at beina fyri øllum stjórnum og óndum menniskjum í Harmageddonkrígnum. (Opinberingin 16:14, 16) Tað verður akkurát, sum Bíblian sigur: „Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til.“ (Sálmur 37:10) Jesus fer at brúka Guds ríki til at skapa frið og rættvísi á allari jørðini. – Les Esaias 11:4.

2. Hvussu fer lívið at vera, tá ið Guds vilji hendir á jørðini?

Tá ið Guds ríki ræður yvir jørðini, fara rættvís menniskju at búgva á henni í allar ævir. (Sálmur 37:29; Matteus 5:5) Hugsa tær, hvussu tað verður at liva tá! Øll menniskju eru góð við hvønn annan og elska Jehova. Eingin verður sjúkur, og øll sleppa at liva í allar ævir.

3. Hvat fer at henda, tá ið tey óndu ikki eru til longur?

Tá ið tey óndu eru burtur, fer Jesus at ráða sum kongur í 1.000 ár. Tá fara hann og tey 144.000, sum skulu ráða saman við honum, at hjálpa menniskjum at blíva fullkomin. Aftan á tey 1.000 árini verður øll jørðin eitt vakurt paradís, og øll fara at hava tað gott, tí tey fylgja lógunum hjá Jehova. Tá fer Jesus at geva faðir sínum ríkið aftur. Og Guds navn, Jehova, verður halgað sum ongantíð áður. (Matteus 6:9, 10) Til ta tíð er eingin ivi um, at Jehova er ein góður stjórnari, ið elskar tey, sum hann ræður yvir. Síðani beinir Jehova fyri Satani, teimum illu andunum og øllum øðrum, sum velja at gera uppreistur ímóti honum. (Opinberingin 20:7-10) Guds ríki fer at syrgja fyri, at alt á jørðini verður gott, og soleiðis fer tað at vera í allar ævir.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hví vit kunnu líta á, at Guds ríki fer at uppfylla alt tað, sum Bíblian lovar um framtíðina.

4. Guds ríki fer at beina fyri øllum stjórnum á jørðini

Bíblian sigur: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ (Prædikarin 8:9) Jehova fer at brúka sítt ríki til at gera alt gott aftur, sum menniskju hava oyðilagt.

Les Dániel 2:44 og 2. Tessalonikabræv 1:6-8, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat fara Jehova og Jesus at gera við allar stjórnir á jørðini og øll tey, sum stuðla teimum?

  • Hvat sannførir teg um, at tað, sum Jehova og Jesus fara at gera, verður rættvíst?

5. Jesus er tann besti kongurin

Tá ið Guds ríki ræður yvir jørðini, fer Jesus at gera alt møguligt gott fyri menniskjuni. Hygg at VIDEONUM, so sært tú, hvussu Jesus longu hevur víst, at hann gjarna vil hjálpa menniskjum, og at Gud hevur givið honum vald at gera tað.

Tá ið Jesus var á jørðini, vísti hann, hvat Guds ríki fer at gera í framtíðini. Hvørji lyfti í yvirlitinum dámar tær serliga væl? Les bíbliuørindini, sum hoyra til tey lyftini.

TÁ IÐ JESUS VAR Á JØRÐINI …

ÚR HIMLI FER JESUS AT …

6. Ein fantastisk framtíð

Tá ið Guds ríki ræður, fáa vit tað lívið, sum Jehova upprunaliga ætlaði, at vit skuldu hava. Vit fara at liva í allar ævir í einum paradísi á jørðini. Hygg at VIDEONUM, so sært tú, hvussu Jehova brúkar Jesus til at fullføra sína ætlan.

Les Sálm 145:16, og tosa um hetta:

  • Jehova fer at geva øllum tað, sum tey ynskja sær. Hvat heldur tú um tað?

NØKUR SIGA: „Vit kunnu loysa allar trupulleikar, viss bara vit samstarva.“

  • Hvørjar trupulleikar, sum menniskju ikki eru før fyri at loysa, fer Guds ríki at loysa?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Guds ríki fer at gera alla jørðina til eitt paradís, og góð menniskju, sum tæna Jehova, fara at liva har í allar ævir.

Greið frá

  • Hvussu fer Guds ríki at halga navnið hjá Jehova?

  • Hví kunnu vit líta á, at Guds ríki fer at uppfylla alt tað, sum Bíblian lovar um framtíðina?

  • Hvat av øllum tí, sum Guds ríki fer at gera, gleðir tú teg mest til?

Mál

HYGG AT HESUM

Finn út av, hvat Harmageddon er.

„Hvat er Harmageddonkríggið?“ (netgrein)

Hvat fer at henda í túsundáraríkinum, tá ið Jesus er kongur, og beint aftaná?

„Hvat fer at henda á dómadegi?“ (Vakttornið 1. september 2012)

Hygg, hvussu ein familja ímyndar sær lívið í paradísinum.

Ímynda tær, at tú ert í paradísinum (1:50)

Raudel gjørdi uppreistur ímóti politisku skipanini, men hann fekk vón um nakað betri. Les meira í greinini „Nógvir spurningar plágaðu meg“.

„Bíblian broytir lív“ (Vakttornið 1. januar 2012)