Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 37

Hvat sigur Bíblian um arbeiði og pengar?

Hvat sigur Bíblian um arbeiði og pengar?

Hevur tú nakrantíð stúrt fyri onkrum í sambandi við arbeiði ella pengar? Tað kann vera ringt at fáa endarnar at røkka saman og samstundis tæna Jehova av heilum hjarta. Men í Bíbliuni eru nógv góð ráð um sovorðið.

1. Hvat sigur Bíblian um arbeiði?

Gud vil, at vit skulu trívast í okkara arbeiði. Bíblian sigur, „at einki er menniskjanum betri enn at gleðast í arbeiði sínum“. (Prædikarin 3:22) Jehova er sera arbeiðssamur, og tað vil hann eisini, at vit skulu vera. Og tá ið vit eru tað, verða vit nøgd.

Arbeiði hevur týdning, men tað má ongantíð fáa størri týdning enn tað at tæna Gudi. (Jóhannes 6:27) Jehova lovar at geva okkum tað, sum vit hava brúk fyri, viss vit vísa, at hann er tann, sum betýðir mest í okkara lívi.

2. Hvussu stóran týdning skulu pengar hava?

Hóast Bíblian sigur, at pengar kunnu geva ein ávísan tryggleika, sigur hon eisini, at pengar ikki eru alt. (Prædikarin 7:12, Dahl/Viderø) Tí fáa vit at vita, at vit ikki skulu elska pengar, men ’vera nøgd við tað, sum vit hava’. (Les Hebrearabrævið 13:5.) Tá vit eru nøgd við tað, sum vit hava, sleppa vit undan at blíva frustrerað, tí vit alla tíðina vilja hava meira. Vit seta okkum ikki í óneyðuga skuld. (Orðtøkini 22:7) Vit sleppa undan vandunum, sum tað kann hava at spæla um pengar, og vit lata okkum ikki lokka at vinna skjótar pengar.

3. Hvussu kunnu vit brúka pengar upp á ein skilagóðan máta?

Jehova er gávumildur, og tí vil hann eisini, at vit skulu vera gávumild og geva øðrum burtur av frá okkum. (1. Timoteusarbræv 6:18) Vit kunnu brúka okkara pengar til at lata stuðul til samkomuna og til at hjálpa fólki í neyð, serliga okkara trúarfelagum. Tað er ikki so viktigt fyri Jehova, hvussu nógv vit geva, men meira hví vit geva. Tá ið vit geva av fríum vilja, verða vit glað, og tað verður Jehova eisini. – Les Ápostlasøguna 20:35.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit at vita, hví tað er so gott at hava røttu áskoðanina á arbeiði og at vera nøgdur við tað, sum mann hevur.

4. Vit kunnu æra Jehova, meðan vit eru til arbeiðis

Tá ið vit eru vinir við Jehova, hugsa vit øðrvísi um tað at arbeiða. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat dámdi tær væl av tí, sum bróðirin gjørdi á arbeiðsplássinum?

  • Hvussu syrgdi hann fyri, at arbeiðið ikki fylti for nógv?

Les Kolossebrævið 3:23, 24, og tosa um henda spurningin:

  • Hví hevur tað týdning at hava rætta hugburðin til tað at arbeiða?

Arbeiði hevur týdning, men tað má ongantíð fáa størri týdning enn tað at tæna Gudi

5. Tað er gott fyri okkum at vera nøgd

Nógv royna at tjena so nógvar pengar sum møguligt. Men tað er ikki tað, Bíblian sigur, at vit skulu gera. Les 1. Timoteusarbræv 6:6-8, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat eggja hesi ørindini okkum til?

Sjálvt um vit ikki eiga so nógv, kunnu vit hava tað gott. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hví høvdu hesi fólkini tað gott, sjálvt um tey ikki áttu so nógvar pengar?

Summi eiga nógv og vilja allíkavæl hava meira. Hvat segði Jesus um tað? Les Lukas 12:15-21, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat hevur hetta líknilsið hjá Jesusi lært teg? – Hygg at ørindi 15.

Les Orðtøkini 10:22 og 1. Timoteusarbræv 6:10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat heldur tú hevur størstan týdning – at vera vinur við Jehova ella at eiga nógvar pengar? Og hví heldur tú tað?

  • Hvørjar trupulleikar kann mann fáa, viss mann vil gera alt fyri at blíva ríkur?

6. Jehova gevur okkum tað, sum vit hava brúk fyri

Viss vit missa okkara arbeiði ella hava fíggjarligar trupulleikar, fáa vit møguleika at vísa, hvussu stórt álit vit hava á Jehova. Hygg at VIDEONUM, og finn út av, hvat vit kunnu gera, viss vit fáa sovorðnar trupulleikar. Tosa síðani um spurningarnar.

  • Hvørjar trupulleikar fekk bróðirin?

  • Hvat gjørdi hann fyri at loysa trupulleikarnar?

Les Matteus 6:25-34, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat lovar Jehova okkum, viss hann er tann, sum hevur størstan týdning í okkara lívi?

NØKUR SIGA: „Eg má arbeiða fyri at kunna taka mær av familjuni. So eg kann ikki koma á møti hvørja viku.“

  • Hvat bíbliuørindi sannførir teg um, at tað at tæna Jehova eigur at hava størri týdning enn nakað annað í lívinum?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Tað er neyðugt at arbeiða og tjena pengar, men tað má ongantíð fáa størri týdning enn tað at tæna Jehova.

Greið frá

  • Hvat kann hjálpa tær at hava røttu áskoðanina á arbeiði?

  • Hví er tað gott fyri okkum at vera nøgd?

  • Hvussu kanst tú vísa, at tú lítur á, at Jehova fer at geva tær tað, sum tú hevur brúk fyri?

Mál

HYGG AT HESUM

Sigur Bíblian, at tað er nakað galið við pengum?

„Eru pengar rótin til alt ilt?“ (netgrein)

Hvat eigur at vera motivið, tá ið vit geva øðrum nakað?

„Hvat sigur Bíblian um at geva?“ (netgrein)

Er tað óskyldigt at spæla um pengar?

„Hvat sigur Bíblian um pengaspøl?“ (Vaknið! mars 2015)

Richard plagdi at stjala og spæla um pengar. Hvat fekk hann at broyta seg?

„Eg elskaði hestar og kappríðing“ (Vakttornið 1. november 2011)