Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 40

Jehova vil, at vit skulu vera rein

Jehova vil, at vit skulu vera rein

Hugsa tær eina mammu, sum ger sonin hjá sær kláran at fara í skúla. Hon syrgir fyri, at hann verður vaskaður, og at hann fer í rein klæðir. Hetta er nakað, sum er gott fyri hann, og tað vísir, at foreldrini taka sær væl av honum. Akkurát sum foreldur gjarna vilja, at børnini skulu vera rein, vil Jehova, at vit skulu vera rein. Hann vil eisini, at vit skulu hugsa, tosa og uppføra okkum upp á ein penan máta. Tá ið vit eru rein, hava vit tað sjálvi gott, og so æra vit Jehova.

1. Hvat vil tað siga at vera reinur?

Jehova hevur sagt: „Tit skulu vera heiløg.“ (1. Pætursbræv 1:16) Viss vit skulu vera heiløg, mugu vit vera rein upp á allar mátar. Tí mugu vit vaska okkum og lata okkum í rein klæðir. Vit mugu eisini halda okkara heim reint og pent, og tað sama er galdandi, um vit eiga bil. Vit kunnu eisini hjálpa til við at vaska í ríkissalinum. Tá ið vit gera alt hetta, æra vit Jehova. – 2. Korintbræv 6:3, 4.

2. Hvørjum skulu vit halda okkum frá, viss vit skulu vera rein?

Bíblian sigur, at vit skulu „reinsa okkum frá øllum, ið ger okkum órein – á holdi og á anda“. (2. Korintbræv 7:1) Tí mugu vit halda okkum frá øllum, sum kann dálka okkara kropp og sinn. Vit vilja bara hugsa um nakað, sum gleðir Jehova, og tí gera vit okkara besta fyri at sleppa okkum av við skeivar tankar. (Sálmur 19:15) Og vit royna eisini altíð at tosa pent. – Les Kolossebrævið 3:8.

Er tað nakað annað, sum kann dálka okkara kropp og sinn? Ja, vit mugu til dømis lata vera við at roykja, snúsa ella taka rúsevnir, tí tað kann skaða kroppin hjá okkum. Viss vit halda okkum frá sovorðnum, fáa vit betri heilsu, og so vísa vit, at vit eru takksom fyri lívið. Vit royna eisini at hava reinar tankar og stríðast ímóti ringum vanum, sum til dømis at onanera ella at hyggja eftir pornografi. (Sálmur 119:37; Efesusbrævið 5:5) Tað kann vera ringt hjá summum at halda uppat við sovorðnum, men Jehova kann geva teimum ta hjálpina, tey hava brúk fyri. – Les Esaias 41:13.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hví Jehova vil, at vit skulu vera rein, og hvussu vit kunnu halda uppat at gera tað, sum Jehova ikki dámar.

3. Tað hevur týdning fyri Jehova, at vit eru rein

Tá ið vit lesa í lógini, sum Jehova gav tjóðini Ísrael, síggja vit, hvussu stóran týdning tað hevur fyri hann, at hansara tænarar eru reinir. Les 2. Mósebók 19:10 og 30:17-19, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu viktigt er tað fyri Jehova, at vit eru rein?

  • Hvat hoyrir við til vanligt reinføri?

Tað krevur eitt sindur at halda heimið og tað, sum vit eiga, reint. Men tað ber væl til, líkamikið hvar vit búgva, ella hvussu nógvar pengar vit eiga. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu kann tað ávirka tey, sum vit boða fyri, at okkara ting eru rein og í góðum standi?

4. Tað ber til at sleppa ringum vanum

Jehova kann hjálpa okkum at sleppa av við ringar vanar

Viss tú roykir ella tekur rúsevnir, so veitst tú, hvussu ringt tað kann vera at sleppa ringum vanum. Hvat kann hjálpa tær? Tú kanst hugsa um, hvussu skaðiligt tað er fyri teg. Les Matteus 22:37-39, og tosa um, hvussu tað at roykja ella taka rúsevnir ávirkar …

  • títt vinalag við Jehova

  • familju og vinir

Ger eina ætlan fyri, hvussu tú kanst sleppa einum ringum vana. a Hygg at VIDEONUM.

Les Filippibrævið 4:13, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kann tað at biðja ofta, at lesa í Bíbliuni hvønn dag og at ganga fast á møti vera ein hjálp, tá ið mann gjarna vil sleppa einum ringum vana?

5. Vit mugu stríðast ímóti skeivum tonkum og gerðum

Les Kolossebrævið 3:5, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu vita vit, at Jehova ikki dámar, at mann hyggur eftir pornografi, onanerar ella sendir boð við seksuellum innihaldi?

  • Heldur tú, at Jehova krevur for nógv, tá ið hann sigur, at vit skulu vera rein á hesum økinum? Og hví?

Hvussu kanst tú stríðast ímóti skeivum tonkum? Hygg at VIDEONUM.

Jesus brúkti eitt líknilsi, sum vísir, at vit mugu gera tað, sum er neyðugt, fyri at halda okkum rein. Les Matteus 18:8, og tosa um hetta:

  • Jesus meinti ikki, at vit skuldu skaða okkum sjálvi, men at vit viðhvørt mugu gera nakað, sum kanska virkar drastiskt. Hvat noyðast vit kanska at gera fyri ikki at hugsa um okkurt skeivt? b

Viss tú stríðist við at sleppa av við skeivar tankar, kanst tú vera vísur í, at Jehova leggur merki til tað og gleðist um tað. Les Sálm 103:13, 14, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu hesi ørindini hjálpa tær at blíva við at stríðast?

Gev ikki upp!

Tú hugsar kanska: „Nú gjørdi eg tað aftur, so eg kann líka so gott geva upp.“ Men hugsa um hetta: Fyri tað um ein, sum rennur maraton, dettur, hevur hann ikki tapt, og hann noyðist heldur ikki at fara aftur til startlinjuna og byrja umaftur. Nakað tað sama er galdandi við ringum vanum – fyri tað um tú dettur útí aftur, merkir tað ikki, at tú hevur tapt. Og tað merkir heldur ikki, at tú skalt byrja heilt umaftur. Tað er púra vanligt at detta útí aftur, tá ið mann roynir at sleppa av við ein ringan vana. So gev ikki upp! Jehova vil gjarna hjálpa tær.

NØKUR SIGA: „Eg eri avhengigur. Eg kann ikki lata vera.“

  • Hvat bíbliuørindi kanst tú brúka fyri at vísa viðkomandi, at Jehova kann hjálpa honum at sleppa av við ein ringan vana?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova dámar væl, at vit eru rein, bæði innan og uttan.

Greið frá

  • Hví er tað so viktigt at vera reinur?

  • Hvat hoyrir við til vanligt reinføri?

  • Hvussu kanst tú lata vera við at hugsa ella gera nakað, sum er skeivt?

Mál

HYGG AT HESUM

Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst leggja av at roykja.

„Hvussu leggur tú av at roykja?“ (Vaknið! mai 2010)

Hvussu ávirkar tað okkum at hyggja eftir pornografi?

„Er pornografi óskyldigt ella skaðiligt?“ (Vakttornið 1. august 2013)

Hvussu eydnaðist tað hjá einum manni, sum eitur Josef, at halda uppat at hyggja eftir pornografi?

„Tað eydnaðist mær til síðst“ (Vakttornið nr. 4 2016)

a Í greinini „Hvussu leggur tú av at roykja?“ undir „Hygg at hesum“ eru nógv góð ráð um, hvussu mann kann sleppa ringum vanum.

b Les „Hvussu kann eg halda uppat at onanera?“ í bókini Ung spyrja og fáa góð svar, bind 1, kapittul 25. Har eru nøkur uppskot um, hvussu mann kann sleppa av við tann vanan.