Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 41

Hvat sigur Bíblian um sex?

Hvat sigur Bíblian um sex?

Nógv halda, at tað er flóvisligt at tosa um sex. Men Bíblian tosar opið og virðiliga um sex. Tað, sum hon sigur, er til okkara besta. Og tað er ikki so løgið, tí tað er Jehova, sum hevur skapt okkum, og hann veit, hvat er best fyri okkum. Hann hevur fortalt okkum, hvussu vit kunnu liva upp á ein máta, sum gleðir hann, og hvat vit skulu gera fyri at fáa eitt gott lív nú og í allar ævir.

1. Hvørja áskoðan hevur Jehova á sex?

Sex er ein gáva frá Jehova. Og hann vil, at tað skal vera nakað, sum ein maður og ein kona, sum eru gift við hvørjum øðrum, kunnu gleðast um. Meiningin við sex er ikki bara, at eini hjún kunnu fáa børn saman, men tað er eisini ein máti at vísa, at tey elska hvønn annan. Bíblian sigur: „Gleð teg í konu ungdóms tíns!“ (Orðtøkini 5:18, 19) Jehova væntar, at hjún eru trúgv ímóti hvørjum øðrum, og tí eiga tey ongantíð at hava sex við nøkrum øðrum enn sínum hjúnafelaga. – Les Hebrearabrævið 13:4.

2. Hvat er seksuellur ómoralur?

Bíblian sigur, at tey, sum liva í seksuellum ómorali, ikki skulu arva Guds ríki. (1. Korintbræv 6:9, 10) Teir bíbliuskrivararnir, sum skrivaðu á grikskum, brúktu orðið porneia um seksuellan ómoral. Tað fevnir um (1) sex a millum fólk, sum ikki eru gift við hvørjum øðrum, (2) sex millum fólk av sama kyni og (3) sex við djórum. Jehova vil, at vit skulu halda okkum frá seksuellum ómorali, og tað er eisini best fyri okkum sjálvi at gera tað. – 1. Tessalonikabræv 4:3.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvussu vit kunnu halda okkum burtur frá seksuellum ómorali, og hví tað er gott fyri okkum at vera moralskt rein.

3. Vit mugu halda okkum burtur frá seksuellum ómorali

Jósef, sum var ein trúfastur tænari hjá Gudi, segði nei við eina konu, sum vildi hava sex við honum. Les 1. Mósebók 39:1-12, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hví rýmdi Jósef? – Hygg at ørindi 9.

  • Heldur tú, at Jósef gjørdi tað rætta? Hví?

Hvussu kunnu ung í dag gera sum Jósef og halda seg burtur frá seksuellum ómorali? Hygg at VIDEONUM.

Jehova vil, at øll skulu halda seg burtur frá seksuellum ómorali. Les 1. Korintbræv 6:18, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvørjar støður kunnu føra til, at mann verður freistaður at hava sex við einum, mann ikki er giftur við?

  • Hvussu kanst tú flýggja undan seksuellum ómorali?

4. Tað ber til at standa ímóti freistingum

Hví kann tað vera ringt at halda seg burtur frá seksuellum ómorali? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat gjørdi maðurin í videonum, tá ið hann uppdagaði, at hann hugsaði og gjørdi nakað, sum kundi ført til, at hann var ótrúgvur ímóti konu síni?

Sjálvt trúfastir tænarar hjá Jehova noyðast viðhvørt at stríðast fyri ikki at hugsa um nakað ómoralskt. Hvat kanst tú gera, tá ið tú fært sovorðnar tankar? Les Filippibrævið 4:8, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat eiga vit at hugsa um?

  • Hvussu kann tað at lesa í Bíbliuni og at hava nógv at gera í tænastuni fyri Jehova hjálpa okkum at standa ímóti seksuellum freistingum?

5. Tað er gott fyri okkum at fylgja normunum hjá Jehova

Jehova veit, hvat er best fyri okkum. Hann hevur fortalt okkum, hvussu vit kunnu halda okkum moralskt rein, og hví tað er so gott fyri okkum. Les Orðtøkini 7:7-27 ella hygg at VIDEONUM. Tosa síðani um spurningarnar.

  • Hvat gjørdi tann ungi maðurin, sum førdi til seksuellan ómoral? – Sí Orðtøkini 7:8, 9.

  • Sum vit síggja í Orðtøkunum 7:23, 26, kann seksuellur ómoralur fáa álvarsligar avleiðingar. Hvørjum trupulleikum sleppa vit undan, viss vit halda okkum moralskt rein?

  • Hvussu kann tað, at vit eru moralskt rein, geva okkum eitt gott lív nú og í allar ævir?

Nógv halda, at tað, sum Bíblian sigur um homoseksualitet, er fordømandi og kærleiksleyst. Men Jehova er kærleiki og vil, at øll skulu hava tað gott, ikki bara nú, men í allar ævir. Tað krevur tó, at vit fylgja hansara normum. Les 1. Korintbræv 6:9-11, og tosa um henda spurningin:

  • Eru tað bara homoseksuellar gerðir, sum Gud ikki góðtekur?

Vit mugu øll gera broytingar fyri at kunna gleða Gud. Er tað tað vert? Les Sálm 19:9, 12, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Heldur tú, at moralnormarnir hjá Jehova eru rímiligir? Hví, ella hví ikki?

Jehova hevur hjálpt nógvum at fylgja hansara moralnormum. Hann kann eisini hjálpa tær

NØKUR SIGA: „Tað er í lagi at hava sex, bara mann elskar hvønn annan.“

  • Hvat hevði tú sagt til tað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Sex er ein gáva frá Jehova, sum ein maður og ein kona, sum eru gift við hvørjum øðrum, kunnu gleðast um.

Greið frá

  • Hvat er seksuellur ómoralur?

  • Hvussu kunnu vit halda okkum burtur frá seksuellum ómorali?

  • Hví er tað gott fyri okkum at fylgja moralnormunum hjá Jehova?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat heldur Gud um, at mann býr saman uttan at vera giftur?

„Hvat sigur Bíblian um at liva saman uttan at gifta seg?“ (netgrein)

Bíblian vísir, at homoseksuellar gerðir eru skeivar. Men tað merkir ikki, at vit skulu hata tey, sum eru samkynd, ella fara illa við teimum.

„Er tað skeivt at vera samkyndur?“ (netgrein)

Hví er tað gott fyri okkum at fylgja normunum hjá Gudi um sex?

„Er oralsex veruliga sex?“ (netgrein)

Guadalupe livdi sum samkyndur. Í frásøguni „Tey vístu mær virðing“ sært tú, hvat fekk hann at broyta lívsstíl.

„Bíblian broytir lív“ (Vakttornið 1. apríl 2011)

a Hetta fevnir til dømis um samlegu, oralsex, analsex og at stimulera kynsgøgnini hjá øðrum.