Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 45

Hvat vil tað siga at vera uttanveltaður?

Hvat vil tað siga at vera uttanveltaður?

Jesus segði, at hansara lærisveinar ikki skuldu vera ein partur av heiminum. (Jóhannes 15:19) Tað merkir millum annað, at vit ikki velja síðu í politikki og kríggi. Men tað er ikki altíð so lætt at vera uttanveltaður. Fólk halda kanska, at vit eru løgin, og gera gjøldur burtur úr okkum. Hvat kann hjálpa okkum at vera uttanveltað og at vera trúføst ímóti Jehova?

1. Hvørja áskoðan eiga sonn kristin at hava á myndugleikarnar?

Vit hava virðing fyri myndugleikunum. Vit gera, sum Jesus segði, og ’geva keisaranum tað, ið keisarans er’. (Markus 12:17) Tað vil siga, at vit fylgja landsins lógum, til dømis um at betala skatt. Bíblian vísir, at stjórnir her á jørðini bara hava myndugleika at ráða, tí Jehova loyvir teimum tað. (Rómbrævið 13:1) Tað sigur okkum, at Gud hevur størri vald enn allir myndugleikar á jørðini. Tað er bara Gud og hansara ríki, sum kann loysa allar trupulleikarnar hjá menniskjunum.

2. Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru uttanveltað?

Jesus blandaði seg ikki upp í politikk, og tað gera vit heldur ikki. Einaferð tá ið fólk sóu Jesus gera eitt undur, ætlaðu tey at gera hann til kong her á jørðini. Men tað vildi hann ikki. (Jóhannes 6:15) Hví ikki? Hann forkláraði tað seinni, tá ið hann segði: „Ríki Mítt er ikki av hesum heimi.“ (Jóhannes 18:36) Vit kunnu gera sum Jesus og vera uttanveltað upp á fleiri ymiskar mátar. Til dømis fara vit ikki í kríggj. (Les Mika 4:3.) Vit hava virðing fyri tjóðarímyndum, til dømis flagginum, men vit vilja ikki vísa teimum æru, tí tað er bara Gud, sum hevur uppiborið eina sovorðna æru. (1. Jóhannesarbræv 5:21) Og vit eru hvørki fyri ella ímóti nøkrum politiskum flokki ella politikara. Tá ið vit eru uttanveltað, vísa vit, at vit bara stuðla Guds ríki.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum koma vit inn upp á, nær tað kann vera ringt hjá okkum at vera uttanveltað. Vit koma eisini inn upp á, hvussu vit kunnu taka avgerðir, sum Jehova dámar.

3. Sonn kristin eru uttanveltað

Jesus og lærisveinarnir kunnu læra okkum nógv um, hvørja áskoðan vit skulu hava á myndugleikarnar. Les Rómbrævið 13:1, 5-7 og 1. Pætursbræv 2:13, 14. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví skulu vit vísa myndugleikunum virðing?

  • Hvussu kunnu vit millum annað vísa, at vit virða og akta teir?

Fleiri lond siga seg vera uttanveltað, tá ið kríggj er, men samstundis stuðla tey kanska báðum pørtum. Hvat vil tað í veruleikanum siga at vera uttanveltaður? Les Jóhannes 17:16. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat vil tað siga at vera uttanveltaður?

Hvat skulu vit gera, viss myndugleikarnir biðja okkum gera nakað, sum stríðir ímóti Guds lóg? Les Ápostlasøguna 5:28, 29. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvørjari lóg skulu vit fylgja, viss landsins lóg stríðir ímóti Guds lóg?

  • Kanst tú koma í tankar um eitt dømi um, at ein kristin ikki skal fylgja tí, sum myndugleikarnir siga?

4. Vit mugu vera uttanveltað í tonkum og gerðum

Les 1. Jóhannesarbræv 5:21. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví vildi Ayenge ikki fara upp í ein politiskan flokk ella taka lut í einum tjóðskaparligum hátíðarhaldi?

  • Heldur tú, at hann valdi rætt?

Nær kann tað annars vera ringt at vera uttanveltaður? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvussu kunnu vit vera uttanveltað, tá ið talan er um altjóða ítróttakappingar?

  • Hvussu kunnu vit vera uttanveltað, tá ið ein politisk avgerð ávirkar okkum persónliga?

  • Hvussu kann tað, sum vit hoyra í tíðindunum, ella tey, sum vit eru saman við, gera tað verri hjá okkum at vera uttanveltað?

Nær eiga kristin at vera uttanveltað?

ONKUR SPYR KANSKA: „Hví vilt tú ikki stuðla einum politiskum flokki?“

  • Hvat hevði tú svarað?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova vitni gera alt fyri at vera politiskt uttanveltað í tonkum, orðum og gerðum.

Greið frá

  • Hvussu kunnu vit vísa, at vit virða myndugleikarnar?

  • Hví mugu vit vera uttanveltað í politikki?

  • Nær kann tað vera ringt at vera uttanveltaður?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat noyðast vit kanska at ofra fyri at vera uttanveltað?

Jehova hevur ongantíð svikið okkum (3:14)

Hvussu kunnu familjur fyrireika seg til støður, har tað kann vera ringt at vera uttanveltaður?

Ver altíð uttanveltaður (4:25)

Nógv halda, at tann størsti heiðurin, mann kann fáa, er at forsvara sítt land. Passar tað?

Hjá Gudi er alt møguligt (5:19)

Hvussu kunnu vit vísa, at vit eru uttanveltað, tá ið vit skulu velja eitt arbeiði?

„Ein og hvør skal bera sína egnu byrðu“ (Vakttornið 15. mars 2006)