Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 48

Hvussu kanst tú fáa góðar vinir?

Hvussu kanst tú fáa góðar vinir?

Tað er gott at hava góðar vinir, sum vit kunnu hava tað stuttligt saman við, og sum kunnu hjálpa okkum, tá ið vit hava tað ringt. Men Bíblian sigur, at tað ikki er líkamikið, hvørji vit velja sum okkara vinir. So hvussu kanst tú velja góðar vinir? Tað koma vit inn uppá í hesum partinum.

1. Hvussu kunnu tínir vinir ávirka teg?

Vit verða ofta sum tey, vit eru saman við. Tey, sum vit eru saman við, kunnu antin hava góða ella ringa ávirkan á okkum, líkamikið um vit eru saman fysiskt ella á netinum. Tað er, sum Bíblian sigur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára [einum, sum ikki elskar Jehova], honum gongst illa.“ (Orðtøkini 13:20) Vinir, sum elska Jehova og tæna honum, kunnu hjálpa okkum at halda okkum nær til hansara og at taka góðar avgerðir. Men viss vit eru tættir vinir við nøkur, sum ikki elska hann, kunnu tey fáa okkum at glíða burtur frá honum. Tí sigur Bíblian, at vit skulu hugsa okkum væl um, tá ið vit velja vinir. Viss vinirnir hjá okkum elska Jehova, hava teir góða ávirkan á okkum, og vit hava góða ávirkan á teir. Ja, vit kunnu styrkja og uppmuntra hvønn annan. – 1. Tessalonikabræv 5:11.

2. Hevur tað nakran týdning fyri Jehova, hvørjar vinir tú velur?

Jehova hugsar seg væl um, tá ið hann velur vinir. Hann er góður vinur við tey, sum gera tað rætta. (Orðtøkini 3:32) Hvussu hevði Jehova havt tað, viss vit valdu okkum nakrar vinir, sum ikki elska hann? So hevði hann blivið øgiliga skuffaður. (Les Jákupsbrævið 4:4.) Men hinvegin verður hann øgiliga glaður, viss vit velja góðar vinir og gera nakað fyri at fáa eitt tættari samband við hann. Tá ið vit hava vinir, sum elska Jehova, vil hann eisini hava okkum sum vinir. – Sálmur 15:1-4.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hví tað er so umráðandi at velja teir røttu vinirnar, og hvussu tú kanst fáa vinir, sum geva tær eitt betri lív.

3. Tú mást ansa eftir, hvørjum tú ert saman við

Fólk, sum ikki elska Gud og hansara normar, eru ringur felagsskapur. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu kundi tað endað við, at vit vóru nógv saman við nøkrum, sum hava ringa ávirkan á okkum?

Les 1. Korintbræv 15:33, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvørji fólk kundu verið ringur felagsskapur hjá tær? Og hví?

Les Sálm 119:63, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu veitst tú, um onkur kann blíva ein góður vinur?

Eitt rotið súrepli kann spilla øll hini. Hvussu kann ein vánaligur vinur ávirka teg?

4. Tað ber væl til at hava vinir, sum eru øðrvísi enn vit

Í Bíbliuni lesa vit um Dávid og Jónatan, sum báðir búðu í Ísrael. Stórur aldursmunur var á teimum, og teir høvdu sera ymiska bakgrund, men fyri tað vóru teir øgiliga góðir vinir. Les 1. Sámuelsbók 18:1, og tosa um henda spurningin:

  • Hví er tað gott, at vit ikki bara velja vinir, sum eru á okkara egna aldri ella hava somu bakgrund sum vit?

Les Rómbrævið 1:11, 12, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu vinir, sum elska Jehova, hjálpa hvørjum øðrum?

Legg merki til, hvussu ein ungur bróðir fekk ein vin, sum hann ikki hevði roknað við at fáa. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví vóru foreldrini í videonum stúrin um vinirnar, sum sonurin hevði í skúlanum?

  • Hví vildi hann vera vinur við teir?

  • Hvat hjálpti honum, so hann ikki longur føldi seg einsamallan?

5. Hvussu fært tú góðar vinir?

Hvussu fært tú ein góðan vin? Og hvussu kanst tú vera ein góður vinur? Hygg at VIDEONUM.

Les Orðtøkini 18:24 og 27:17, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu hjálpa góðir vinir hvørjum øðrum?

  • Hevur tú sovorðnar vinir? Um ikki, hvussu kanst tú so fáa tað?

Les Filippibrævið 2:4, og tosa um hetta:

  • Fyri at fáa góðar vinir mást tú sjálvur vera ein góður vinur. Hvussu verður tú tað?

Fyri at fáa góðar vinir mást tú vera ein góður vinur

NØKUR SIGA: „Tað er ikki so farligt, hvat okkara vinir trúgva upp á. Tað viktigasta er, at teir eru fittir.“

  • Hvat heldur tú?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova verður glaður, tá ið vit velja góðar vinir, og tað er eisini gott fyri okkum.

Greið frá

  • Hví hevur tað týdning fyri Jehova, hvørjar vinir vit velja?

  • Hvørjar vinir vilja vit ikki hava?

  • Hvussu kanst tú fáa vinir, sum hava góða ávirkan á teg?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu kunnu góðir vinir hjálpa okkum, tá ið lívið ikki er so lætt?

„Fá tær góðar vinir, áðrenn endin kemur“ (Vakttornið november 2019)

Hvat er gott at vita um vinir á netinum?

Brúka sosialu miðlarnar við skili (4:12)

Marco Antonio fekk nýggjar og betri vinir. Les meira í greinini „Eg saknaði ein pápa“.

„Bíblian broytir lív“ (Vakttornið 1. apríl 2012)