Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 49

Hvussu kunnu maður og kona hava tað gott saman?

Hvussu kunnu maður og kona hava tað gott saman?

Ein maður og ein kona, sum akkurát eru blivin gift, hopa, at tann gleðin, tey føldu á brúdleypsdegnum, fer at vara alt lívið. Og tað kann hon. Nógv, sum hava verið gift leingi og hava lagt seg eftir at fylgja ráðunum í Bíbliuni, hava tað øgiliga gott saman.

1. Hvørji ráð gevur Bíblian giftum monnum?

Jehova hevur givið manninum ábyrgdina av at syrgja fyri, at familjan hevur tað gott upp á allar mátar. (Les Efesusbrævið 5:23.) Jehova væntar, at hann tekur avgerðir, sum eru góðar fyri øll í familjuni. Bíblian sigur: „Tit menn! Elskið konur tykkara.“ (Efesusbrævið 5:25) Hvat fevnir tað um? Ein maður, sum er góður við konuna, fer væl við henni, bæði heima við hús og tá ið tey eru saman við øðrum. Hann tekur sær av henni og ger sítt besta, fyri at hon skal hava tað gott og vera glað. (1. Timoteusarbræv 5:8) Og fremst av øllum hjálpir hann henni at hava eitt gott samband við Jehova. (Matteus 4:4) Hann kann til dømis biðja og lesa í Bíbliuni saman við henni. Tá ið ein maður elskar konu sína og tekur sær av henni, kann hann eisini varðveita sítt egna góða samband við Jehova. – Les 1. Pætursbræv 3:7.

2. Hvørji ráð gevur Bíblian giftum konum?

Í Bíbliuni stendur, at ein kona „skal vísa manninum virðing“. (Efesusbrævið 5:33) Hvussu kann hon gera tað? Hon kann hugsa um hansara góðu síður og alt tað, sum hann ger fyri at taka sær av henni og børnunum. Hon kann eisini vísa honum virðing við at stuðla teimum avgerðunum, hann tekur, og tosa pent við hann og um hann. Tað má hon eisini gera, sjálvt um hann ikki tænir Jehova.

3. Hvussu kunnu maður og kona styrkja hjúnabandið?

Bíblian sigur um hjún: „Tey bæði skulu verða eitt hold.“ (Matteus 19:5) Tað vil siga, at tey mugu ansa eftir, at tey ikki vaksa frá hvørjum øðrum. Tey mugu brúka nógva tíð saman, og tey mugu fortelja hvørjum øðrum, hvat tey hugsa og føla. Tey syrgja fyri, at einki ella eingin annar enn Jehova sleppur at hava størri týdning enn hjúnafelagin. Og tey ansa væl eftir, at tey ikki fáa eitt for tætt samband við nakran annan.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum koma vit inn upp á nakrar meginreglur í Bíbliuni, sum kunnu styrkja hjúnabandið.

4. Ein maður má elska konu sína og taka sær av henni

Bíblian sigur, at menn skulu „elska konur sínar sum síni egnu likam“. (Efesusbrævið 5:28, 29) Hvat fevnir tað um? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvussu kann ein maður vísa, at hann elskar konu sína og tekur sær av henni?

Les Kolossebrævið 3:12, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kann ein maður vísa hesar eginleikarnar í hjúnabandinum?

5. Ein kona má elska mannin hjá sær og vísa honum virðing

Bíblian sigur, at ein kona skal vísa manni sínum virðing, óansæð um hann tænir Jehova ella ikki. Les 1. Pætursbræv 3:1, 2, og tosa um hetta:

  • Viss maður tín ikki tænir Jehova, hopar tú heilt sikkurt, at hann fer at gera tað. Hvat heldur tú riggar best – at tú boðar fyri honum alla tíðina, ella at tú fert væl við honum og vísir honum virðing? Og hví heldur tú tað?

Ein maður og ein kona kunnu taka góðar avgerðir saman. Men viðhvørt er konan kanska ikki samd við mannin. Tá kann hon upp á ein róligan máta fortelja honum, hvat hon hugsar, og minnast til at vísa virðing. Men hon má samstundis hava í huga, at Jehova hevur givið manninum ábyrgdina av at taka avgerðir, sum eru góðar fyri familjuna. Og tí má hon gera sítt besta fyri at stuðla teimum avgerðunum, hann tekur. Upp á tann mátan ger hon sítt til, at stemningurin í familjuni er góður. Les 1. Pætursbræv 3:3-5, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu ávirkar tað Jehova, tá ið ein kona vísir manninum virðing?

6. Tit kunnu loysa trupulleikarnar saman

Einki hjúnaband er fullkomið. Tí mugu maður og kona royna at loysa trupulleikarnar saman. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvussu sást tað, at tey vóru við at vaksa frá hvørjum øðrum?

  • Hvat gjørdu tey fyri at styrkja hjúnabandið?

Les 1. Korintbræv 10:24 og Efesusbrævið 4:32, og tosa um henda spurningin aftan á hvørt ørindi:

  • Hvussu kann tað styrkja eitt hjúnaband at fylgja hesum ráðunum?

Bíblian sigur, at vit skulu vísa hvørjum øðrum heiður, ella æru. Og tað merkir, at vit skulu vera blíð og hava virðing fyri hvørjum øðrum. Les Rómbrævið 12:10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Skalt tú bíða eftir, at hjúnafelagin tekur fyrsta stigið? Hví, ella hví ikki?

NØKUR SIGA: „Vit eru við at vaksa frá hvørjum øðrum.“

  • Hvussu hevði tú forklárað, at Bíblian kann hjálpa teimum?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Ein maður og ein kona kunnu hava tað gott saman, tá ið tey elska hvønn annan, vísa hvørjum øðrum virðing og fylgja meginreglunum í Bíbliuni.

Greið frá

  • Hvussu kann ein maður gera sítt til, at hann og konan hava tað gott saman?

  • Hvussu kann ein kona gera sítt til, at hon og maðurin hava tað gott saman?

  • Hvør meginregla í Bíbliuni kann hjálpa tær at styrkja títt hjúnaband?

Mál

HYGG AT HESUM

Her eru nøkur góð ráð um, hvussu tit kunnu hava tað gott saman í familjuni.

Tín familja kann verða lukkulig (hefti)

Í hesum videolagnum sært tú, hvussu gott tað er at fylgja ráðunum í Bíbliuni um hjúnabandið.

Við kvinnu sum tær (4:26)

Hvat vil tað siga, at ein kona skal vera manni sínum undirgivin?

„Hví skulu kvinnur vera monnum sínum undirgivnar?“ (Vakttornið 15. mai 2010)

Í Bíbliuni eru góð og praktisk ráð, sum kunnu hjálpa hjúnum.

Bíblian bjargaði okkara hjúnabandi (7:12)