Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 50

Hvussu kunnu foreldur og børn hava tað gott saman?

Hvussu kunnu foreldur og børn hava tað gott saman?

Børn eru ein gáva frá Jehova, og hann væntar, at foreldur ansa væl eftir teimum. Hann hevur givið foreldrum góð ráð, sum kunnu hjálpa teimum at gera tað. Hann hevur eisini givið børnunum góð ráð um, hvat tey kunnu gera, fyri at øll í familjuni kunnu hava tað gott.

1. Hvørji ráð gevur Jehova foreldrum?

Jehova vil, at foreldur skulu elska síni børn og vera so nógv saman við teimum sum gjørligt. Hann vil eisini, at tey skulu verja síni børn og brúka meginreglurnar í Bíbliuni, tá ið tey upplæra tey. (Orðtøkini 1:8) Hann sigur við pápar: ’Fostrið børn tykkara upp í áminning Harrans!’ (Les Efesusbrævið 6:4.) a Jehova verður glaður, viss foreldur fylgja hansara leiðbeining, tá ið tey uppala síni børn, og ikki blaka ábyrgdina frá sær.

2. Hvørji ráð gevur Jehova børnum?

Jehova sigur við børn: „Aktið foreldur tykkara.“ (Les Kolossebrævið 3:20.) Tá ið børn akta foreldrini og vísa teimum virðing, gleðir tað bæði Jehova og foreldrini. (Orðtøkini 23:22-25) Børn kunnu læra nógv av Jesusi. Tá ið hann var lítil, aktaði hann síni ófullkomnu foreldur og vísti teimum virðing, sjálvt um hann sjálvur var fullkomin. – Lukas 2:51, 52.

3. Hvussu kunnu tit sum familja styrkja tykkara samband við Jehova?

Viss tú eigur børn, vilt tú heilt sikkurt, at tey skulu elska Jehova líka nógv sum tú. Hvussu kanst tú hjálpa teimum at gera tað? Bíblian gevur hesi góðu ráðini: „Tú skalt prenta [Guds orð] inn í børn tíni við at tosa um tey, bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum.“ (5. Mósebók 6:7) Hvussu prentar mann nakað inn í børnini? Tað ger mann við at endurtaka tað. Tú hevur sikkurt uppdagað, at tú ofta noyðist at siga tað sama umaftur og umaftur fyri at fáa børnini at minnast tað. So ørindið vísir, at tú mást royna at práta regluliga við børnini um Jehova. Tað er gott at seta tíð av hvørja viku til at kanna Bíbliuna saman sum familja. Og tað er eisini gott at gera tað, sjálvt um mann ikki eigur børn.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hvat tú kanst gera, so øll í familjuni kunnu vera glað og føla seg trygg.

4. Foreldur mugu vísa børnunum kærleika

Tað er ikki altíð so lætt at uppala børn. Men hvussu kann Bíblian hjálpa foreldrum? Les Jákupsbrævið 1:19, 20, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu kunnu foreldur vísa, at tey eru góð við børnini, tá ið tey tosa við tey?

  • Hví mugu foreldur ongantíð vera ill, tá ið tey rættleiða børnini?

5. Foreldur mugu verja børnini

Tað hevur alstóran týdning at tosa við børnini um sex. Tað er kanska ikki so lætt, men tað kann verja tey. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví halda summi foreldur, at tað er ringt at tosa við børnini um sex?

  • Hvat hava nøkur foreldur gjørt fyri at læra børnini um sex?

Bíblian sigur, at Satan stýrir heiminum, og heimurin verður bara meira og meira óndur. Les 2. Timoteusarbræv 3:1, 13, og tosa um hetta:

  • Nøkur av teimum óndu menniskjunum, sum verða nevnd í ørindi 13, misnýta børn kynsliga. So hví er tað viktigt, at foreldur tosa við børnini um sex og um, hvussu tey kunnu verja seg ímóti kynsligum ágangi?

Visti tú?

Jehova vitni hava givið nógv tilfar út, sum kann hjálpa foreldrum at tosa við børnini um sex og at verja tey ímóti kynsligum ágangi. Her eru nøkur dømi:

6. Børn mugu vísa foreldrunum virðing

Børn og ung kunnu vísa foreldrunum virðing við at tosa pent við tey. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví er tað gott, at børn og ung vísa virðing, tá ið tey tosa við foreldrini?

  • Hvussu kunnu tey gera tað?

Les Orðtøkini 1:8, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu skulu børn og ung reagera, tá ið foreldrini siga, hvat tey skulu gera?

7. Tit mugu kanna Bíbliuna saman sum familja

Familjur, sum eru Jehova vitni, seta tíð av hvørja viku til at kanna Bíbliuna saman. Hvussu kann ein familjulestur ganga fyri seg? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat kann mann gera fyri at hava familjulestur hvørja viku?

  • Hvussu kunnu foreldur gera familjulesturin stuttligan og læruríkan? – Hygg at fyrstu myndini í hesum partinum.

  • Hvat kann gera tað ringt hjá tykkum at kanna Bíbliuna saman sum familja?

Jehova væntaði, at familjurnar í gamla Ísrael ofta tosaðu saman um hansara orð. Les 5. Mósebók 6:6, 7, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu tit sum familja fylgja hesum?

Hugskot til familjulesturin:

  • Tit kunnu fyrireika tykkum til møtini

  • Tit kunnu lesa og tosa um eina frásøgu í Bíbliuni, sum børnunum dámar

  • Viss tit eiga smá børn, kunnu tit taka eina uppgávu til børn niður frá jw.org ella prenta hana

  • Viss tit hava tannáringar, kunnu tit tosa um eina grein til tannáringar, sum er á jw.org

  • Tit kunnu gera ein bíbilskan sjónleik saman við børnunum

  • Tit kunnu hyggja at einum video á jw.org og tosa um tað

NØKUR SIGA: „Tað er alt for ringt hjá børnum at skilja Bíbliuna.“

  • Hvat heldur tú?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova vil, at foreldur skulu elska, upplæra og verja síni børn, og at børnini skulu akta foreldrini og vísa teimum virðing. Hann vil eisini, at mann skal kanna Bíbliuna saman sum familja.

Greið frá

  • Hvussu kunnu foreldur upplæra og verja síni børn?

  • Hvussu kunnu børn vísa foreldrunum virðing?

  • Hví er tað so gott at seta tíð av hvørja viku til at kanna Bíbliuna saman sum familja?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat mugu børn læra, áðrenn tey verða vaksin?

„Seks ting, sum børn mugu læra“ (Vaknið nr. 2 2019)

Góð ráð til vaksin børn, sum taka sær av foreldrunum.

„Hvat sigur Bíblian um at taka sær av gomlum foreldrum?“ (netgrein)

Abilio visti ikki, hvussu mann skuldi uppala børn, men fyri tað bleiv hann ein góður pápi.

Jehova lærdi okkum at uppala børnini (5:58)

a Í Bíbliuni sipar „tykt“ til at undirvísa, vegleiða og rættleiða. Tað merkir ongantíð, at mann skal gera tað upp á ein harðan ella óreinan máta.