Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 51

Hvussu vil Jehova, at vit skulu tosa við hvønn annan?

Hvussu vil Jehova, at vit skulu tosa við hvønn annan?

Tá ið Jehova skapti okkum, gav hann okkum eina fantastiska gávu, nemliga talugávuna. Hevur tað nakran týdning fyri hann, hvussu vit brúka hesa gávuna? Ja, avgjørt! (Les Jákupsbrævið 1:26.) So hvussu kunnu vit tosa upp á ein máta, sum gleðir Jehova?

1. Hvat skulu vit hugsa um, tá ið vit tosa við onnur?

Sambært Bíbliuni eiga vit at uppmuntra hvønn annan. (1. Tessalonikabræv 5:11) Veitst tú um nøkur, sum hava brúk fyri uppmuntring? Hvat kanst tú gera, fyri at tey kunnu fáa tað betri? Tú kanst siga við tey, at tú ert góður við tey, og eisini, hví tú ert góður við tey. Kanst tú koma í tankar um okkurt ørindi í Bíbliuni, sum kann uppmuntra tey? Har er nokk at velja í. Tað er eisini gott at minnast til, at tað ikki bara er tað, tú sigur, sum kann ávirka onnur, men eisini hvussu tú sigur tað. Tí mást tú altíð royna at vera blíður og mildur. – Orðtøkini 15:1.

2. Hvat skulu vit ikki gera, tá ið vit tosa við onnur?

Bíblian sigur: „Eingin ólíklig [ella rotin] tala komi tykkum av munni.“ (Les Efesusbrævið 4:29.) Tað vil siga, at vit ikki mugu banna, tosa ljótt ella siga nakað óreint fyri at særa onnur. Vit mugu heldur ikki slatra um onnur ella baktala tey. – Les Orðtøkini 16:28.

3. Hvat kann hjálpa okkum at tosa uppmuntrandi við onnur?

Tað, sum vit tosa um, er ofta nakað, vit hugsa nógv um. (Lukas 6:45) Tí mugu vit læra okkum at hugsa um nakað, sum er positivt, reint, vert at elska og vert at rósa fyri. (Filippibrævið 4:8) Fyri at kunna tað mugu vit velja undirhald og vinir, sum hava góða ávirkan á okkum. (Orðtøkini 13:20) Tað er eisini gott, at vit hugsa okkum um, áðrenn vit siga nakað. Vit mugu hugsa um, hvussu tað, vit siga, kann ávirka onnur. Bíblian sigur: „Mong tala orð, ið stinga sum svørð, men tunga hinna vísu er heilsubót.“Orðtøkini 12:18.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fáa vit meira at vita um, hvussu vit kunnu tosa upp á ein máta, sum gleðir Jehova og uppmuntrar onnur.

4. Vit mugu hugsa okkum um, áðrenn vit siga nakað

Vit koma øll av og á til at siga okkurt, sum vit angra. (Jákupsbrævið 3:2) Les Galatiabrævið 5:22, 23, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvørjir av hesum eginleikunum kunnu hjálpa tær at hava tamarhald á tí, sum tú sigur? Hvussu heldur tú, at teir eginleikarnir kunnu hjálpa tær?

Les 1. Korintbræv 15:33, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu vinir og undirhald ávirka tann mátan, tú tosar upp á?

Les Prædikaran 3:1, 7, og tosa um henda spurningin:

  • Nær kann tað vera gott at tiga ella bíða við at siga nakað?

5. Vit mugu tosa pent um onnur

Hvat mugu vit gera, so vit ikki koma til at særa ella fornerma onnur? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hví vildi maðurin í videonum broyta sín máta at tosa upp á?

  • Hvussu gjørdi hann tað?

Les Prædikaran 7:16, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat mugu vit minnast til, tá ið vit føla okkum freistað at siga nakað negativt um onnur?

Les Prædikaran 7:21, 22, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu hesi ørindini hjálpa tær, so tú ikki tekur tað illa upp, viss onkur sigur nakað negativt um teg?

6. Vit mugu vera blíð, tá ið vit tosa við okkara nærmastu

Jehova vil, at vit skulu vera blíð og tosa pent við hvønn annan í familjuni. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat kann hjálpa tær at vera blíður, tá ið tú tosar við tíni nærmastu?

Les Efesusbrævið 4:31, 32, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kunnu vit tosa saman í familjuni, so øll føla seg væl?

Jehova fortaldi Jesusi, at hann var góður við hann. Les Matteus 17:5, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu kanst tú gera sum Jehova, tá ið tú tosar við tíni nærmastu?

Tað er gott at rósa ofta

NØKUR SIGA: „Eg sigi akkurát tað, sum eg havi hug til, og viss onnur ikki dáma tað, so mugu tey um tað.“

  • Hevur tú tað eisini soleiðis? Hví, ella hví ikki?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Tað, sum vit siga, ávirkar onnur. Tí mugu vit ansa væl eftir, hvat vit siga, nær vit siga tað, og hvussu vit siga tað.

Greið frá

  • Hvat kanst tú siga fyri at uppmuntra onnur?

  • Hvat skulu vit ikki gera, tá ið vit tosa við onnur?

  • Hvat kann hjálpa okkum, so vit altíð eru blíð og tosa pent?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvat kann hjálpa okkum at tosa upp á ein uppmuntrandi máta?

„Tunga hinna vísu er heilsubót“ (8:04)

Hvussu kanst tú halda uppat at tosa ljótt?

„Er tað so farligt, um mann bannar?“ (netgrein)

Hvat kann hjálpa okkum at lata vera við at slatra?

Hvussu kann mann steðga slatri? (2:36)

Hvussu hjálpti Jehova einum manni, sum eitur Allan, at halda uppat at banna?

„Eg fór av álvara at hugsa um, hvat eg ætlaði við mínum lívi“ (Vakttornið 1. august 2013)