Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 54

Hvønn leiklut hevur tann „trúgvi og skilagóði tænarin“?

Hvønn leiklut hevur tann „trúgvi og skilagóði tænarin“?

Tað er Jesus, sum leiðir samkomuna. (Efesusbrævið 5:23) Jesus er í himli, men hann brúkar tann ’trúgva og skilagóða tænaran’ til at leiða Guds fólk á jørðini. (Les Matteus 24:45.) Jesus hevur útnevnt henda tænaran og givið honum myndugleika til at taka ávísar avgerðir. Men tænarin skal kortini fylgja tí, sum Jesus sigur, og taka sær av hansara brøðrum her á jørðini. Hvør er hesin tænarin? Og hvussu tekur hann sær av okkum?

1. Hvør er tann „trúgvi og skilagóði tænarin“?

Jehova hevur altíð brúkt ein mann ella ein lítlan bólk av monnum til at geva sínum fólki leiðbeining. (Malakias 2:7; Hebrearabrævið 1:1) Aftan á at Jesus var deyður, vóru tað ápostlarnir og teir elstu í Jerusalem, sum gjørdu tað. (Ápostlasøgan 15:2) Í dag er tað eisini ein lítil bólkur av elstum, sum hevur fingið ta ábyrgd at býta andaliga matin út og at leiða boðanararbeiðið. Teir verða róptir stýrandi ráðið hjá Jehova vitnum. Og stýrandi ráðið er tann „trúgvi og skilagóði tænarin“, sum Jesus hevur útnevnt. (Matteus 24:45a) Allir limirnir í stýrandi ráðnum eru salvaðir og hava vón um at ráða saman við Jesusi í himli, tá ið lívið hjá teimum á jørðini er av.

2. Hvørja andaliga føði gevur tann „trúgvi og skilagóði tænarin“ okkum, og hvussu?

Jesus segði, at tann „trúgvi og skilagóði tænarin“ skuldi geva sínum trúarfelagum „at eta í rættari tíð“. (Matteus 24:45b) Vanligur matur gevur okkum orku og heldur okkum sunn og frísk. Og andaligur matur – tað vil siga leiðbeiningin í Bíbliuni – gevur okkum styrki til at vera trúføst móti Jehova og at gera tað arbeiðið, sum Jesus hevur givið okkum. (1. Timoteusarbræv 4:6) Vit fáa andaligan mat á møtum og stevnum, men vit fáa hann eisini í lesnaði og videoum, sum hjálpa okkum at fáa eitt tættari samband við Jehova og at skilja, hvat hann vil hava okkum at gera.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna, hví vit hava brúk fyri ’trúgva og skilagóða tænaranum’, altso stýrandi ráðnum.

Stýrandi ráðið syrgir fyri, at Jehova vitni um allan heimin fáa andaligan mat, leiðbeining og praktiska hjálp

3. Jehova vil, at hansara fólk skal vera skipað

Jesus leiðir brøðurnar í stýrandi ráðnum, tá ið teir samskipa virksemið hjá Jehova vitnum. Og hann leiddi tey fyrstu kristnu á líknandi hátt. Hygg at VIDEONUM.

Les 1. Korintbræv 14:33, 40, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu vísa hesi ørindini, at Jehova vil, at hansara fólk skal vera skipað?

4. Tann „trúgvi og skilagóði tænarin“ leiðir boðanararbeiðið

Tað, sum hevði størstan týdning fyri tey fyrstu kristnu, var at boða gleðiboðskapin. Les Ápostlasøguna 8:14, 25, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvør leiddi boðanararbeiðið í fyrstu øld?

  • Hvussu reageraðu Pætur og Jóhannes upp á tað, sum teir fingu at vita frá hinum ápostlunum?

Tann týdningarmesta uppgávan hjá stýrandi ráðnum í dag er at leiða boðanararbeiðið. Hygg at VIDEONUM.

Jesus legði dent á, hvussu stóran týdning boðanararbeiðið hevur. Les Markus 13:10, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hví hevur boðanararbeiðið so stóran týdning fyri stýrandi ráðið?

  • Hví hava vit brúk fyri, at tann „trúgvi og skilagóði tænarin“ samskipar hetta risastóra arbeiðið?

5. Vit fáa leiðbeining frá ’trúgva og skilagóða tænaranum’

Stýrandi ráðið gevur Jehova vitnum um allan heimin leiðbeining. Hvussu gera brøðurnir í stýrandi ráðnum av, hvørja leiðbeining teir skulu geva? Vit kunnu vita, hvat stýrandi ráðið í fyrstu øld gjørdi. Les Ápostlasøguna 15:1, 2, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvat vóru nøkur av teimum fyrstu kristnu ósamd um?

  • Hvønn vendu Paulus, Barnabas og hinir sær til fyri at fáa málið loyst?

Les Ápostlasøguna 15:12-18, 23-29, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat gjørdu teir í stýrandi ráðnum fyri at fáa leiðbeining frá Jehova, áðrenn teir tóku eina avgerð? – Sí ørindini 12, 15, og 28.

Les Ápostlasøguna 15:30, 31 og 16:4, 5, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu reageraðu tey fyrstu kristnu upp á ta leiðbeiningina, sum tey fingu frá stýrandi ráðnum?

  • Hvussu vísti Jehova, at hann var glaður fyri, at tey fylgdu leiðbeiningini?

Les 2. Timoteusarbræv 3:16 og Jákupsbrævið 1:5, og tosa um henda spurningin:

  • Hvat gera teir í stýrandi ráðnum í dag, áðrenn teir skulu taka avgerðir?

NØKUR SIGA: „Tað eru bara nakrir menn, sum sita og stýra tykkum.“

  • Hvat sannførir teg um, at tað er Jesus, sum leiðir stýrandi ráðið?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Stýrandi ráðið er tann „trúgvi og skilagóði tænarin“, sum Jesus hevur útnevnt. Hesin tænarin gevur Jehova vitnum í øllum heiminum andaligan mat og leiðbeining.

Greið frá

  • Hvør hevur útnevnt tann ’trúgva og skilagóða tænaran’?

  • Hvussu tekur stýrandi ráðið sær av okkum?

  • Trýrt tú upp á, at stýrandi ráðið er tann „trúgvi og skilagóði tænarin“?

Mál

HYGG AT HESUM

Hvussu syrgir stýrandi ráðið fyri, at tað tilfarið, vit fáa, er álítandi?

Nágreiniligt tilfar verður framleitt (17:18)

Hvussu síggja brøðurnir í stýrandi ráðnum upp á uppgávuna, sum Jesus hevur givið teimum?

Ein dýrabarur framíhjárættur (7:04)

Hvussu vísa okkara møtir og stevnur, at Jehova leiðir stýrandi ráðið?

Jehova undirvísir sínum fólki (9:39)