Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 59

Tað ber til at klára mótstøðu og forfylging

Tað ber til at klára mótstøðu og forfylging

Fyrr ella seinni fara øll, sum tæna Jehova, at fáa mótstøðu ella enntá blíva forfylgd. Er tað nakað, sum skal gera okkum bangin?

1. Hví vænta vit at verða forfylgd?

Bíblian sigur bart út: „Øll, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøkt.“ (2. Timoteusarbræv 3:12) Jesus bleiv forfylgdur, tí hann ikki var ein partur av heiminum. Vit eru heldur ikki ein partur av heiminum, og tí kemur tað ikki óvart á okkum, at myndugleikar ella átrúnaðir í hesum heimi forfylgja okkum. – Jóhannes 15:18, 19.

2. Hvussu kunnu vit fyrireika okkum upp á forfylging?

Vit mugu styrkja okkara álit á Jehova nú. Vit mugu biðja til hansara og lesa í Bíbliuni hvønn dag. Tað er eisini umráðandi at ganga fast á møti. Viss vit gera tað, kann tað hjálpa okkum at vera djørv, tá ið vit uppliva mótstøðu og forfylging, sjálvt um tað kemur frá onkrum í familjuni. Paulus, sum ofta bleiv forfylgdur, segði: „Harrin er hjálpari mín, eg skal ikki óttast.“Hebrearabrævið 13:6.

Eitt annað, sum hjálpir okkum at blíva meira djørv, er at ganga nógv í boðanini. Boðanin hjálpir okkum at líta á Jehova og ikki hugsa so nógv um, hvat onnur halda. (Orðtøkini 29:25) Viss tú torir væl at boða nú, verður tað lættari hjá tær at halda fram, viss myndugleikarnir royna at fáa okkum at halda uppat at boða. – 1. Tessalonikabræv 2:2.

3. Hvat gott kemur burturúr, tá ið vit klára forfylging?

Tað er sjálvandi einki stuttligt at blíva forfylgdur, men viss vit klára at halda út, kann tað hava nógv gott við sær. Vit fáa til dømis sterkari trúgv, og vit fáa eitt tættari samband við Jehova, tí vit síggja, hvussu hann hjálpir okkum, tá ið vit føla, at vit ikki orka meir. (Les Jákupsbrævið 1:2-4.) Jehova verður sjálvandi keddur, tá ið vit ikki hava tað gott, men tað gleðir hann at síggja, at vit halda út. Bíblian vísir, at hann leggur merki til tað, tá ið vit „gera hitt góða og tó líða ilt“. (1. Pætursbræv 2:20) Viss vit eru trúføst, fer Jehova at geva okkum ævigt lív í tí nýggja heiminum. Tá verður eingin forfylging, tí øll, sum eru har, tæna Jehova. – Matteus 24:13.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum koma vit inn upp á, hvussu vit kunnu vera trúføst móti Jehova, sjálvt um vit fáa mótstøðu ella verða forfylgd, og hvussu hann fer at signa okkum.

4. Viss tú fært mótstøðu frá familjuni

Jesus visti væl, at nøkur av teimum, sum velja at tæna Jehova, fara at fáa mótstøðu frá familjuni. Les Matteus 10:34-36, og tosa um henda spurningin:

  • Hvussu fer onkur í familjuni kanska at reagera, tá ið mann velur at tæna Jehova?

Hygg at VIDEONUM, og hoyr um nøkur, sum fingu mótstøðu frá familjuni. Tosa síðani um spurningin.

  • Hvat hevði tú gjørt, viss onkur í familjuni ella ein vinur royndi at fáa teg at halda uppat at tæna Jehova?

Les Sálm 27:10 og Markus 10:29, 30, og tosa um henda spurningin aftan á hvørt ørindi:

  • Hvussu kann hetta lyftið hjálpa tær, viss tú fært mótstøðu frá familju ella vinum?

5. Tú mást halda fram at tæna Jehova hóast forfylging

Tað krevur dirvi at tæna Jehova, tá ið onnur royna at forða okkum í tí. Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningin.

  • Hvat heldur tú var uppmuntrandi í videonum?

Les Ápostlasøguna 5:27-29 og Hebrearabrævið 10:24, 25, og tosa um henda spurningin aftan á hvørt ørindi:

  • Hví er tað so viktigt, at vit halda fram at tæna Jehova, sjálvt um myndugleikarnir siga, at vit ikki mugu boða ella hava møtir?

6. Jehova hjálpir tær at halda út

Jehova vitni í øllum heiminum, bæði ung og gomul, hava verið trúføst móti Jehova, sjálvt um tey eru blivin forfylgd. Hygg at VIDEONUM, og hoyr, hvat hevur hjálpt nøkrum av teimum. Tosa síðani um spurningin.

  • Hvat hjálpti okkara brøðrum og systrum at halda út?

Les Rómbrævið 8:35, 37-39 og Filippibrævið 4:13, og tosa um henda spurningin aftan á hvørt ørindi:

  • Hvussu vísir hetta, at tað ber til at klára allar royndir?

Les Matteus 5:10-12, og tosa um henda spurningin:

  • Hví kanst tú vera glaður, sjálvt um tú verður forfylgdur?

Milliónir av Jehova vitnum hava klárað mótstøðu og forfylging. Tað klárar tú eisini!

NØKUR SIGA: „Eg fari aldrin at klára at blíva forfylgdur.“

  • Hvørji bíbliuørindi kunnu hjálpa teimum, sum hava tað so?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Jehova verður glaður, tá ið vit halda fram at tæna honum hóast mótstøðu og forfylging. Tað ber til at klára tað við hansara hjálp.

Greið frá

  • Hví kunnu vit vænta at verða forfylgd?

  • Hvussu kanst tú fyrireika teg upp á forfylging?

  • Hvat kann hjálpa tær at líta á, at tað ber til at tæna Jehova, líkamikið hvat hendir?

Mál

HYGG AT HESUM

Ein ungur bróðir fortelur, hvussu Jehova hjálpti honum at halda út, tá ið hann sat í fongsli fyri sína trúgv.

Hann helt út undir forfylging (2:34)

Eini hjún, sum eita Stephanos og Leteberhan, hava tænt Jehova í nógv ár hóast forfylging. Hvat hevur hjálpt teimum?

At tæna Jehova, tá ið tíðirnar broytast (7:11)

Hvat kann hjálpa tær at tora at forsvara tína trúgv, tá ið tú verður forfylgdur?

„Fyrireika teg nú til at klára forfylging“ (Vakttornið juli 2019)

Hvat kunnu vit gera, viss vit fáa mótstøðu frá onkrum í familjuni?

„Sannleikin ’kemur ikki við friði, men við svørði’“ (Vakttornið oktober 2017)