Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Eri eg klárur?

Eri eg klárur?

Eri eg klárur at boða saman við samkomuni?

Tú kanst blíva ódoyptur boðari, viss …

  • tú lesur og kannar Bíbliuna, biður til Jehova og gongur fast á møtini.

  • tær dámar tað, sum tú hevur lært, og hevur hug at fortelja øðrum um tað.

  • tú elskar Jehova og fært tær vinir, sum eisini elska hann.

  • tú hevur meldað teg úr politiskum og átrúnaðarligum felagsskapum.

  • tú livir eftir normunum, sum Jehova ásetir, og gjarna vilt vera eitt Jehova vitni.

Viss tú følir, at tú ert klárur at boða saman við samkomuni, kann tann, sum kannar Bíbliuna saman við tær, skipa fyri, at tú kanst práta við teir elstu um tað.

Eri eg klárur at blíva doyptur?

Tú kanst blíva doyptur, viss …

  • tú ert ódoyptur boðari.

  • tú ert so nógv við í boðanini sum møguligt hvønn mánað.

  • tú lítur á ’trúgva og skilagóða tænaran’ og fylgir leiðbeiningini frá honum. – Matteus 24:45-47.

  • tú hevur vígt títt lív til Jehova í bøn og vilt tæna honum í allar ævir.

Viss tú følir, at tú ert klárur at blíva doyptur, kann tann, sum kannar Bíbliuna saman við tær, skipa fyri, at tú kanst práta við teir elstu um tað.