Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SANGUR NR. 152

Eitt stað, sum ber tær prís

Eitt stað, sum ber tær prís

(1. Kongabók 8:27; 1. Krønikubók 29:14)

  1.  Vit prísa tær, stóri Jehova,

    tú størri enn himmalin er,

    eingin bygningur kann rúma tær,

    men tín andi kann virka her.

    Sum fólk títt vit nú kunnu ganga

    á møti eitt prýðiligt stað,

    har vit saman kunnu tæna tær,

    gera alt, sum tú okkum bað.

    (BRÚGV)

    Alt er gáva frá tær,

    tað, vit eiga og hava.

    Alt, sum vit hava givið,

    kom jú úr tíni hond.

    (NIÐURLAG)

    Vit takka tær, góði Jehova,

    í sangi vit prísa tær glað.

    Tað, vit ynsktu okkum, fingu vit

    – alla æru fært tú í dag.

  2.  Jehova, vit reistu við gleði

    ein bygning, sum ærir títt navn,

    og her eiga vit, sum tæna tær,

    eina góða og trygga havn.

    Gud, lat henda bygningin tæna

    tí ætlan, sum tú hevur lagt,

    so vit íðin kunnu vitna um

    tína góðsku og stóru makt.

    (BRÚGV)

    Ja, vit geva tær alt,

    bæði orku og ognir.

    Tú ert verdur tað besta,

    tú eigur alla dýrd.

    (NIÐURLAG)

    Vit takka tær, góði Jehova,

    í sangi vit prísa tær glað.

    Tað, vit ynsktu okkum, fingu vit

    – alla æru fært tú í dag.