Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 4

Ver eyðmjúkur

Ver eyðmjúkur

Meginregla: ’Roknið í eyðmjúkleika hvørt annað hægri enn tykkum sjálv.’ – Fil. 2:3.

Hvat gjørdi Paulus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 26:2, 3, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvussu vísti Paulus eyðmjúkleika, tá ið hann tosaði við Agrippa kong?

  2.   Hvussu fokuseraði Paulus upp á Jehova og Skriftirnar heldur enn upp á seg sjálvan? – Sí Ápostlasøguna 26:22.

Hvat lærir Paulus okkum?

2. Okkara boðskapur er meira tiltalandi, tá ið vit eru eyðmjúk og vísa virðing.

Ger sum Paulus

3. Tosa ikki niðursetandi. Ansa eftir, at tú ikki fært tann, sum tú tosar við, at føla, at tú veitst alt, og at hann einki veit. Vís altíð virðing.

4. Ger tað greitt, at tað, sum tú sigur, er grundað á Bíbliuna. Guds orð kann ávirka tankar og kenslur. Tá ið vit brúka Bíbliuna, hjálpa vit fólki at grunda sína trúgv á tað, sum stendur í henni.

5. Ver blíður og mildur. Tú mást ikki halda upp á, at tú hevur rætt. Vit vilja ikki trætast við fólk. Eyðmjúkleiki hjálpir okkum at vera rólig og vita, nær tað er tíð at fara. (Orðt. 17:14; Tit. 3:2) Tá ið vit eru blíð og mild, kann tað vera, at viðkomandi hevur hug at práta eina aðru ferð.