Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

BYRJA EITT PRÁT

PARTUR 5

Ver fólkaligur

Ver fólkaligur

Meginregla: „Tala tykkara veri altíð dámlig.“ – Kol. 4:6.

Hvat gjørdi Paulus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Ápostlasøguna 17:22, 23, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hvussu dámdi Paulusi at síggja følsku tilbiðingina, sum fór fram í Athen? – Sí Ápostlasøguna 17:16.

  2.   Hvussu vísti Paulus, at hann var fólkaligur, tá ið hann boðaði fyri fólki í Athen?

Hvat lærir Paulus okkum?

2. Tað er meira sannlíkt, at fólk vilja lurta eftir okkum, viss vit hugsa gjølla um, hvat vit ætla at siga, og eisini hvussu og nær vit siga tað.

Ger sum Paulus

3. Vel tey røttu orðini. Viss tú til dømis tosar við ein, sum ikki er kristin, noyðist tú kanska at brúka nøkur onnur orð, enn tú plagar, tá ið tú tosar um Bíbliuna ella Jesus.

4. Ver ikki skjótur at rætta fólk. Lat tey siga sína meining. Viss tey siga okkurt, sum stríðir ímóti Bíbliuni, mást tú standa ímóti freistingini at siga teimum ímóti. (Ják. 1:19) Tá ið tú lurtar eftir tí, sum tey siga, fært tú nakað at vita um, hvat tey trúgva upp á, og hví tey trúgva upp á tað. – Orðt. 20:5.

5. Tá ið tað ber til, kanst tú vísa, at tú ert samdur og rósa viðkomandi. Hann trýr kanska fult og fast upp á, at tað, sum hann hevur lært, er rætt. Royn at finna okkurt, sum tit eru samdir um. Aftan á tað kanst tú so líðandi hjálpa honum at skilja, hvat Bíblian lærir.