Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

GER LÆRISVEINAR

PARTUR 10

Føl ábyrgd

Føl ábyrgd

Meginregla: „Sýt ikki teimum hjálp, sum hava hana fyri neyðini – so satt sum tú ert mentur at lata hana!“ – Orðt. 3:27.

Hvat gjørdi Jesus?

1. Hygg at VIDEONUM, ella les Jóhannes 3:1, 2, og hugsa um hesar spurningarnar:

  1.    Hví fór Nikodemus helst til Jesus um náttina? – Sí Jóhannes 12:42, 43.

  2.   Hvussu vísti Jesus, at hann tók sína ábyrgd at gera lærisveinar í álvara?

Hvat lærir Jesus okkum?

2. Vit vísa, at vit elska menniskju, tá ið vit taka okkara ábyrgd at gera lærisveinar í álvara.

Ger sum Jesus

3. Lat næmingin velja, nær og hvar tit studera. Kanska liggur tað best fyri ein ávísan dag ella eina ávísa tíð á degnum. Hevði honum dámt best, at tit studera á arbeiðsplássinum, heima ella eitt alment stað? Viss tað yvirhøvur ber til, mást tú royna at laga teg eftir tí, sum passar honum best.

4. Studera regluliga. Viss okkurt kemur fyri hjá tær, ella tú ert burturstaddur, skalt tú ikki avlýsa bíbliuskeiðið. Hugsa heldur um hesar møguleikarnar:

  1.    Kunnu tit studera eitt annað tíðspunkt ta vikuna?

  2.   Kunnu tit studera um telefonina ella hava eitt videoprát?

  3.   Ber tað til at fáa ein annan boðara at leiða skeiðið?

5. Bið um at hava tann rætta hugburðin. Tú mást biðja Jehova hjálpa tær at blíva við at føla ábyrgd yvir fyri næminginum, sjálvt um hann javnan avlýsir ella hevur ringt við at fylgja tí, sum hann lærir. (Fil. 2:13) Næmingurin hjá tær hevur sikkurt nógvar góðar eginleikar. Tú kanst biðja Jehova hjálpa tær at fokusera upp á teir.