Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

UPPÍSKOYTI 3

Soleiðis brúka vit bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir, tá ið vit leiða bíbliulestrar

Soleiðis brúka vit bókina Eitt gott lív nú og í allar ævir, tá ið vit leiða bíbliulestrar

Tá ið bókin Eitt gott lív nú og í allar ævir skuldi gerast, varð nógv gjørt burtur úr at biðja og umhugsa, hvat tilfar skuldi við í hana. Vit brúka bókina upp á besta máta, viss vit fylgja mannagongdini niðanfyri, tá ið vit leiða ein bíbliulestur.

Áðrenn lesturin

  1. 1. Fyrireika teg væl og hugsa samstundis um, hvat næmingurin hevur brúk fyri, hvørjar umstøður hann hevur, og hvat hann trýr upp á. Tað er gott at hugsa um frammanundan, hvat kann vera serliga ringt hjá honum at skilja ella fylgja. Hugsa um, hvussu tilfarið undir „Hygg at hesum“ kanska kann hjálpa næminginum, og ver til reiðar at brúka tað undir lestrinum.

Undir lestrinum

  1. 2. Byrja og enda við bøn, viss næmingurin er við upp á tað.

  2. 3. Ansa eftir ikki at tosa for nógv. Tað er betri at fokusera upp á tilfarið og lata næmingin siga sína hugsan.

  3. 4. Tá ið tit byrja upp á ein nýggjan høvuðspart, skalt tú lesa, hvat endamálið er við tí høvuðspartinum, og nevna nakrar av pørtunum.

  4. 5. Tá ið ein høvuðspartur er liðugur, skalt tú brúka endurtøkupartin til at hjálpa næminginum at minnast tað, sum hann hevur lært.

  5. 6. Tá ið tú studerar hvønn part við næminginum …

    1. skulu tit lesa stykkini í fyrsta brotinum.

    2. skulu tit lesa øll bíbliuørindi, har tað stendur „Les“.

    3. skulu tit eftir tørvi lesa onnur bíbliuørindi, sum víst er til.

    4. skulu tit (viss tað ber til) hyggja at øllum videoum, har tað stendur „Hygg at videonum“.

    5. skalt tú seta næminginum allar spurningarnar.

    6. skalt tú biðja næmingin hyggja at myndunum í „Lær meira“ og siga, hvat hann fær burtur úr teimum.

    7. skalt tú brúka rammuna „Mál“ til at hjálpa næminginum at gera andalig framstig. Tú kanst stuðla honum til at fylgja tí málinum, sum stendur í bókini, seta sær eitt annað mál ella gera bæði.

    8. skalt tú spyrja næmingin, um tað var okkurt undir „Hygg at hesum“, sum honum dámdi serliga væl, tá ið hann fyrireikaði seg til lesturin.

    9. skulu tit royna at gera ein heilan part lidnan hvørja ferð.

Aftan á lesturin

  1. 7. Tú mást blíva við at hugsa um næmingin. Bið Jehova hjálpa næminginum at gera framstig, og bið hann eisini hjálpa tær at stuðla honum upp á besta máta.