Far beinleiðis til innihaldið

Spurningar frá lesarunum

Spurningar frá lesarunum

Spurningar frá lesarunum

Hvørji meinti Paulus við, tá ið hann í 2. Korintbrævi 6:14 brúkti orðingina „vantrúgvandi“?

Í 2. Korintbrævi 6:14 stendur: „Farið ikki undir ójavnt ok saman við vantrúgvandi!“ Tað er týðiligt út frá samanhanginum, at Paulus tosar um einstaklingar, sum ikki hoyrdu til ta kristnu samkomuna. Hetta sæst eisini, tá ið hann brúkar somu orðing í øðrum bíbliuørindum.

Til dømis ávaraði Paulus tey kristnu ímóti at fara í rættin „fyri vantrúgvandi“. (1. Korintbræv 6:6) Í hesum førinum vísa teir vantrúgvandi til dómararnar í Korint. Og í sínum seinna brævið til Korint segði Paulus, at Satan hevði „blindað hugsanir hinna vantrúgvandi“. Eitt slør var fyri eyguni á hesum vantrúgvandi, so tey ikki skiltu tey góðu tíðindini. Tey høvdu ikki gjørt nakað fyri at vísa, at tey vildu tæna Jehova. Tað sæst út frá tí, sum Paulus fyrr hevði skrivað: „Tá ið teir venda um til Harrans, verður slørið tikið burtur.“ – 2. Korintbræv 3:16, Nýggi Sáttmálin; 4:4.

Nøkur vantrúgvandi fáast kanska við nakað, sum er ólógligt, ella við falskan átrúnað. (2. Korintbræv 6:15, 16) Men tað vil ikki siga, at øll vantrúgvandi eru ímóti teimum, sum tæna Jehova. Summi vísa áhuga fyri sannleikanum. Og fleiri av teimum eru gift við einum Jehova vitni og eru glað fyri tað. (1. Korintbræv 7:12-14; 10:27; 14:22-25; 1. Pætursbræv 3:1, 2) Men hvørja ferð Paulus brúkti orðingina „vantrúgvandi“, meinti hann við fólk, sum ikki hoyrdu til ta kristnu samkomuna, har øll eru trúgvandi. – Ápostlasøgan 2:41; 5:14; 8:12, 13.

Meginreglan í 2. Korintbrævi 6:14 kann brúkast á øllum lívsins økjum og verður ofta brúkt sum skilagóð vegleiðing til Jehova vitni, ið gjarna vilja giftast. (Matteus 19:4-6) Viss ein, sum er eitt doypt Jehova vitni, ætlar sær at finna ein maka, hevði tað ikki verið skilagott, um hann leitaði millum vantrúgvandi. Hví ikki? Jú, tí vantrúgvandi hava heilt aðrar normar, mál og meiningar enn Jehova vitni.

Men hvussu við teimum, sum kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum og koma á møtini hjá okkum? Og hvussu við ódoyptum boðarum? Eru tey vantrúgvandi? Nei. Tey, sum hava tikið ímóti sannleikanum um tey góðu tíðindini og arbeiða fram ímóti at blíva doypt, eiga ikki at verða rópt vantrúgvandi. (Rómbrævið 10:10; 2. Korintbræv 4:13) Áðrenn Kornelius bleiv doyptur, varð sagt um hann, at hann var ein „sannhjartaður maður, sum óttaðist Gud“. – Ápostlasøgan 10:2.

Tey vantrúgvandi, sum verða nevnd í 2. Korintbrævi 6:14, sipa altso ikki til ódoyptar boðarar. Við tí í huga, hevði tað so verið skilagott at byrjað at gingið saman við einum ódoyptum boðara og seinni gift seg við viðkomandi? Nei, tað hevði tað ikki. Hví ikki? Tí Paulus gav einkjum hesa greiðu vegleiðing: ’Henni er frítt at giftast við hvørjum, hon vil – bert tað verður gjørt í Harranum.’ (1. Korintbræv 7:39) Av tí sama verða doypt Jehova vitni eggjað til bara at leita sær eftir einum maka „í Harranum“.

Hvat merkir orðingin „í Harranum“ og tann líknandi orðingin „í Kristusi“? Í Rómbrævinum 16:8-10 og Kolossebrævinum 4:7 nevnir Paulus nakrar menn, sum vóru „í Kristusi“ ella „í Harranum“. Tá ið tú lesur tey ørindini, sært tú, at hesir menninir vóru nakrir, sum Paulus hevði arbeitt saman við, at teir vóru royndir og elskaðir brøður, sum trúfastir hjálptu honum og tæntu saman við honum í Harranum.

Nær tænir mann í Harranum? Tað ger mann, tá ið mann er villigur at gera eitt arbeiði, sum ein tænari ger, og tá ið mann avnoktar seg sjálvan. Jesus segði: „Vil onkur koma aftan á Mær, má hann avnokta seg sjálvan … og fylgja Mær.“ (Matteus 16:24) Mann byrjar at fylgja Jesusi, tá ið mann ger Guds vilja og vígir sítt lív til Gud. Síðani verður mann doyptur, og tað ger, at mann kann fáa eitt gott samband við Jehova Gud. a So tað at ’gifta seg í Harranum’ vil siga at gifta seg við einum, sum hevur víst, at hann veruliga er trúgvandi og hevur latið seg doypa sum ein „tænari Guds og Harrans Jesu Krists“. – Jákupsbrævið 1:1.

Tað er sjálvandi gott, at ein persónur kannar Bíbliuna saman við Jehova vitnum og ger andalig framstig. Men tað er ikki tað sama sum, at hann hevur vígt sítt lív til Jehova og hevur lovað at tæna honum restina av lívinum. Hann má gera tær neyðugu broytingarnar og blíva doyptur sum eitt Jehova vitni, áðrenn hann hugsar um at gifta seg.

Hevði tað til dømis verið skilagott av einari doyptari systur at byrjað at gingið saman við einum, sum sær út til at gera góð andalig framstig, viss bara hon er villig at bíða við at gifta seg við honum, inntil hann er blivin doyptur? Nei. Viss ein bíbliulestrarnæmingur veit, at ein doypt systir gjarna vil gifta seg við honum, tá ið hann er blivin doyptur, kann tað ávirka hansara motiv til at lata seg doypa.

Ein persónur er vanliga bara ódoyptur boðari í eina stutta tíð, áðrenn hann verður doyptur. Tí er leiðbeiningin um bara at gifta seg í Harranum ikki órímilig. Men hvat so um tann, sum mann gjarna vil gifta seg við, bæði er nóg gamal, er uppvaksin sum Jehova vitni, hevur verið aktivur í samkomuni í fleiri ár og er ódoyptur boðari? Ja, so kann mann hugsa um, hví hann ikki longu er doyptur. Hví heldur hann seg aftur? Ivast hann í onkrum? Sjálvt um hann ikki er ein vantrúgvandi, kunnu vit ikki siga, at hann er „í Harranum“.

Vegleiðingin, sum Paulus gav um hjúnabandið, gagnar okkum. (Esaias 48:17) Tá ið ein maður og ein kona, sum ætla sær at giftast, bæði tvey hava vígt sítt lív til Jehova og eru doypt, fara tey at føla størri ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum. Tey hava somu andaligu virði og mál í lívinum, og tað hjálpir teimum at hava tað gott saman. Tá ið mann ’giftir seg í Harranum’, vísir mann eisini, at mann vil vera trúfastur ímóti Jehova, og tað gevur ævigar signingar. Bíblian sigur: ’Ímóti tí trúfasta er [Jehova] trúfastur.’ – Sálmur 18:25, New World Translation.

[Undirgrein]

a Hjá teimum salvaðu kristnu merkir tað at ’tæna í Harranum’ eisini, at tey verða salvað sum synir Guds og brøður Kristusar.

[Mynd]

’Ímóti tí trúfasta er [Jehova] trúfastur’