Far beinleiðis til innihaldið

Er Jesus Gud?

Er Jesus Gud?

NÓGV halda, at tríeindarlæran er „høvuðslæran í kristnu trúnni“. Sambært hesi læruni eru faðirin, sonurin og heilagi andin tríggir persónar í einum Gudi. Kardinalurin John O’Connor hevur sagt um tríeindina: „Vit vita, at tað er ein stór gáta, sum vit ikki skilja.“ Hví er tað so ringt at skilja tríeindarlæruna?

Uppslagsverkið The Illustrated Bible Dictionary nevnir eina orsøk. Har stendur um tríeindarlæruna: „Tað er ikki ein bíbilsk læra, tí hon stendur ikki orðað nakrastaðni í Bíbliuni.“ Av tí at tríeindarlæran „ikki er ein bíbilsk læra“, hava tey, sum trúgva henni, av øllum alvi roynt at finna ørindi í Bíbliuni – og enntá bronglað tey – fyri at fáa tey at passa við tað, sum tey trúgva.

Stuðlar Jóhannes 1:1 tríeindarlæruni?

Eitt bíbliuørindi, sum ofta verður brúkt skeivt, er Jóhannes 1:1. Í umsetingini eftir Victor Danielsen ljóðar tað soleiðis: „Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi [grikskt ton theon], og Orðið var Gud [theos].“ Í hesum ørindinum eru tveir formar av grikska navnorðinum theos (gud). Fyrru ferð stendur orðið ton frammanfyri, sum er ein formur av bundna kenniorðinum á grikskum, og í hesum førinum sipar orðið theon til hin alvalda Gud. Men seinnu ferð stendur einki bundið kenniorð framman fyri theos. Er tað ein feilur?

Hví er tað so ringt at skilja tríeindarlæruna?

Jóhannesevangeliið varð skrivað á koinegrikskum, ella vanligum grikskum, sum hevur neyvar reglur um, hvussu bundna kenniorðið skal brúkast. Bíbliugranskarin A.T. Robertson ásannar, at viss bundna kenniorðið bæði stendur framman fyri grundliðin og umsagnarliðin til grundliðin, „eru bæði orðini bundin, identisk, eitt og tað sama og kunnu brúkast sum samheiti“. A.T. Robertson vísir til Matteus 13:38 sum dømi. Har stendur: „Veltan [grikskt ho agros] er heimurin [grikskt ho kosmos].“ Mállæran hjálpir okkum at skilja, at heimurin eisini er veltan.

Men hvat um tað bundna kenniorðið bara stendur framman fyri grundliðin, og ikki framman fyri umsagnarliðin til grundliðin, sum í Jóhannes 1:1? Bíbliugranskarin James Allen Hewett brúkar hetta bíbliuørindið sum dømi og sigur: „Í einum slíkum setningi eru grundliðurin og umsagnarliðurin til grundliðin ikki líka, ikki samsvarandi, ikki identiskir ella nakað líknandi.“

Fyri at lýsa hetta brúkar Hewett 1. Jóhannesarbræv 1:5. Har stendur: „Gud er ljós.“ Tað grikska orðið fyri „Gud“ er í hesum førinum ho theos við bundna kenniorðinum frammanfyri. Men í grikska tekstinum er ikki nakað kenniorð framman fyri orðið phos, ella „ljós“. Hewett sigur: „Mann kann altíð … siga um Gud, at ljós eyðkennir hann; men mann kann ikki altíð siga um ljós, at tað er Gud.“ Líknandi dømi eru í Jóhannes 4:24: „Gud er Andi,“ og í 1. Jóhannesarbrævi 4:16: „Gud er kærleiki.“ Í báðum ørindunum stendur bundna kenniorðið framman fyri grundliðin, men ikki framman fyri umsagnarliðirnar „andi“ og „kærleiki“. So grundliðurin og umsagnarliðurin til grundliðin eru ikki samheiti. Hesi ørindini kunnu ikki merkja, at „andi er Gud“ ella „kærleiki er Gud“.

Hvør er „Orðið“?

Nógvir bíbliuumsetarar og serfrøðingar í grikskum viðurkenna, at Jóhannes 1:1 leggur dent á ein eginleika hjá Orðinum og ikki á, hvør Orðið er. Bíbliuumsetarin William Barclay sigur: „Av tí at [Jóhannes ápostul] ikki setti bundna kenniorðið framman fyri theos, verður tað ein lýsing … Jóhannes sigur ikki, at Orðið er identiskt við Gud. Heilt einfalt, so sigur hann ikki, at Jesus var Gud.“ Jason David BeDuhn professari sigur nakað líknandi: „Viss mann á grikskum ikki hevur kenniorðið framman fyri theos í einum setningi sum í Jóhannes 1:1c, so heldur lesarin, at mann meinar við ’ein gud’. … Tá ið bundna kenniorðið ikki stendur framman fyri theos, fær orðið ein heilt annan týdning enn tann bundni formurin ho theos – tað verður líka ymiskt sum ’ein gudur’ í mun til ’Gud’.“ Hann leggur aftrat: „Í Jóhannes 1:1 er Orðið ikki Gud hin alvaldi, men ein gudur, ella ein guddómlig vera.“ Ella sum Joseph Henry Thayer, ein gudfrøðingur ið var við til at gera American Standard Version, segði: „Logos [ella Orðið] var guddómligt, men ikki guddómurin sjálvur.“

Jesus vísti, at tað var stórur munur á honum og faðirinum

Noyðist identiteturin hjá Gudi endiliga at vera „ein stór gáta“? Tað virkar ikki sum, at tað var ein gáta hjá Jesusi. Í eini bøn til faðir sín vísti Jesus, at tað var stórur munur á honum og faðirinum. Hann segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Viss vit trúgva upp á Jesus og skilja ta einføldu læruna í Bíbliuni, fara vit at virða hann sum Guds son. Vit fara eisini at tilbiðja Jehova sum „hin einasta sanna Gud“.