Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hví skulu vit biðja?

Hví skulu vit biðja?

Nógv vilja fegin vita, hvat Bíblian sigur um bøn. Latið okkum kanna sjey spurningar um bøn og vita, hvat Bíblian sigur. Hesar greinarnar kunnu hjálpa tær at koma í gongd við at biðja, og viss tú longu biður, kunnu tær hjálpa tær at gera bønirnar betri.

FÓLK biðja í øllum heiminum, í øllum mentanum og øllum átrúnaðum. Tey biðja einsamøll, og tey biðja saman. Tey biðja í kirkjum, í templum, í sýnagogum, í moskum og í øðrum halgidómum. Tey brúka kanska biðiteppir, rósukransar, biðimyllur, myndir, bønabøkur ella líknandi.

Tá ið vit biðja, skilja vit okkum frá øllum øðrum livandi verum á jørðini. Djórini og vit hava sjálvandi nógv í felag. Vit eta, drekka og anda. Og vit verða fødd, liva og doyggja. (Prædikarin 3:19) Men tað eru bara menniskjuni, sum biðja. Hví tað?

Tað einfalda svarið er, at tað er tí, at vit hava brúk fyri tí. Tey flestu biðja, tí tey gjarna vilja í samband við tann Gud, sum tey tilbiðja. Bíblian vísir, at vit eru skapt við tí ynskinum. (Prædikarin 3:11) Jesus segði einaferð: „Lukkulig eru tey, sum ásanna, at tey hava ein andaligan tørv.“ – Matteus 5:3, New World Translation.

Vit hava øll henda andaliga tørvin. Og tí eru so nógvir átrúnaðir til og so nógvir halgidómar, har fólk biðja. Tó eru nøkur, sum siga, at tey ikki hava brúk fyri Gudi. Men passar tað? Av tí at vit menniskju eru so avmarkað, liva so stutt og ikki skilja alt, mugu vit hava onkran at hjálpa okkum. Vit hava brúk fyri einum, sum hevur størri vitan og vald enn vit, og sum livir longur enn vit. Men hví gevur hesin andaligi tørvurin okkum hug at biðja?

Hugsa um hetta: Hevur tú til dømis longst eftir at fáa hjálp, góð ráð ella svar upp á nakrar spurningar, sum eingin dugdi at svara? Hevur tú nakrantíð havt brúk fyri troyst, til dømis um tú hevur mist ein kæran? Ella hevur tú havt brúk fyri hjálp til at taka eina týðandi avgerð ella fyri at fáa fyrigeving, tí tú hevði skuldarkenslur?

Sambært Bíbliuni er alt hetta nakað, sum vit kunnu biðja um. Bíblian kann hjálpa okkum at fáa greiðu á, hvussu vit skulu biðja, og hvat vit kunnu biðja um. Í Bíbliuni eru nógvar bønir, sum trúgvandi menn og kvinnur hava biðið. Tey bóðu um troyst, um leiðbeining, um fyrigeving og um at fáa svarað nøkrum av lívsins stóru spurningum. – Sálmur 23:3; 71:21; Dániel 9:4, 5, 19; Habakkuk 1:3.

Allar hesar bønirnar høvdu nakað í felag. Fólkini, sum bóðu, vistu nakað, sum nógv í dag ikki hugsa um, men sum hevur øgiliga stóran týdning. Tey vistu, hvønn tey skuldu biðja til.