Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat skulu vit biðja um?

Hvat skulu vit biðja um?

JESUS lærdi lærisveinarnar at biðja faðirvár, og tað er tann bønin, sum altíð hevur verið mest brúkt millum kristin. Men sjálvt um fólk brúka hana so nógv, hugsa tey flestu ikki um, hvat orðini merkja. Jesus ætlaði ongantíð, at bønin bara skuldi sigast sum ein ramsa. Hvussu vita vit tað?

Beint áðrenn Jesus nevndi bønina, segði hann: „Í bønum tykkara mugu tit ikki fáfongt taka orðini upp í saman.“ (Matteus 6:7) Men hví skuldu fólk so læra hesa bønina? Jesus ætlaði ikki, at vit bara skuldu læra hana uttanat og endurtaka hana. Nei, hann vildi læra okkum, hvat vit kunnu biðja um, og hvat er mest umráðandi at nevna í okkara bønum. Latið okkum hyggja nærri at bønini, sum stendur í Matteus 6:9-13.

„Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt!“

Við hesum orðum lærdi Jesus okkum, at vit bara skulu biðja til faðir okkara, Jehova. Men veitst tú, hví Guds navn hevur so stóran týdning, og hví tað skal halgast?

So leingi menniskju hava verið til, er nógv sagt um Gud, sum hevur skatt hansara umdømi. Guds fíggindi, Satan, vil hava okkum at halda, at Jehova er sjálvsøkin, at hann lýgur, og at hann ongan rætt hevur at ráða yvir sínum skapningum. (1. Mósebók 3:1-6) Nógv taka undir við Satani og siga, at Gud er harðhjartaður og óndur og ikki vil fyrigeva. Nøkur siga enntá, at Gud ikki er til. Onnur hava strikað Guds navn, Jehova, úr Bíbliuni og forbjóðað fólki at brúka tað.

Bíblian vísir, at Gud fer at reinsa sítt navn og fáa alt hetta órættvísið í rættlag. (Ezekiel 39:7) Tá ið hann ger tað, loysir hann samstundis okkara trupulleikar og gevur okkum alt tað, vit hava brúk fyri. Hvussu tá? Svarið fáa vit í tí næsta, sum stendur í bønini.

„Komi ríki Títt!“

Nógvir trúarleiðarar eru ósamdir um, hvat Guds ríki er. Men tey, sum hoyrdu bønina hjá Jesusi, vistu, at Gud hevði lovað at senda ein frelsara, sum skuldi stjórna einum ríki, ið fór at broyta heimin. (Esaias 9:6, 7; Dániel 2:44) Hetta ríkið fer at reinsa Guds navn, tað fer at vísa, at Satan er ein lygnari og beina fyri honum. Tað fer eisini at bøta alt tað, sum hann hevur oyðilagt. Guds ríki ger enda á kríggi, sjúku, hungursneyð og enntá á deyðanum! (Sálmur 46:10; 72:12-16; Esaias 25:8; 33:24) Tá ið vit biðja um, at Guds ríki skal koma, biðja vit altso um, at øll hesi lyftini skulu blíva veruleiki.

„Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“

Orðini hjá Jesusi vísa, at Gud fer at tryggja sær, at hansara vilji verður framdur á jørðini líkasum í himli. Hvussu vita vit, at Guds vilji verður framdur í himli? Tí Guds egni sonur, Jesus, longu hevur blakað Satan og hansara illu andar út úr himli og niður á jørðina. (Opinberingin 12:9-12) Hesi orðini í faðirvár hjálpa okkum eisini at fokusera upp á tað, sum hevur størstan týdning – Guds vilja og ikki okkara egna. Tað, sum Gud vil, er altíð tað besta fyri okkum. Tí segði Jesus við faðir sín: „Verði ikki vilji Mín, men Tín!“ – Lukas 22:42.

„Gev okkum í dag dagliga breyð okkara!“

Jesus vísti, at vit eisini kunnu biðja um tað, sum vit hava brúk fyri í dagligdegnum. Tá ið vit gera tað, minnir tað okkum á, at Jehova er tann, „sum gevur øllum lív og anda og alt“. (Ápostlasøgan 17:25) Bíblian vísir, at Jehova er sum ein pápi, ið elskar síni børn og fegin gevur teimum tað, tey hava brúk fyri. Men líkasum ein góður pápi, so fer hann ikki at geva okkum tað, vit biðja um, viss tað ikki er gott fyri okkum.

„Fyrigev okkum skuldir okkara.“

Skylda vit virkuliga Gudi nakað? Hava vit brúk fyri hansara fyrigeving? Nógv vita ikki, hvat synd er, ella hvussu álvarsamt tað er at synda. Men Bíblian lærir, at syndin er rótin til okkara størstu trupulleikar, tí hon er orsøkin til, at menniskju doyggja. Vit eru øll fødd sum syndarar, og tí gera vit ofta tað, sum er skeivt. Og vit kunnu bara fáa ævigt lív, viss Gud fyrigevur okkara syndir. (Rómbrævið 3:23; 5:12; 6:23) Tíbetur sigur Bíblian: „Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva.“ – Sálmur 86:5.

„Frels okkum frá illum [hinum illa, New World Translation].“

Skilja vit, hvussu nógv vit hava brúk fyri, at Gud verjir okkum? Nógv halda ikki, at hin illi, ella Satan, er til. Men Jesus lærdi okkum, at Satan er til, og hann kallaði hann enntá ’høvdingan yvir hesum heimi’. (Jóhannes 12:31; 16:11) Satan hevur fingið tey allarflestu í heiminum at venda sær frá Gudi, og tað vil hann eisini hava okkum at gera, tí hann vil ikki, at vit skulu vera vinir við Jehova. (1. Pætursbræv 5:8) Men Jehova er nógv sterkari enn Satan, og hann verjir altíð tey, sum elska hann.

Henda stutta viðgerðin av bønini faðirvár fevnir ikki um alt, sum vit kunnu biðja um. Hugsa um tað, sum stendur í 1. Jóhannesarbrævi 5:14: „Biðja vit um okkurt eftir vilja Hansara, so hoyrir Hann okkum.“ So hugsa ikki, at tínir trupulleikar eru ov smáir at leggja fram fyri Gud í bøn. – 1. Pætursbræv 5:7.

Men nær og hvar skulu vit biðja? Og hevur tað nakran týdning?