Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Nær og hvar skulu vit biðja?

Nær og hvar skulu vit biðja?

NÓGVIR átrúnaðir fortelja tær, nær og hvar tú skalt biðja. Men sigur Bíblian, at vit bara kunnu biðja ávísar tíðir og ávís støð?

Bíblian vísir, nær tað er hóskandi at biðja. Til dømis takkaði Jesus Gudi, áðrenn hann fór at eta saman við lærisveinunum. (Lukas 22:17) Og tá ið lærisveinarnir savnaðust at tilbiðja Gud, bóðu teir saman. Soleiðis fylgdu teir siðinum, sum jødarnir leingi høvdu havt í sýnagogunum og í templinum í Jerusalem. Gud ætlaði, at templið skuldi vera eitt „bønhús fyri øll fólkasløg“. – Markus 11:17.

Tá ið Guds tænarar møtast og biðja, lurtar Gud, og hann verður glaður, tí teir biðja við røttum hugburði og í samsvari við hansara vilja. Bønirnar hjá teimum kunnu enntá fáa Gud at gera nakað, sum hann annars ikki hevði gjørt. (Hebrearabrævið 13:18, 19) Møtini hjá Jehova vitnum byrja og enda við bøn. Øll eru vælkomin á møti hjá okkum.

Sambært Bíbliuni er einki mark fyri, nær vit kunnu biðja og hvar. Hon vísir, at Guds tænarar bóðu nógv ymisk støð og nógv ymisk tíðspunkt. Jesus segði: „Táið tú biður – far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.“ – Matteus 6:6.

5 Nær og hvar skulu vit biðja?

Hugsa tær, hvat tað merkir! Tú kanst biðja til tann hægsta í alheiminum nær sum helst, og tú fært hansara fulla uppmerksemi og kanst vera vísur í, at hann lurtar. Tað var tí, at Jesus ofta vildi vera einsamallur, tá ið hann bað. Einaferð bað hann eina heila nátt, tí hann skuldi taka eina týðandi avgerð. – Lukas 6:12, 13.

Bíblian fortelur okkum um menn og kvinnur, sum bóðu, tá ið tey skuldu taka týðandi avgerðir, ella tá ið tey høvdu stórar trupulleikar. Viðhvørt bóðu tey hart, og viðhvørt bóðu tey innantanna. Tey bóðu saman við øðrum, og tey bóðu einsamøll. Tað, sum hevði týdning, var, at tey bóðu. Gud sigur enntá við sínar tænarar: „Biðið uttan íhald!“ (1. Tessalonikabræv 5:17) Hann er altíð til reiðar at lurta eftir okkum, líkamikið hvussu ofta vit biðja. Er tað ikki fantastiskt?

Nógv í dag halda ikki, at bøn hevur nakran týdning. Tú hugsar kanska eisini: ’Nyttar tað nakað at biðja?’