Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hoyrir Gud bønir? Og svarar hann?

Hoyrir Gud bønir? Og svarar hann?

HETTA er nakað, sum nógv gjarna vilja hava svar upp á. Bíblian vísir, at Jehova hoyrir bønir. Men tað er í stóran mun upp til okkara, um hann vil lurta eftir okkum.

Tá ið Jesus var á jørðini, kritiseraði hann trúarleiðararnar. Hann rópti teir hyklarar, tí teir bóðu bara fyri at blíva sæddir av menniskjum. Hann segði, at teir ’longu høvdu fingið sína løn’. Tað, sum hann meinti við, var, at teir fingu tað, sum teir helst vildu hava – uppmerksemi frá øðrum menniskjum. Men teir fingu ikki tað, teir høvdu mest brúk fyri – at Gud lurtaði eftir teimum. (Matteus 6:5) Nógv í dag biðja eisini bara um nakað, sum er til teirra egna fyrimun, og hugsa ikki um, hvat Guds vilji er. Viss fólk ikki vilja liva eftir Bíbliuni, lurtar Gud ikki eftir teirra bønum.

Men hvussu við tær? Hoyrir og svarar Gud tínum bønum? Tað hevur einki at siga, hvar tú kemur frá, ella hvat onnur hugsa um teg, tí Bíblian sigur: „Gud ger ikki mannamun, men … í hvørji tjóð tekur Hann ímóti tí, sum óttast Hann og ger rættvísi.“ (Ápostlasøgan 10:34, 35) Ert tú ein, sum óttast Gud og ger rættvísi? Um so er, hevur tú djúpa virðing fyri honum og vilt ikki gera nakað, sum ger hann keddan. Og so roynir tú eisini at gera tað, sum Gud sigur er rætt, og ikki tað, sum tú sjálvur ella onnur halda er rætt. Vilt tú gjarna, at Gud skal lurta eftir tínum bønum? Í Bíbliuni stendur, hvussu tú skalt biðja, fyri at Gud skal hoyra teg. *

Nógv vildu ynskt, at Gud svaraði teirra bønum við einum undri. Men sjálvt á Bíbliunnar døgum var tað sjáldan, at Gud gjørdi undur. Viðhvørt gingu fleiri øldir millum hvørt undur. Og Bíblian vísir, at undur ikki longur skuldu henda, eftir at ápostlarnir vóru deyðir. (1. Korintbræv 13:8-10) Vil tað so siga, at Gud ikki svarar bønum í dag? Nei, als ikki! Her eru nøkur dømi um, hvussu hann svarar bønum:

Gud gevur okkum vísdóm. Jehova er keldan til allan vísdóm. Hann vil heldur enn gjarna geva okkum burtur av hesum vísdóminum, viss vit biðja hann um tað og vilja fylgja hansara leiðbeining í okkara lívi. – Jákupsbrævið 1:5.

Gud gevur okkum av sínum heilaga anda. Heilagi andin er Guds virksama kraft. Eingin kraft er sterkari enn heilagi andin. Hann kann hjálpa okkum at halda út í einari ringari støðu. Hann kann geva okkum frið í sinnið, tá ið vit hava ymiskt at stríðast við, og hjálpa okkum at blíva betri menniskju. (Galatiabrævið 5:22, 23) Jesus segði við lærisveinarnar, at Gud gjarna vil geva okkum av sínum heilaga anda. – Lukas 11:13.

Gud hjálpir teimum, sum søkja hann. (Ápostlasøgan 17:26, 27) Um allan heimin eru menniskju, sum gjarna vilja vita sannleikan um Gud. Tey vilja vita, hvør hann er, hvussu hann eitur, hvat hann ætlar við jørðini og menniskjunum, og hvussu tey kunnu fáa tættari samband við hann. (Jákupsbrævið 4:8) Tá ið Jehova vitni hitta fólk, sum hava sovorðnar spurningar, vilja tey heldur enn gjarna vísa teimum svarini í Bíbliuni.

Hevur tú eisini sovorðnar spurningar, og var tað tí, tú fórt at lesa greinar sum hesa? Hevur tú roynt at finna Gud? So er hetta kanska svarið upp á tína bøn.

^ stk. 4 Fleiri upplýsingar um bøn eru at finna í kapittul 17 í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.