Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 1. Jarðskjálvtar

Profeti 1. Jarðskjálvtar

Profeti 1. Jarðskjálvtar

„Stórir jarðskjálvtar skulu vera.“ – LUKAS 21:11.

● Eitt sjónvarpstoymi hoyrdi barnagrát inni úr húsaleivdunum eftir ein jarðskjálvta í Haiti. Tað var hálvtannað ára gamla Winnie, sum græt. Hon bleiv bjargað og yvirlivdi jarðskjálvtan, men tað gjørdu foreldrini hjá henni ikki.

FAKTA UM JARÐSKJÁLVTAR. Meira enn 300.000 fólk doyðu, tá ið ein sera ógvisligur jarðskjálvti rakti Haiti í januar 2010. Og 1,3 milliónir fólk mistu hús og heim. Hóast tað var ein ógvisligur jarðskjálvti, var tað ikki tann einasti av sínum slagi. Í minsta lagi 18 stórir jarðskjálvtar vóru kring heimin frá apríl 2009 til apríl 2010.

HVAT SIGA NØKUR? Tað eru ikki fleiri jarðskjálvtar nú enn fyrr; tað er bara tøknin, sum ger, at vit hoyra um teir í dag.

PASSAR TAÐ? Bíblian sigur ikki, hvussu nógvir jarðskjálvtar skuldu vera á síðstu døgum. Men hon sigur, at „stórir jarðskjálvtar“ skuldu „vera víða hvar“. Hetta vísir týðiliga, at vit liva á síðstu døgum. – Markus 13:8; Lukas 21:11.

HVAT HELDUR TÚ? Passar tað, sum Bíblian sigur um, at stórir jarðskjálvtar skuldu vera?

Jarðskjálvtar eru ikki einasta prógvið um, at vit liva á síðstu døgum. Latið okkum kanna eina profeti aftrat.

[Tekstsendurgeving]

Stórir jarðskjálvtar hava havt nógva sorg og neyð við sær.

[Kelduávísing]

© William Daniels/Panos Pictures