Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Profeti 5. Umhvørvisdálking

Profeti 5. Umhvørvisdálking

Profeti 5. Umhvørvisdálking

„[Gud skal] oyða tey, sum oyða jørðina.“ – OPINBERINGIN 11:18.

● Pirri býr í Kpor í Nigeria og arbeiðir við at gera pálmavín. Men ein stór oljudálking í Nigerósanum hevur gjørt, at hann hevur mist arbeiðið. Hann sigur: „Fiskurin doyr, húðin hjá okkum verður oyðiløgd og drekkivatnið er dálkað. Eg havi einki at liva av longur.“

FAKTA UM UMHVØRVISDÁLKING. Sambært nøkrum granskarum verða 6,5 milliónir tons av ruski blakað á sjógv hvørt ár. Mett verður, at 50 prosent av hesum ruskinum er plastik, og at tað fer at liggja og rekast á sjónum í hundraðtals ár, áðrenn tað verður niðurbrotið. Menniskjuni dálka ikki bara jørðina, men eru eisini í holt við at brúka alt náttúrutilfeingið upp við ørkymlandi ferð. Nakrir serfrøðingar siga, at jørðin skal hava eitt ár og fimm mánaðir til at endurskapa tað, sum vit forbrúka upp á eitt ár. „Viss fólkatalið heldur fram at vaksa, og vit blíva við at forbrúka so nógv, sum vit gera nú, fáa vit brúk fyri einari eyka jørð í 2035,“ sigur avstralska tíðindablaðið Sydney Morning Herald.

HVAT SIGA NØKUR? Menniskju eru klók og duga væl at loysa trupulleikar. Vit kunnu venda gongdini og bjarga jørðini.

PASSAR TAÐ? Nógv stríðast fyri at loysa trupulleikarnar við umhvørvisdálking, men dálking er framvegis ein stórur trupulleiki.

HVAT HELDUR TÚ? Hava vit brúk fyri, at Gud leggur upp í leikin og bjargar jørðini undan oyðing, sum hann hevur lovað at gera?

Gud hevur eisini lovað, at nakað gott skuldi henda á síðstu døgum. Tann sætta profetiin er eitt dømi um tað.

[Tekstsendurgeving

„Fyrr kendist tað, sum at eg átti eitt petti av paradísinum, men nú følist tað, sum at eg eigi eitt stórt ruskpláss, ið er fult av eitri.“ – ERIN TAMBER, USA, UM OLJUDÁLKINGINA Í MEKSIKOFLÓGVANUM Í 2010.

[Ramma]

Kunnu vit geva Gudi skyldina?

Bíblian hevur altso boðað frá, at viðurskiftini í heiminum í dag skuldu vera vánalig. Men merkir tað, at vit kunnu geva Gudi skyldina fyri tað? Er tað hann, sum er orsøkin til allar okkara trupulleikar? Hesir spurningarnir verða svaraðir í 11. kapitli í bókini Hvat lærir Bíblian? sum Jehova vitni hava givið út.

[Kelduávísing]

U.S. Coast Guard photo