Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

„Ikki av heiminum“

„Ikki av heiminum“

„Ikki av heiminum“

„Heimurin hevur hatað tey, tí tey eru ikki av heiminum.“ – JÓHANNES 17:14.

Hvat merkir tað? Jesus var ikki av heiminum, og tí blandaði hann seg hvørki upp í politikk ella ósemjur í samfelagnum. Hann segði: „Var ríki Mítt av hesum heimi, høvdu tænarar Mínir barst fyri, at Eg skuldi ikki verða givin upp til Jødarnar; men nú er ríki Mítt ikki av honum.“ (Jóhannes 18:36) Hann segði eisini, at tey, sum fylgdu honum, skuldu halda seg langt frá øllum tí, sum Guds orð segði var skeivt. – Matteus 20:25-27.

Tey fyrstu kristnu vóru ikki av heiminum. Ein høvundur skrivaði um tey fyrstu kristnu, at tey noktaðu at fara í kríggj, líkamikið um tey vórðu hatað fyri tað, sett í fongsul ella dripin. Tey vildu heldur líða órætt enn at fara í kríggj. Tey livdu eftir Bíbliuni, og tí vóru tey øðrvísi enn onnur. Pætur ápostul segði við tey kristnu: ’Táið tit ikki renna við út í sama skammloysisdíki, undrast tey og spotta.’ (1. Pætursbræv 4:4) Ein søgufrøðingur sigur, at heidningarnir, sum livdu ómoralskt, ikki dámdu tey kristnu, tí tey livdu eftir Bíbliuni.

Hvør er ikki av heiminum í dag? New Catholic Encyclopedia sigur, at mann ikki eigur at nokta at fara í kríggj. Eitt sveisiskt tíðarrit slær fast, at allir trúarbólkar tóku lut í fólkadrápinum í Ruanda í 1994 – uttan Jehova vitni.

Í sambandi við brotsverkini hjá nasistunum helt ein studentaskúlalærari, at tað var harmiligt, at eingin bólkur hevði mótmælt allar lygnirnar og ræðuleikarnar, sum fóru fram. Men eftir at hava kannað tað nærri segði hann: „Nú veit eg betur.“ Hann hevði funnið út av, at Jehova vitni hildu fast við sína trúgv, sjálvt um tey vórðu illa viðfarin.

Hvussu er so vorðið, tá ið talan er um sex og hjúnaband? Blaðið U.S. Catholic sigur: „Ungir katolikkar taka sum heild ikki undir við tí, sum kirkjan lærir um til dømis sex uttan fyri hjúnaband“. Ein prestur sigur, at meira enn helvtin av teimum, sum verða gift, longu búgva saman. Hinvegin sigur eitt annað leksikon um Jehova vitni, at tey leggja stóran dent á at liva eftir tí, sum Bíblian sigur um sex og hjúnaband.