Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

’Eg havi kunngjørt navn Títt’

’Eg havi kunngjørt navn Títt’

’Eg havi kunngjørt navn Títt’

„Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær av heiminum; … Eg havi kunngjørt teimum navn Títt – og skal kunngera teimum tað.“ – JÓHANNES 17:6, 26.

Hvat merkir tað? Jesus gjørdi Guds navn kent, tá ið hann undirvísti. Hann úttalaði uttan iva Guds navn, tá ið hann las úr Skriftunum. (Lukas 4:16-21) * Hann lærdi lærisveinarnar at biðja: „Faðir! Heilagt verði navn Títt!“ – Lukas 11:2.

Tey fyrstu kristnu brúktu Guds navn. Pætur ápostul segði við teir elstu í Jerusalem, at ’Gud hevði tikið navni Sínum út fólk av heidningunum’. (Ápostlasøgan 15:14) Ápostlarnir og aðrir prædikaðu, at „hvør tann, ið kallar á navn Harrans [Jehova, New World Translation], skal verða frelstur“. (Ápostlasøgan 2:21; Rómbrævið 10:13) Og teir brúktu eisini Guds navn, tá ið teir skrivaðu. Eitt gamalt savn av jødiskum lógum vísir, at tey, sum vóru ímóti teimum kristnu, brendu bøkurnar, sum kristnir menn høvdu skrivað, eitt nú evangeliini eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, sjálvt um Guds navn stóð í teimum bókunum.

Hvør brúkar Guds navn í dag? Í fororðinum til eina bíbliuumseting stendur, at kristna kirkjan ikki eigur at brúka nakað navn fyri hin einasta sanna Gud, tí tað ikki er neyðugt at gera mun á honum og øðrum gudum. Og jødarnir hildu uppat at brúka Guds navn, langt áðrenn Jesus varð føddur. Tí brúkar tann bíbliuumsetingin heitið HARRIN í staðin fyri Guds navn. Og í nýggjari tíð hevur Vatikanið forbjóðað biskupum at brúka ella úttala Guds navn í sangum og bønum.

Hvørji brúka Guds navn í dag og fortelja øðrum um tað? Tá ið ein maður, sum eitur Sergej, var tannáringur í Kirgisia, sá hann í einum filmi, at Gud eitur Jehova. Hann hoyrdi einki um navnið aftur fyrr enn tíggju ár seinni. Tá var hann fluttur til USA, har tvey Jehova vitni komu at vitja hann og vístu honum Guds navn í Bíbliuni. Sergej var so glaður fyri at hava funnið ein trúarbólk, sum brúkti navnið Jehova. Um Jehova Gud sigur eitt leksikon, at hann er hin hægsti Gud, og at hann er tann einasti, sum Jehova vitni tilbiðja.

[Undirgrein]

^ Í Lukas 4:18 siteraði Jesus úr Esaias 61:1, sum brúkar Guds navn, Jehova, á upprunaliga hebraiska málinum.