HØVUÐSEVNI | BÍBLIAN HEVUR YVIRLIVAÐ ALLAR HÓTTANIR
Ein søga, sum er verd at fortelja
Eingin onnur átrúnaðarlig bók er sum Bíblian. Og eingin onnur bók hevur havt so stóra ávirkan á trúnna hjá fólki í so langa tíð. Men hinvegin er eingin bók blivin so gjølla granskað fyri at finna feilir við henni sum Bíblian.
Til dømis siga nakrir granskarar, at vit ikki kunnu líta á, at bíbliurnar, sum vit hava í dag, eru avrit av upprunaskriftunum. Ein professari í átrúnaði sigur: „Vit kunnu rætt og slætt ikki vera vís í, at vit hava endurgivið upprunatekstin rætt. Vit hava bara avrit, sum eru full av feilum, og tey flestu av teimum eru skrivað øldir eftir upprunatekstin. Og at síggja til víkja tey frá upprunatekstinum fleiri túsund ferðir.“
Onnur hoyra til ein átrúnað, sum lærir, at Bíblian er blivin broytt. Foreldrini hjá Faizal, sum ikki eru kristin, lærdu hann til dømis, at Bíblian er ein heilag bók, men at hon er blivin broytt. Hann sigur: „Av tí sama hevði eg ikki álit á fólki, sum vildu tosa við meg um Bíbliuna. Tey høvdu ikki ta upprunaligu Bíbliuna, tí hon var jú blivin broytt.“
Hevur tað nakran týdning, um Bíblian er broytt ella ikki? Hugsa um hesar spurningarnar: Kanst tú líta á lyftini í Bíbliuni um eina góða framtíð, viss tú ikki veitst, um lyftini stóðu í upprunatekstinum? (Rómbrævið 15:4) Hevði tú brúkt meginreglurnar í Bíbliuni til at taka týðandi avgerðir í sambandi við arbeiði, familju ella átrúnað, um nógvir feilir eru í bíbliunum, sum vit hava í dag?
Hóast vit ikki hava upprunatekstirnar til Bíbliuna, eru túsundtals handrit til, sum vit kunnu kanna. Og nøkur av teimum eru sera gomul. Hvussu hava hesi handritini yvirlivað tíðarinnar tonn, mótstøðu og royndir at brongla tekstin? Hvussu kann tað, at hesi handritini hava yvirlivað, styrkja títt álit á, at bíbliurnar, vit hava í dag, eru eftirfarandi? Vit fáa svar upp á hesar spurningarnar í teimum næstu greinunum, sum fortelja søguna um, hvussu Bíblian hevur yvirlivað.