Far beinleiðis til innihaldið

Veitst tú, hvat er fakta?

Veitst tú, hvat er fakta?

„Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.“ – ORÐT. 18:13.

SANGIR: 126, 95

1, 2. (a) Hvat mugu vit læra okkum, og hví? (b) Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

 VIT mugu øll læra okkum at vurdera, um upplýsingarnar, sum vit fáa, eru rættar fyri at koma til ta røttu niðurstøðuna. (Orðt. 3:21-23; 8:4, 5) Tað er øgiliga viktigt, tí Satan og hansara heimur royna alla tíðina at ávirka okkara tankagongd. (Ef. 5:6; Kol. 2:8) Og fyri at koma til ta røttu niðurstøðuna mugu vit vita, hvat er fakta. Í Orðtøkunum 18:13 stendur: „Táið ein svarar, áðrenn hann hoyrir, verður tað roknað honum til dárskap og skomm.“

2 Í hesi greinini fara vit at kanna, hví tað kann vera ringt at vita, hvat er fakta, og koma til ta røttu niðurstøðuna. Vit koma eisini inn upp á nakrar meginreglur og nøkur dømi í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa okkum í hesum sambandi.

VIT SKULU IKKI TRÚGVA „HVØRJUM ORÐI“

3. Hví skulu vit fylgja meginregluni í Orðtøkunum 14:15? (Hygg at forsíðumyndini.)

3 Í dag fáa vit upplýsingar úr øllum ættum, bæði gjøgnum internet, sjónvarp og aðrar miðlar. Kanska fáa vit eisini eina rúgvu av teldubrøvum, sms-boðum og leinkjum sendandi frá vælmeinandi vinum og kenningum. Men av tí at nøkur við vilja leggja ymiskt út, sum bronglar fakta, mugu vit ansa øgiliga væl eftir. Hvør meginregla í Bíbliuni kann hjálpa okkum at finna út av, um tað, sum vit hoyra, passar? Í Orðtøkunum 14:15 stendur: „Hin fávitskuti trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“

4. Hvussu kann Filippibrævið 4:8, 9 hjálpa okkum at velja, hvat vit skulu lesa, og hví er tað viktigt at hava rættar upplýsingar? (Sí eisini rammuna „ Álítandi keldur“.)

4 Tað er neyðugt at hava álítandi fakta, viss vit skulu taka góðar avgerðir. Tí mugu vit ansa øgiliga væl eftir, hvat vit velja at lesa. (Les Filippibrævið 4:8, 9.) Vit spilla bara tíðina, viss vit lesa óálítandi tíðindi á netinum ella teldubrøv við óváttaðum søgum. Tað er serliga viktigt, at vit halda okkum frá heimasíðum hjá fráfalnum. Tey vilja hava okkum at missa trúnna, og tey brongla sannleikan. Óálítandi upplýsingar føra til vánaligar avgerðir. Og vit mugu ikki halda, at skeivar upplýsingar ikki ávirka okkum. – 1. Tim. 6:20, 21.

5. Hvørjar falskar upplýsingar fingu ísraelsfólk, og hvussu ávirkaði tað tey?

5 Tað kann vera øgiliga farligt at líta á falskar upplýsingar. Hugsa til dømis um nakað, sum hendi, meðan Móses livdi. Einaferð fóru 12 njósnarar inn í tað lovaða landið. Tá ið teir komu aftur, høvdu 10 av teimum bara ringt at siga. (4. Mós. 13:25-33) Teir bronglaðu fakta og tóku púrasta mótið frá fólkinum. (4. Mós. 14:1-4) Hví trúðu tey upp á tað, sum teir søgdu? Kanska var tað tí, at teir flestu av njósnarunum søgdu tað sama. Eingin lurtaði eftir Josva og Kalebi, sum vóru álítandi menn. (4. Mós. 14:6-10) Tey valdu at trúgva teimum følsku upplýsingunum heldur enn at líta á Jehova og finna út av, hvat var fakta. Tað var býtt!

6. Hví skulu vit ikki blíva kløkk, viss vit hoyra okkurt ræðuligt um okkara trúarfelagar?

6 Vit mugu vera serliga varin, tá ið vit koma fram á søgur um onnur, sum eisini tæna Jehova. Minst til, at Satan verður umrøddur sum „klagari brøðra okkara“. (Opinb. 12:10) Tí ávaraði Jesus um, at mótstøðufólk fóru at „lúgva alt ilt“ um okkum. (Matt. 5:11) Viss vit taka hesa ávaringina í álvara, verða vit ikki kløkk, tá ið vit hoyra okkurt ræðuligt um okkara trúarfelagar.

7. Hvat skulu vit hugsa um, áðrenn vit senda ein teldupost ella eitt sms?

7 Dámar tær at senda teldupostar og sms til vinir og kenningar? So hevur tú tað kanska sum tíðindafólk, ið gjarna vilja vera fyrst við einari spennandi søgu. Men áðrenn tú sendir nakað, mást tú spyrja teg sjálvan: Eri eg sikkur upp á, at tað, sum eg ætli mær at senda, er rætt? Veit eg, hvat er fakta? Viss tú ikki ert sikkur, kundi tú komið til at sent okkurt víðari, sum ikki passar. Tað er betri at lata vera at senda nakað, viss tú ivast.

8. Hvat hava fleiri mótstøðufólk gjørt, og hvussu kundu vit, uttan at vilja tað, komið til at gingið teirra ørindi?

8 Har er eisini ein annar vandi við at vera for skjótur at senda teldupostar ella sms víðari. Í summum londum er okkara arbeiði undir avmarkingum ella enntá bannað. Mótstøðufólk í sovorðnum londum syrgja kanska fyri, at falskar søgur fara at ganga fyri at skapa ótta ella misálit millum tey, sum tæna Jehova. Tað hendi til dømis í fyrrverandi Sovjetsamveldinum. Loyniløgreglan, KGB, sendi følsk tíðindi út um, at leiðandi brøður høvdu svikið sínar trúarfelagar. a Nógv trúðu hesum følsku tíðindunum og tóku seg burtur úr samskipanini hjá Jehova. Tíbetur komu nógv av teimum aftur seinni, men nøkur komu ongantíð aftur. Tey høvdu „liðið skipbrot, trúnni viðvíkjandi“. (1. Tim. 1:19) Hvussu kunnu vit syrgja fyri, at tað ikki hendir hjá okkum? Vit mugu lata vera við at spjaða negativ ella óváttað tíðindi. Vit mugu ikki vera naiv ella góðtrúgvin, men tryggja okkum, at vit vita, hvat er fakta.

HÁLVIR SANNLEIKAR

9. Nær kann tað vera ringt at koma til ta røttu niðurstøðuna?

9 Tá ið mann hoyrir søgur við hálvum sannleikum ella ófullfíggjaðum upplýsingum, kann tað vera ringt at koma til ta røttu niðurstøðuna. Ein søga, sum er 10 prosent sonn, er 100 prosent misvísandi. Hvussu tryggja vit okkum, at vit ikki verða villleidd av sovorðnum søgum? – Ef. 4:14.

10. Hvussu bar tað til, at ísraelsmenn mundu farið í kríggj ímóti sínum egnu brøðrum, og hvat endaði tað við?

10 Vit kunnu læra nógv av einari støðu, sum tók seg upp hjá ísraelsmonnum, ið búðu vestarumegin Jordanánna á Josva døgum. (Jos. 22:9-34) Teir hoyrdu, at ísraelsmenn, sum búðu eystarumegin (rubenitar, gaditar og hálva ætt Manasse) høvdu bygt eitt stórt og flott altar beint við ánna. Tann parturin av søguni passaði. Men ísraelsmenn, sum búðu vestarumegin, komu til ta niðurstøðu, at teirra brøður høvdu gjørt uppreistur ímóti Jehova. So teir ætlaðu sær at fara í kríggj ímóti teimum. (Les Josva 22:9-12.) Men áðrenn teir gjørdu tað, sendu teir tíbetur nakrar álítandi menn avstað fyri at fáa fleiri upplýsingar um málið. Hvat fingu hesir menninir at vita? Jú, rubenitar, gaditar og hálva ætt Manasse høvdu gaman í bygt eitt altar, men tað var ikki fyri at ofra á tí. Teir høvdu bygt tað sum eitt minnismerki um teirra trúfesti móti Jehova. Meiningin var, at øll, sum sóu tað í framtíðini, skuldu vita, at teir tæntu Jehova. Teir ísraelsmenn, sum búðu vestarumegin Jordan, mugu hava verið nakað glaðir fyri, at teir tóku sær tíð til at kanna málið nærri. Viss teir ikki høvdu gjørt tað, kundu teir havt dripið sínar egnu brøður.

11. (a) Hvussu bleiv Mefiboset órættvíst viðfarin? (b) Hvat kundi Dávid havt gjørt, so tað ikki hendi?

11 Vit kunnu eisini blíva órættvíst viðfarin sum einstaklingar. Kanska tí onkur fortelur hálvar sannleikar ella spjaðir ófullfíggjaðar upplýsingar um okkum. Tað var akkurát tað, sum hendi við Mefiboset. Dávid kongur hevði tikið sær væl av honum og givið honum alla jørðina aftur, sum abbi hansara, Saul, hevði átt. (2. Sám. 9:6, 7) Men so frætti Dávid nakað keðiligt um Mefiboset. Uttan at kanna eftir, um tað passaði, gjørdi hann av at taka alt tað, sum Mefiboset átti, frá honum. (2. Sám. 16:1-4) Tá ið Dávid so umsíðir tosaði við Mefiboset og fekk sannleikan at vita, skilti hann, at hann hevði mistikið seg, og gav Mefiboset nakað aftur av tí, sum hann átti. (2. Sám. 19:24-29) Men viss Dávid hevði givið sær tíð til at kanna málið nærri, áðrenn hann tók eina avgerð, var Mefiboset ikki blivin órættvíst viðfarin.

12, 13. (a) Hvat gjørdi Jesus við falskar ákærur? (b) Hvat kunnu vit gera, viss onkur spjaðir falskar søgur um okkum?

12 Hvat skulu vit gera, viss onkur spjaðir falskar søgur um okkum? Vit kunnu læra nakað av Jesusi og Jóhannesi doypara, sum nettupp upplivdu tað. (Les Matteus 11:18, 19.) Jesus brúkti ikki alla sína tíð og orku upp á at forsvara seg sjálvan. Hann royndi heldur at fáa fólk at hugsa um, hvat var fakta – altso hvat hann í veruleikanum segði og gjørdi. „Vísdómurin er rættvísgjørdur av verkum sínum,“ segði Jesus. – Matt. 11:19, New World Translation.

13 Hetta kann læra okkum nakað viktigt. Viðhvørt siga fólk okkurt óreint ella negativt um okkum, sum ikki passar. Tað kann følast øgiliga órættvíst, og vit vildu kanska ynskt, at vit kundu gjørt nakað við tað. Og tað kunnu vit faktiskt. Eitt, sum riggar ótrúliga væl, er at liva upp á ein máta, sum ger, at eingin trýr upp á tað, sum er blivið sagt. Tað, sum Jesus gjørdi, vísir, at tann besti mátin at mótprógva hálvum sannleikum og følskum søgum er at royna at vera eitt gott menniskja.

HVUSSU SÆRT TÚ TEG SJÁLVAN?

14, 15. Hví kann tað vera farligt at líta for nógv á seg sjálvan?

14 Eitt annað, sum kann gera tað ringt at koma til ta røttu niðurstøðuna, er okkara egni ófullkomileiki. Vit hava kanska tænt Jehova trúføst í nógv ár og fingið nógvar royndir. Og tað kann enntá vera, at vit eru kend fyri at taka góðar avgerðir. Men kundi ein vandi verið í tí?

15 Ja, tí tað kann gera, at vit fara at líta for nógv á okkum sjálvi. Okkara kenslur og persónligu meiningar kunnu taka yvir og stýra okkara tonkum. Tað kann enda við, at vit halda, at vit kunnu døma um eina støðu uttan at hava øll fakta, og tað er øgiliga farligt. Bíblian vísir týðiliga, at vit ikki skulu líta á okkum sjálvi. – Orðt. 3:5, 6; 28:26.

16. Hvat hendi á einari matstovu í hesum ímyndarliga døminum, og hvørja niðurstøðu kom Dánjal til?

16 Ímynda tær hesa støðuna: Ein royndur elstabróðir, Dánjal, er á einari matstovu og sær ein annan elstabróður, Jógvan, sita við eitt borð saman við einari kvinnu, sum ikki er kona hansara. Dánjal sær, hvussu tey flenna og hugna sær saman. Og at enda klemmast tey hjartaliga. Dánjal verður meira og meira ørkymlaður. Fer hetta at enda við skilsmissu? Hvussu við konuni hjá Jógvani? Og hvussu við børnunum? Hetta var ikki fyrstu ferð, Dánjal hevði sæð eina familju syndrast upp á henda mátan. Hvat hevði tú hugsað, viss tú sást nakað líknandi?

17. Hvat fann Dánjal seinni út av, og hvat kunnu vit læra av tí?

17 Dánjal var skjótur at koma til ta niðurstøðu, at Jógvan var ótrúgvur ímóti konu síni. Men visti hann, hvat var fakta? Seinni sama kvøldið ringdi Dánjal til Jógvan. Og tá fekk hann at vita, at kvinnan var lítlasystir Jógvan, sum bara steðgaði nakrar tímar í býnum. Tað var ein lætti hjá Dánjali at fáa at vita. Jógvan hevði ikki sæð systur sína í fleiri ár. Tað einasta, sum bar til, var at hittast á einari matstovu, men kona Jógvan hevði tíverri ikki møguleika at vera við. Sum tað var gott, at Dánjal ikki hevði tosað við nakran annan um tað, sum hann hevði sæð. Hvat kunnu vit læra av tí? Tað er ikki altíð nokk at hava nógvar royndir, tí royndir viga ikki meira enn fakta.

18. Nær kann tað vera ringt at vurdera eina støðu rætt?

18 Tað kann eisini vera ringt at vurdera eina støðu rætt, viss vit ikki klára so væl upp við onkran. Tí so ganga vit kanska og hugsa um okkurt, sum irriterar okkum við viðkomandi, og blíva misteinkilig yvir fyri honum. Viss vit so hoyra okkurt negativt um hann, hava vit kanska lyndi til at trúgva tí. Hvat er lærdómurin? Viss vit hugsa ringt um okkara brøður og systrar, kunnu vit fáa eina skeiva mynd av teimum. (1. Tim. 6:4, 5) Negativar kenslur og øvundsjúka kunnu vera orsøkin til, at vit ikki duga at vurdera eina støðu rætt. Vit mugu minnast til, at vit hava skyldu til at elska okkara trúarfelagar og vera villig til at fyrigeva teimum. – Les Efesusbrævið 4:2, 32.

MEGINREGLURNAR Í BÍBLIUNI VERJA OKKUM

19, 20. (a) Hvørjar meginreglur kunnu hjálpa okkum at koma til ta røttu niðurstøðuna? (b) Hvat fara vit at kanna í næstu greinini?

19 Tá ið vit hugsa um, hvussu nógv følsk tíðindi og hálvir sannleikar eru at hoyra og síggja í dag, er tað ikki lætt at koma til ta røttu niðurstøðuna. Og haraftrat hava vit okkara egna ófullkomileika at stríðast við. Hvat kann hjálpa okkum? Tað kunnu meginreglurnar í Bíbliuni. Ein av teimum er, at tað er býtt og flóvisligt at úttala seg uttan at hava alla myndina. (Orðt. 18:13) Ein onnur meginregla minnir okkum á, at vit ikki skulu trúgva øllum, sum vit hoyra. (Orðt. 14:15) Og ein triðja meginregla vísir, at vit ikki skulu líta á okkum sjálvi, sjálvt um vit hava verið við í sannleikanum leingi. (Orðt. 3:5, 6) Viss vit syrgja fyri at hava skil á, hvat er fakta, kunnu meginreglurnar í Bíbliuni verja okkum, hjálpa okkum at koma til ta røttu niðurstøðuna og taka góðar avgerðir.

20 Men har er eitt aftrat, sum kann vera ein avbjóðing. Og tað er okkara lyndi til at døma eina støðu út frá tí, sum vit síggja. Í tí næstu greinini koma vit inn upp á nakrar fellur á tí økinum, og eisini hvussu vit kunnu ansa eftir, at vit ikki detta í tær.