Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Jehova kann hjálpa tær, viss tú verður happaður

Jehova kann hjálpa tær, viss tú verður happaður

Happarar kunnu skaða okkum bæði fysiskt og kensluliga. Og viss vit blíva bangin, tá ið onkur sigur okkurt keðiligt um okkara trúgv, kann tað enntá skaða okkum andaliga. Hvussu kanst tú verja teg ímóti einum happara?

Nógvir tænarar hjá Jehova hava vunnið á einum happara við at líta á Jehova. (Slm 18:18) Til dømis avdúkaði Ester ætlanirnar hjá einum óndum happara, sum æt Haman. (Est 7:1-6) Áðrenn hon gjørdi tað, fastaði hon fyri at vísa, at hon hevði álit á Jehova. (Est 4:14-16) Jehova signaði tað, sum hon gjørdi, og hann bjargaði bæði henni og fólkinum.

Viss tú ert ungur og verður happaður, kanst tú biðja Jehova hjálpa tær og tosa við ein vaksnan um trupulleikan, til dømis tíni foreldur. Tú kanst vera vísur í, at Jehova hjálpir tær, líkasum hann hjálpti Ester. Hvat kanst tú annars gera fyri at takkla happing?

HYGG AT VIDEONUM HJÆLP, JEG ER TEENAGER – HVAD KAN JEG GØRE HVIS JEG BLIVER MOBBET? OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat kunnu ung læra av Charlie og Ferin?

  • Hvat kunnu foreldur læra av tí, sum Charlie og Ferin siga?