Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LÍVIÐ SUM KRISTIN

Jehova hjálpir teimum, sum eru mótleys

Jehova hjálpir teimum, sum eru mótleys

Øll kunnu blíva kedd av og á. Men tað merkir ikki, at mann er andaliga veikur. Sjálvt Jehova kann blíva keddur av og á. (1Mós 6:5, 6) Men hvat skulu vit gera, viss vit ofta eru kedd ella enntá eru kedd alla tíðina?

Bið Jehova hjálpa tær. Hann er áhugaður í okkara sálarligu og kensluligu heilsu. Hann veit, um vit eru glað ella kedd. Hann skilur, hví vit føla og hugsa, sum vit gera. (Slm 7:10b) Fram um alt er Jehova góður við okkum, og hann kann hjálpa okkum at halda út, tá ið vit eru kedd ella enntá tunglynt. – Slm 34:19.

Ansa eftir tíni sálarligu heilsu. Negativar kenslur kunnu taka gleðina frá okkum, og tær kunnu eisini ávirka okkara vinalag við Jehova. Tí mugu vit verja okkara hjarta – okkara innara menniskja. – Orð 4:23.

HYGG AT VIDEONUM VORES BRØDRE OG SØSTRE HAR FRED TRODS DEPRESSION, OG SVARA SÍÐANI HESUM SPURNINGUM:

  • Hvat gjørdi Nikki fyri at fáa tað betri?

  • Hví føldi Nikki, at hon var noydd at fara til lækna? – Mt 9:12

  • Hvat gjørdi Nikki fyri at fáa hjálp frá Jehova?