Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 11

Ert tú klárur at blíva doyptur?

Ert tú klárur at blíva doyptur?

’Dópurin frelsir nú eisini tykkum.’ – 1. PÆT. 3:21.

SANGUR NR. 28 Hvør er tín vinur, Gud?

ENDAMÁL a

1. Hvat má mann gera, áðrenn mann fer í gongd við at byggja eini hús?

 HUGSA tær ein mann, sum ætlar sær at byggja eini hús. Hann veit, hvussu hann vil hava tey. Skal hann so bara fara út at keypa tilfar og fara í gongd? Nei, hann má fyrst seta seg niður og rokna út, hvussu nógv tað fer at kosta. Hví tað? Tí hann má vita, um hann hevur ráð til at gera húsini liðug. Og viss hann roknar alt út frammanundan, er tað eisini meira sannlíkt, at ætlanin eydnast.

2. Hvat skalt tú hugsa gjølla um sambært Lukas 14:28-30, áðrenn tú verður doyptur?

2 Ert tú farin at hugsa um at lata teg doypa, tí tú elskar Jehova og ert takksamur fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri teg? Um so er, ert tú í eini líknandi støðu sum maðurin, ið ætlaði sær at byggja eini hús. Hvussu tá? Jú, hugsa um tað, sum Jesus segði í Lukas 14:28-30. (Les.) Jesus tosaði um, hvat tað vil siga at vera hansara lærisveinur. Viss vit vilja vera hansara lærisveinar, mugu vit góðtaka „útreiðslurnar“, altso avbjóðingarnar, vit fáa, og tað, sum vit mugu ofra. (Luk. 9:23-26; 12:51-53) Áðrenn tú verður doyptur, mást tú hugsa gjølla um, hvat tað vil siga at vera ein lærisveinur hjá Jesusi. Tí so verður tú betur førur fyri at tæna Gudi trúfastur aftan á dópin.

3. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

3 Tá ið vit hugsa um „útreiðslurnar“ í sambandi við at blíva ein lærisveinur hjá Jesusi, er tað so tað vert? Ja, avgjørt! Dópurin hevur nógvar signingar við sær, bæði nú og í framtíðini. Í hesi greinini fara vit at kanna nakrar týðandi spurningar í sambandi við dóp. Tað fer at hjálpa tær at svara spurninginum: Eri eg klárur at blíva doyptur?

HVAT MÁST TÚ VITA UM VÍGSLU OG DÓP?

4. (a) Hvat er vígsla? (b) Hvat vil tað siga at avnokta seg sjálvan, sum vit lesa í Matteus 16:24?

4 Hvat er vígsla? Tú mást víga títt lív til Jehova, áðrenn tú kanst blíva doyptur. Tað gert tú við at biðja eina inniliga bøn til hansara og fortelja honum, at tú vilt tæna honum í allar ævir. Tá ið tú vígir títt lív til Gud, avnoktar tú teg sjálvan. (Les Matteus 16:24.) Tað merkir, at tað nú er Jehova, sum eigur teg, og tað er ein stórur framíhjárættur. (Róm. 14:8) Tú fortelur honum, at frá tá av fer títt lív at handla um at tæna honum og ikki um at gera tað, sum tú sjálvur hevur hug til. Tín vígsla er eitt hátíðarligt lyfti, sum tú gevur Gudi. Jehova tvingar okkum ikki at geva eitt sovorðið lyfti, men viss vit gera tað, væntar hann, at vit halda tað. – Slm. 116:12, 14.

5. Hvat samband hevur vígsla við dóp?

5 Hvat samband hevur vígsla við dóp? Tín vígsla er persónlig, eingin annar veit, nær tú vígir títt lív til Jehova. Men dópurin er almennur. Tá eru onnur til staðar, og hann fer vanliga fram á einari stevnu. Tá ið tú verður doyptur, síggja onnur, at tú longu hevur vígt títt lív til Jehova. b Dópurin vísir øðrum, at tú elskar Jehova „av øllum hjarta tínum, av allari sál tíni, av øllum huga tínum og av allari styrki tíni“, og at tú hevur valt at tæna honum í allar ævir. – Mark. 12:30.

6-7. Hvørjar tvær grundir til at blíva doyptur verða nevndar í 1. Pætursbrævi 3:18-22?

6 Er tað virkuliga neyðugt at blíva doyptur? Hugsa um orðini í 1. Pætursbrævi 3:18-22. (Les.) Ørkin, sum Nóa bygdi, vísti, at hann trúði upp á Gud. Á líknandi hátt vísir dópurin hjá tær, at tú hevur vígt títt lív til Jehova. Men er tað virkuliga neyðugt at lata seg doypa? Ja, tað er tað. Pætur nevndi, hví tað er so. Fyri tað fyrsta førir dópurin til frelsu. Dópurin kann frelsa okkum, viss vit vísa, at vit trúgva á Jesus og á, at hann doyði fyri okkum, bleiv reistur upp til lív í himli og nú er „við høgru hond Guds“.

7 Fyri tað næsta gevur dópurin okkum eina góða samvitsku. Tá ið vit víga okkara lív til Gud og lata okkum doypa, fáa vit eitt heilt serligt samband við hann. Hann fyrigevur okkum okkara syndir, av tí at vit angra av hjarta og trúgva á loysigjaldið. Tí kunnu vit hava góða samvitsku yvir fyri honum.

8. Hvat eigur at vera orsøkin til, at tú velur at blíva doyptur?

8 Hvat eigur at vera orsøkin til, at tú velur at blíva doyptur? Tá ið tú hevur kannað Bíbliuna, hevur tú lært nógv um Jehova, um hansara persónligheit og máta at gera tingini upp á. Tað, sum tú hevur lært um hann, hevur ávirkað teg nógv og fingið teg at elska hann. Tín kærleiki til Jehova má vera tann viktigasta orsøkin til, at tú velur at lata teg doypa.

9. Hvat vil tað siga at blíva doyptur í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans, sum vit lesa í Matteus 28:19, 20?

9 Ein onnur orsøk til, at tú velur at blíva doyptur, er, at tú hevur lært sannleikan í Bíbliuni at kenna og trýrt upp á tað, sum tú hevur lært. Hugsa um, hvat Jesus segði, tá ið hann gav boðini um at gera lærisveinar. (Les Matteus 28:19, 20.) Jesus segði, at hansara lærisveinar skuldu doypast í navni faðirsins, sonarins og heilaga andans. Hvat vil tað siga? At tú av øllum hjarta mást trúgva upp á tað, sum Bíblian sigur um Jehova, Jesus og heilaga andan. Hesir sannleikarnir hava stóra kraft og kunnu ávirka tínar innastu tankar og kenslur. (Hebr. 4:12) Vit fara at kanna nakrar av teimum.

10-11. Hvørjar sannleikar um faðirin hevur tú lært og ert farin at trúgva upp á?

10 Hugsa aftur á tíðina, tá ið tú lærdi fylgjandi sannleikarnar um faðirin at kenna: Hann eitur Jehova, hann er tann hægsti yvir allari jørðini, og hann er tann einasti sanni Gud. (Slm. 83:18, New World Translation; Jóh. 17:3) Hann er skaparin, og hjá honum er frelsa. (Slm. 3:9; 36:10) Hann hevur syrgt fyri, at vit kunnu blíva fríað frá synd og deyða, og hann hevur givið okkum vón um ævigt lív. (Jóh. 17:3) Tín vígsla og dópur fer at vísa, at tú ert eitt Jehova vitni. (Es. 43:10-12) Tú verður ein partur av einari heimsumfatandi, andaligari familju, sum er stolt av at bera Guds navn og fortelja øðrum um tað. – Slm. 86:12.

11 Tað er sanniliga ein framíhjárættur at skilja tað, sum Bíblian lærir um faðirin! Tá ið tú trýrt hesum dýrabaru sannleikunum, fært tú hug at víga títt lív til Jehova og blíva doyptur.

12-13. Hvørjar sannleikar um sonin hevur tú lært og ert farin at trúgva upp á?

12 Hvussu ávirkaði tað teg at fáa fylgjandi sannleikar at vita um sonin? Jesus er tann persónurin í alheiminum, sum hevur næststørstan týdning. Hann var villigur at geva sítt lív sum eitt loysigjald fyri okkara skyld. Tá ið vit vísa, at vit trúgva upp á loysigjaldið, kunnu vit fáa okkara syndir fyrigivnar, blíva vinir við Gud og fáa ævigt lív. (Jóh. 3:16) Jesus er okkara høvuðsprestur. Hann vil gjarna hjálpa okkum at fáa gagn av loysigjaldinum og at fáa eitt tætt samband við Gud. (Hebr. 4:15; 7:24, 25) Jesus er kongur í Guds ríki, og tað er gjøgnum hann, at Jehova fer at halga sítt navn, beina fyri óndskapi og signa menniskjuni um ævir í komandi paradísinum. (Matt. 6:9, 10; Opinb. 11:15) Jesus er okkara fyrimynd. (1. Pæt. 2:21) Alt hansara lív handlaði um at gera Guds vilja, og vit mugu royna at gera sum hann. – Jóh. 4:34.

13 Tá ið tú ert farin at trúgva upp á tað, sum Bíblian sigur um Jesus, fert tú at elska hann. Tann kærleikin fær teg at brúka títt lív upp á at gera Guds vilja, akkurát sum Jesus gjørdi. Og so fært tú hug at víga títt lív til Jehova og blíva doyptur.

14-15. Hvørjar sannleikar um heilaga andan hevur tú lært og ert farin at trúgva upp á?

14 Hvussu ávirkaði tað teg at fáa fylgjandi sannleikar at vita um heilaga andan? Heilagi andin er ikki ein persónur, men Guds virksama kraft. Jehova brúkti heilaga andan, tá ið hann gav monnum íblástur til at skriva Bíbliuna, og hann brúkar hann eisini til at hjálpa okkum at skilja og fylgja tí, sum vit lesa í henni. (Jóh. 14:26; 2. Pæt. 1:21) Við sínum anda gevur Jehova okkum eina „ómetaliga kraft“. (2. Kor. 4:7) Heilagi andin gevur okkum styrki til at boða tey góðu tíðindini, standa ímóti freistingum, vinna á mótloysi og klára royndir. Hann hjálpir okkum at vísa teir góðu eginleikarnar, sum hoyra til ’ávøkst andans’. (Gal. 5:22) Tá ið vit líta á Gud og biðja hann um heilagan anda, vil hann heldur enn gjarna geva okkum av honum. – Luk. 11:13.

15 Sum tað er gott at vita, at heilagi andin kann hjálpa okkum at tæna Jehova. Tá ið tú trýrt upp á tað, sum tú hevur lært um heilaga andan, fært tú hug at víga títt lív til Jehova og blíva doyptur.

16. Hvat hava vit lært higartil?

16 Tað er eitt stórt stig at taka at víga sítt lív til Gud og blíva doyptur. Sum vit hava lært, mást tú vera villigur at góðtaka „útreiðslurnar“ í tí sambandi – altso avbjóðingarnar og tað, sum tú mást ofra. Men signingarnar eru nógv størri enn ofrini. Dópurin kann frelsa teg og geva tær góða samvitsku yvir fyri Gudi. Høvuðsorsøkin til, at tú velur at lata teg doypa, má vera, at tú elskar Jehova Gud. Tú mást eisini trúgva fult og fast upp á tað, sum tú hevur lært um faðirin, sonin og heilaga andan. Við tí í huga, sum vit hava verið inni upp á higartil, hvussu hevði tú so svarað spurninginum: Eri eg klárur at blíva doyptur?

HVAT MÁST TÚ GERA, ÁÐRENN TÚ VERÐUR DOYPTUR?

17. Nevn nøkur av stigunum, sum føra til dóp.

17 Viss tú følir, at tú ert klárur at blíva doyptur, hevur tú sikkurt longu gjørt nógv fyri at fáa eitt gott samband við Jehova. c Av tí at tú hevur kannað Bíbliuna regluliga, hevur tú lært nógv um Jehova og Jesus. Tú hevur fingið trúgv. (Hebr. 11:6) Tú ert sannførdur um, at lyftini frá Jehova, sum standa í Bíbliuni, verða uppfylt, og tú trýrt upp á, at Jesu offur kann fría teg frá synd og deyða. Tú hevur angrað tínar syndir, tað vil siga, at tú ert keddur um tað skeiva, tú hevur gjørt, og tú hevur biðið Jehova um fyrigeving. Tú hevur gjørt stórar broytingar. Tú hevur til dømis slept ringum vanum, sum tú fyrr hevur havt, og tú ert farin at liva upp á ein máta, sum gleðir Gud. (Áps. 3:19) Tú vilt gjarna fortelja øðrum um tína trúgv. Tú ert blivin ódoyptur boðari og ert farin at boða saman við samkomuni. (Matt. 24:14) Jehova er glaður og stoltur av tær, tí tú hevur tikið hesi neyðugu stigini. – Orðt. 27:11.

18. Hvat annað mást tú gera, áðrenn tú kanst blíva doyptur?

18 Áðrenn tú kanst blíva doyptur, er okkurt aftrat, sum tú mást gera. Sum vit hava verið inni uppá, mást tú víga títt lív til Gud. Tað gert tú í eini inniligari bøn, har tú lovar honum, at tú vilt brúka títt lív upp á at gera hansara vilja. (1. Pæt. 4:2) Aftan á tað kanst tú siga við samskiparan í elstaráðnum, at tú gjarna vilt doypast. So fara nakrir elstar at møtast við tær. Tit fara at tosa saman um tær grundleggjandi lærurnar í Bíbliuni, sum tú hevur lært at kenna. Og tað er einki at vera bangin fyri. Tú kennir sikkurt longu hesar kerligu brøðurnar, og eingin ivi er um, at teir eru góðir við teg. Teir vilja bara tryggja sær, at tú skilur lærurnar og veitst, hvussu týðandi vígsla og dópur er. Viss teir eru samdir um, at tú ert klárur til dóp, fært tú boð um, at tú kanst blíva doyptur, næstu ferð stevna er.

HVAT MÁST TÚ GERA AFTAN Á DÓPIN?

19-20. Hvat mást tú gera aftan á dópin, og hvussu kanst tú gera tað?

19 Hvat skalt tú gera aftan á, at tú ert blivin doyptur? d Sum nevnt fyrr í greinini, er vígsla eitt hátíðarligt lyfti, og Jehova væntar, at tú heldur tað. So aftan á dópin mást tú liva upp til tína vígslu. Hvussu kanst tú gera tað?

20 Tú mást halda teg nær til samkomuna. Tá ið tú ert blivin ein doyptur kristin, verður tú ein partur av einum heimsumfatandi brøðralagi. (1. Pæt. 2:17) Brøðurnir og systrarnar í samkomuni eru tín andaliga familja. Tá ið tú gongur fast á møti, fært tú eitt tættari samband við tey. Tað er eisini viktigt at lesa í Bíbliuni hvønn dag og hugsa um tað, sum tú lesur. (Slm. 1:1, 2) Tá ið tú hevur lisið eitt petti í Bíbliuni, mást tú geva tær tíð til at hugsa gjølla um tað, sum tú hevur lisið. Tí so fært tú orðini niður í hjartað. Minst til at biðja ofta. (Matt. 26:41) Tá ið tú biður inniliga til Jehova, fært tú eitt tættari vinalag við hann. Bíblian sigur: „Søkið fyrst ríki Guds.“ (Matt. 6:33) Tað kanst tú gera við at raðfesta boðanina høgt. Tá ið tú ert regluliga við í boðanini, heldur tú trúnna sterka, og so kanst tú hjálpa øðrum at koma inn á vegin, sum førir til ævigt lív. – 1. Tim. 4:16.

21. Hvat fer dópurin at geva tær?

21 Tín avgerð um at víga títt lív til Jehova og blíva doyptur er tann viktigasta avgerðin, tú nakrantíð kanst taka. Tað er rætt, at nakrar „útreiðslur“ fylgja við. Er tað so tað vert? Ja, avgjørt! Ein og hvør avbjóðing í hesum gamla heimi er „stokkut og løtt“. (2. Kor. 4:17) Men dópurin fer at geva tær eitt betri lív longu nú og tað ’sanna lívið’ í framtíðini. (1. Tim. 6:19) Tí mást tú biðja til Jehova og hugsa gjølla um spurningin: Eri eg klárur at blíva doyptur?

SANGUR NR. 50 Mín vígslubøn

a Gongur tú og hugsar um at lata teg doypa? So er henda greinin skrivað serliga til tín. Vit fara at kanna nakrar grundleggjandi spurningar um dóp. Tað, sum tú svarar, kann hjálpa tær at finna út av, um tú ert klárur at blíva doyptur.

d Viss tú ikki ert liðugur at kanna bøkurnar Hvat lærir Bíblian? og Haldið tykkum í kærleika Guds’, eigur tú at lesa báðar bøkurnar lidnar saman við einum Jehova vitni.