Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Vit hava brúk fyri einum betri heimi!

Vit hava brúk fyri einum betri heimi!

ST-aðalskrivarin António Guterres hevur sagt: „Heimurin er fullur av trupulleikum.“ Heldur tú eisini tað?

Hvønn dag hoyra vit tíðindi um …

  • sjúkur og farsóttir

  • náttúruvanlukkur

  • fátækradømi og hungursneyð

  • dálking og globala upphiting

  • brotsverk, harðskap og mutur

  • kríggj

Vit hava brúk fyri einum heimi, har øll …

  • hava góða heilsu

  • kenna seg trygg

  • fáa nokk at eta

  • búgva í einum reinum umhvørvi

  • verða rættvíst viðfarin

  • liva saman í friði og náðum

Men ber tað til at fáa ein betri heim?

Hvat fer at henda við heiminum, vit liva í nú?

Hvussu kunnu vit sleppa at búgva í einum betri heimi?

Hendan útgávan av blaðnum Vakttornið vísir, hvussu Bíblian svarar hesum og øðrum spurningum.