Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tú kanst fyrireika teg nú til tann nýggja heimin

Jørðin verður skjótt eitt paradís!

Jørðin verður skjótt eitt paradís!

Gud skapti jørðina og ætlaði, at trúføst menniskju skuldu búgva á henni í allar ævir. (Sálmur 37:29) Hann læt tey fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, búgva í einum vøkrum urtagarði, sum æt Eden. Og hann segði við tey, at tey og teirra eftirkomarar skuldu dyrka jørðina og taka sær av henni. – 1. Mósebók 1:28; 2:15.

Jørðin er als einki paradís í dag. Men Gud hevur ikki broytt sína upprunaligu ætlan. Hvussu fer hann so at fullføra sína ætlan? Sum tær undanfarnu greinarnar vístu, fer Gud ikki at beina fyri sjálvari jørðini. Nei, hann fer at lata menniskju, sum elska hann, búgva á henni. Men hvussu fer tað at vera á jørðini, tá ið Gud hevur gjørt tað, sum hann hevur lovað?

Bara ein stjórn fer at ráða yvir allari jørðini

Skjótt fer Guds himmalska stjórn at ráða yvir allari mannaættini. Tá fer jørðin at vera eitt gott stað at vera, og øll fara at hava tað gott. Gud hevur valt Jesus at ráða yvir jørðini, og í mun til nógvar stjórnarar í dag, ger Jesus altíð tað, sum er best fyri onnur. Hann fer at stjórna av kærleika, og hann fer at vera ein blíður, miskunnsamur og rættvísur kongur. – Esaias 11:4.

Øll hava tað gott saman

Í tí nýggja heiminum fer hvørki tjóðskapur ella etniskur uppruni at skapa trupulleikar millum menniskjuni. Nei, øll fara at hava tað gott saman. (Opinberingin 7:9, 10) Øll, sum búgva á jørðini, fara at elska Gud og næstan. Tey fara at samstarva um at taka sær av jørðini, akkurát sum Gud av fyrstan tíð ætlaði. – Sálmur 115:16.

Javnvág verður í náttúruni

Tá ið Guds ríki ræður, fer Gud, sum hevur skapt alt, at syrgja fyri, at javnvág verður í veðurlagnum. (Sálmur 24:1, 2) Tá ið Jesus var á jørðini, stillaði hann ein ógvisligan storm, og tað vísir, hvat hann er førur fyri at gera við kraft frá Gudi. (Markus 4:39, 41) So í framtíðini noyðist eingin at vera bangin fyri náttúruvanlukkum. Guds ríki fer at syrgja fyri, at friður verður millum djór og menniskju, og at eingin fer at skaða náttúruna. – Hoseas 2:18.

Øll hava góða heilsu og nokk at eta

Eingin verður sjúkur, gamal ella doyr. (Esaias 35:5, 6) Alt verður vakurt og reint, akkurát sum tað var í Edens urtagarði. Tá gav jørðin nógva grøði, og tað fer hon eisini at gera í nýggja heiminum, so øll fáa tað, sum tey hava brúk fyri. (1. Mósebók 2:9) Tað verður sum hjá Guds fólki í forðum, tá ið øll kundu eta seg mett. – 3. Mósebók 26:4, 5.

Tað verður friður, og øll føla seg trygg

Tá ið Guds ríki ræður yvir jørðini, verður friður og rættvísi allastaðni. Øll fara at vera góð og blíð við hvønn annan. Eingin fer at kríggjast, eingin fer at misnýta vald, og eingin fer at mangla nakað. Bíblian lovar: „Tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey.“ – Mika 4:3, 4.

Øll hava eitt gott stað at búgva og eitt arbeiði, sum teimum dámar

Øll fara at hava eitt stað at búgva, og eingin skal vera bangin fyri at missa hús og heim. Øll fara at hava nakað at gera, sum teimum dámar. Bíblian sigur, at eingin skal stríðast til onga nyttu. – Esaias 65:21-23.

Besta upplæringin

Bíblian lovar: „Jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN.“ (Esaias 11:9) Okkara Gud, Jehova, sum er ómetaliga vísur, fer at undirvísa øllum, sum liva tá, og læra tey meir um alt, sum hann hevur skapt. Tey fara ikki at brúka sína vitan til at gera vápn ella til at skaða onnur. (Esaias 2:4) Nei, tey fara at læra, hvussu tey kunnu liva saman í friði og einleika, og hvussu tey kunnu taka sær av jørðini. – Sálmur 37:11.

Ævigt lív

Gud gjørdi sær stóran ómak, tá ið hann skapti jørðina, tí hann vildi, at vit skuldu gleðast um lívið hvønn einasta dag. Hansara ætlan hevur altíð verið, at menniskjuni skulu liva um ævir á jørðini. (Sálmur 37:29; Esaias 45:18) Og fyri at fullføra sína ætlan fer Gud at gera deyðan til einkis. (Esaias 25:8) Bíblian sigur: „Deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ (Opinberingin 21:4) Gud fer at geva øllum menniskjum møguleika at liva um ævir – bæði teimum, sum hann bjargar, tá ið hann fer at beina fyri hesum ónda heimi, og øllum teimum deyðu, sum hann fer at geva lívið aftur í nýggja heiminum. – Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15.

Milliónatals menniskju fyrireika seg longu nú til at búgva í Guds nýggja heimi, sum er so nær. Sjálvt um tey eru ófullkomin, royna tey at vera soleiðis, sum Gud vil hava, at fólk skulu vera í hansara nýggja heimi. Hvussu gera tey tað? Tað gera tey við at læra meira um Jehova Gud og tann, sum hann sendi, Jesus Kristus. – Jóhannes 17:3.

Vilt tú vita meira um, hvussu tú kanst yvirliva heimsins enda og sleppa at búgva í einum nýggjum og betri heimi, sum er nær? So kanst tú biðja eitt Jehova vitni um at fáa eitt ókeypis bíbliuskeið við bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir.