Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 7

Rætta áskoðanin á leiðsluskipanina í samkomuni

Rætta áskoðanin á leiðsluskipanina í samkomuni

„Kristus er høvur samkomunnar, Hann, sum er Frelsari likams Síns.“ – EF. 5:23.

SANGUR NR. 137 Trúfastar kvinnur, kærar systrar

ENDAMÁL a

1. Hvat er ein av grundunum til, at familjan hjá Jehova er sameind?

 VIT eru so glað fyri at vera ein partur av familjuni hjá Jehova. Men hvat er tað, sum ger, at vit hava tað so gott saman og eru sameind? Ein av grundunum er, at vit øll gera okkara besta fyri at virða leiðsluskipanina hjá Jehova. Jú betur vit skilja, hvussu henda leiðsluskipanin fungerar, jú meira sameind verða vit.

2. Hvørjar spurningar fara vit at kanna í hesi greinini?

2 Í hesi greinini fara vit at kanna, hvussu vit kunnu fylgja leiðsluskipanini hjá Jehova í samkomuni. Vit fara millum annað at kanna hesar spurningarnar: Hvønn leiklut hava systrar í samkomuni? Kann mann siga, at ein og hvør bróðir er høvd yvir eini og hvørjari systur? Hava teir elstu í samkomuni sama slag av myndugleika, sum eitt familjuhøvd hevur yvir konu síni og børnunum? Fyrst fara vit at kanna, hvørja áskoðan vit skulu hava á systrar.

HVØRJA ÁSKOÐAN SKULU VIT HAVA Á SYSTRAR?

3. Hvussu kunnu vit vísa størri takksemi fyri alt tað, sum okkara systrar gera?

3 Vit eru so takksom fyri, at okkara systrar taka sær so væl av sínum egnu familjum, boða tey góðu tíðindini og hjálpa øðrum í samkomuni. Vit kunnu blíva enn meira takksom fyri tær, viss vit hugsa um, hvørja áskoðan Jehova og Jesus hava á tær. Vit kunnu eisini læra nógv av, hvussu Paulus fór við kvinnum.

4. Hvussu vísir Bíblian, at Jehova virðismetir menn og kvinnur líka nógv?

4 Bíblian vísir, at Jehova virðismetir menn og kvinnur líka nógv. Í fyrstu øld fingu bæði menn og kvinnur heilagan anda frá Jehova, so tey kundu gera undurverk, sum til dømis tosa fremmand mál. (Áps. 2:1-4, 15-18) Bæði menn og kvinnur eru blivin salvað við heilaga andanum og skulu vera kongar saman við Jesusi. (Gal. 3:26-29) Bæði menn og kvinnur fáa ævigt lív á jørðini. (Opinb. 7:9, 10, 13-15) Og bæði menn og kvinnur hava fingið ta viktigu uppgávuna at boða tey góðu tíðindini og gera lærisveinar. (Matt. 28:19, 20) Vit lesa til dømis um eina systur í Ápostlasøguni, sum æt Priskilla. Hon og maður hennara, Akvila, hjálptu Apollosi, sum var ein væl lærdur maður, at skilja sannleikan betur. – Áps. 18:24-26.

5. Hvussu vísir Lukas 10:38, 39, 42, at Jesus hevði virðing fyri kvinnum?

5 Jesus hevði virðing fyri kvinnum. Hann var ikki sum fariseararnir, ið hildu, at kvinnur vóru minni verdar enn menn. Teir vildu ikki tosa við kvinnur, tá ið onnur vóru til staðar, og teir tosaðu ongantíð við tær um Skriftirnar. Men Jesus tosaði um týðandi sannleikar við bæði menn og kvinnur. b (Les Lukas 10:38, 39, 42.) Hann hevði eisini kvinnur við sær, tá ið hann ferðaðist runt og boðaði. (Luk. 8:1-3) Og hann gav nøkrum kvinnum tann framíhjárættin at sleppa at fortelja ápostlunum, at hann var reistur upp frá deyðum. – Jóh. 20:16-18.

6. Hvussu vísti Paulus, at hann hevði virðing fyri kvinnum?

6 Paulus hevði virðing fyri kvinnum. Hann minti til dømis Timoteus á, hvussu viktigt tað er at vísa kvinnum virðing. Paulus segði við hann, at hann skuldi fara við eini eldri konu sum við eini mammu og við eini yngri konu sum við eini systur. (1. Tim. 5:1, 2) Paulus gjørdi nógv fyri at hjálpa Timoteusi at blíva ein búgvin kristin, men hann viðurkendi, at tað vóru mamma og omma Timoteus, sum fyrst høvdu lært hann um tær Heilagu skriftirnar. (2. Tim. 1:5; 3:14, 15) Og í brævinum, sum Paulus skrivaði til rómverjar, sendi hann heilsur til nakrar systrar og nevndi tær við navni. Hann legði ikki bara merki til tað, sum hesar systrarnar gjørdu, hann setti eisini orð á tað. – Róm. 16:1-4, 6, 12; Fil. 4:3.

7. Hvørjar spurningar fara vit at kanna nú?

7 Sum tey undanfarnu stykkini vísa, sigur Bíblian ikki, at systrar eru minni verdar enn brøður. Okkara kæru systrar gera so nógv gott, og teir elstu eru glaðir fyri, at tær eru við til at skapa frið og einleika í samkomuni. Men vit mangla at fáa svar upp á hesar spurningarnar: Hví krevur Jehova í ávísum førum, at ein systir skal hava eitt turriklæði ella okkurt líknandi á høvdinum? Og tá ið tað nú bara eru brøður, sum eru elstar og samkomutænarar, merkir tað so, at teir kunnu bestemma yvir øllum systrum í samkomuni? Kann mann siga, at teir eru høvd yvir systrunum?

ER EIN OG HVØR BRÓÐIR HØVD YVIR EINI OG HVØRJARI SYSTUR?

8. Er ein og hvør bróðir høvd yvir eini og hvørjari systur sambært Efesusbrævinum 5:23? Greið frá.

8 Tað stutta svarið er nei. Ein bróðir er ikki høvd yvir øllum systrunum í samkomuni – tað er Kristus, sum er tað. (Les Efesusbrævið 5:23.) Í familjuni er tað maðurin, sum er høvdið yvir konuni. Ein doyptur sonur hevur ikki myndugleika yvir mammu síni. (Ef. 6:1, 2) Og tann myndugleikin, sum elstar hava yvir sínum brøðrum og systrum í samkomuni, er avmarkaður. (1. Tess. 5:12; Hebr. 13:17) Hvussu so við eini stakari systur, sum er flutt heimanífrá? Hon vísir framvegis foreldrunum virðing, men pápi hennara hevur ikki longur myndugleika yvir henni. Hon vísir eisini teimum elstu virðing, men akkurát sum brøðurnir í samkomuni hevur hon bara eitt høvd yvir sær, og tað er Jesus.

Støk, sum eru flutt heimanífrá, hava Jesus sum høvd (Sí stykki 8)

9. Hví skulu systrar av og á hava eitt turriklæði ella líknandi á høvdinum?

9 Jehova vil, at hansara familja skal vera væl skipað. Tí hevur hann sett Jesus sum høvd yvir manninum, og hann hevur valt at lata menn ganga á odda í samkomuni. Jehova hevur ikki givið kvinnum sama myndugleika. (1. Tim. 2:12) Men viss ein systir av onkrari orsøk má taka sær av eini uppgávu, sum ein bróðir vanliga tekur sær av, sigur Bíblian, at hon skal hava okkurt á høvdinum. c (1. Kor. 11:4-7) Tað er ikki fyri at fáa systrarnar at føla seg minni verdar, at Jehova biður tær gera tað, men fyri at geva teimum møguleika at vísa, at tær virða hansara leiðsluskipan. Við hesum í huga fara vit nú at kanna spurningin: Hvønn myndugleika hava familjuhøvd og elstar?

HVØNN MYNDUGLEIKA HAVA FAMILJUHØVD OG ELSTAR?

10. Hví hevur ein elsti kanska hug at gera reglur í samkomuni?

10 Teir elstu elska Jesus, og teir elska „seyðin“, sum Jehova og Jesus hava biðið teir taka sær av. (Jóh. 21:15-17) Av tí at ein elsti er góður við tey í samkomuni, kundi hann kanska følt seg sum ein pápa fyri tey. Hann hugsar kanska, at viss eitt familjuhøvd kann gera reglur fyri at verja familjuna, so kann ein elsti eisini gera reglur fyri at verja samkomuna. Og nøkur í samkomuni vilja kanska gjarna hava teir elstu at vera sítt andaliga høvd og biðja teir taka avgerðir fyri seg. Men hava teir elstu í samkomuni og familjuhøvd sama myndugleika?

Elstar taka sær av andaliga og kensluliga tørvinum hjá teimum í samkomuni. Jehova hevur givið teimum ábyrgdina at halda samkomuna reina (Sí stykkini 11-12)

11. Hvussu líkist tann myndugleikin sum elstar og familjuhøvd hava?

11 Av tí sum Paulus skrivaði, skilja vit, at myndugleikin hjá familjuhøvdum og elstum líkist á summum økjum. (1. Tim. 3:4, 5) Til dømis vil Jehova, at øll í familjuni skulu akta tann, sum er familjuhøvd. (Kol. 3:20) Og hann vil, at øll í samkomuni skulu akta teir elstu. Jehova væntar, at bæði familjuhøvd og elstar syrgja fyri, at tey, sum teir hava ábyrgd av, hava tað gott bæði andaliga og kensluliga. Og tá ið onkur í samkomuni hevur trupulleikar, mugu teir elstu, akkurát sum ein góður pápi, syrgja fyri, at viðkomandi fær ta neyðugu hjálpina. (Ják. 2:15-17) Haraftrat væntar Jehova, at bæði elstar og familjuhøvd hjálpa øðrum at fylgja hansara normum. Hann ávarar teir eisini um, at teir ikki mugu fara ’út um tað, sum stendur skrivað’ í Bíbliuni. – 1. Kor. 4:6.

Familjuhøvd hava fingið myndugleika frá Jehova til at taka avgerðir í familjuni. Áðrenn teir gera tað, tosa teir við konuna (Sí stykki 13)

12-13. Hvussu er myndugleikin hjá familjuhøvdum øðrvísi enn myndugleikin hjá elstum sambært Orðtøkunum 6:20?

12 Men tað er eisini stórur munur á myndugleikanum, sum ein elsti hevur, og myndugleikanum, sum eitt familjuhøvd hevur. Til dømis hevur Jehova givið teimum elstu uppgávuna at døma og eisini ábyrgd at útihýsa syndarum, viss teir ikki angra. – 1. Kor. 5:11-13.

13 Men familjuhøvd hava fingið myndugleika frá Jehova til at gera nakað, sum teir elstu ikki kunnu gera. Til dømis hevur hann givið teimum myndugleika at gera reglur í familjuni og syrgja fyri, at øll fylgja teimum. (Les Orðtøkini 6:20.) Ein pápi kann millum annað gera av, nær børnini skulu vera heima um kvøldarnar. Hann kann eisini gera av, hvørjar avleiðingar tað skal fáa, viss tey ikki akta. (Ef. 6:1) Sjálvandi tosar ein góður pápi við konuna hjá sær, áðrenn hann ger reglur í familjuni – tey eru jú „eitt hold“. dMatt. 19:6.

VIT MUGU VÍSA VIRÐING FYRI JESUSI, SUM ER HØVD YVIR SAMKOMUNI

Jesus, ið hevur Jehova sum høvd, gevur kristnu samkomuni vegleiðing (Sí stykki 14)

14. (a) Hví er tað hóskandi, at Jehova hevur valt Jesus at vera høvd yvir samkomuni sambært Markus 10:45? (b) Hvørja ábyrgd hevur stýrandi ráðið? (Sí rammuna „ Hvørja ábyrgd hevur stýrandi ráðið?“)

14 Við loysigjaldinum hevur Jehova keypt hvønn einstakan í samkomuni og eisini øll onnur, sum við tíðini fáa trúgv á Jesus. (Les Markus 10:45; Áps. 20:28; 1. Kor. 15:21, 22) Av tí at Jesus gav sítt lív fyri okkum, er tað hóskandi, at Jehova valdi hann at vera høvd yvir samkomuni. Tí hevur Jesus myndugleika til at gera reglur um, hvat einstaklingar, familjur og øll samkoman skal gera. Og hann hevur rætt til at tryggja sær, at vit fylgja hesum reglunum. (Gal. 6:2) Men Jesus ger ikki bara reglur. Hann gevur okkum andaliga føði og tekur sær væl av okkum. – Ef. 5:29.

15-16. Hvat kunnu vit læra av tí, sum Marley og Benjamin siga?

15 Tá ið systrar fylgja vegleiðingini, sum tær fáa frá teimum elstu, vísa tær Jesusi virðing. Tað er jú hann, sum hevur útnevnt teir til at taka sær av samkomuni. Marley, ein systir í USA, sigur nakað, sum nógvar systrar taka undir við. Hon sigur: „Mær dámar væl tann leiklutin, eg havi sum kona og sum systir í samkomuni. Eg má tó alla tíðina arbeiða upp á at hava tann rætta hugburðin til tann myndugleikan, sum Jehova hevur givið manninum hjá mær og teimum elstu. Men teir gera tað tíbetur lættari hjá mær, tí teir virða meg og siga við meg, at teir virðismeta tað, sum eg geri.“

16 Tá ið brøður vísa virðing fyri systrunum í samkomuni, vísa teir, at teir skilja leiðsluskipanina hjá Jehova. Benjamin, ein bróðir í Onglandi, sigur: „Eg havi lært so nógv av tí, sum systrarnar svara á møtunum, og av teirra uppskotum um, hvussu mann studerar og fær betri úrslit í boðanini. Eg haldi, tær gera eitt fantastiskt arbeiði.“

17. Hví skulu vit virða leiðsluskipanina hjá Jehova?

17 Tá ið øll í samkomuni – menn, kvinnur, familjuhøvd og elstar – virða leiðsluskipanina hjá Jehova, er friður í samkomuni. Og tað besta av øllum er, at vit æra okkara góða pápa í himli, Jehova. – Slm. 150:6.

SANGUR NR. 123 Trúføst undir Guds skipan

a Hvønn leiklut hava systrar í samkomuni? Hava brøðurnir í samkomuni myndugleika yvir systrunum? Hava elstar og familjuhøvd sama slag av myndugleika? Í hesi greinini fara vit at kanna, hvat Bíblian sigur um hesar spurningarnar.

bstykki 6 í greinini „Støt søstrene i din menighed“ í Vakttorninum frá september 2020.

d Hvør skal gera av, hvørja samkomu ein familja skal hoyra til? Tað fært tú at vita í stykkjunum 17-19 í greinini „Hav respekt for andres plads i Jehovas menighed“ í Vakttorninum frá august 2020.

e Fleiri upplýsingar um hetta evnið eru at finna í bókini ’Haldið tykkum í kærleika Guds’, síðurnar 209-212.

f Fleiri upplýsingar um stýrandi ráðið eru at finna í Vakttorninum frá 15. juli 2013, síðurnar 20-25.