Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 13

Vit verða glað, tá ið vit tilbiðja Jehova

Vit verða glað, tá ið vit tilbiðja Jehova

„Verdur ert Tú, Harri og Gud okkara, at fáa dýrd, heiður og mátt!“ – OPINB. 4:11.

SANGUR NR. 31 Liv við Gudi!

ENDAMÁL *

1-2. Hvat skal til, fyri at Jehova kann góðkenna okkara tilbiðing?

 HVAT hugsar tú, tá ið tú hoyrir orðið „tilbiðing“? Kanska hugsar tú um ein bróður, sum liggur á knæ og biður til Jehova, áðrenn hann fer í song. Ella kanska hugsar tú um eina familju, sum hugnar sær, meðan tey studera Bíbliuna.

2 Bæði tað, sum bróðirin ger, og tað, sum familjan ger, eru dømi um tilbiðing. Jehova góðkennir teirra tilbiðing, tí tey gera hansara vilja og elska og virða hann. Vit elska Jehova, og vit vita, at hann hevur uppiborið, at vit tilbiðja hann. Og tí vilja vit gera tað upp á tann allarbesta mátan.

3. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

3 Í hesi greinini fara vit at læra, hvussu Jehova vildi, at tey, sum livdu á Bíbliunnar døgum, skuldu tilbiðja hann. Vit fara eisini at kanna átta mátar, sum Jehova vil, at vit skulu tilbiðja hann upp á í dag. Meðan vit gera tað, kunnu vit hugsa um, um vit kunnu gera hesi tingini betur. Vit fara eisini at tosa um, hví vit verða glað, tá ið vit tilbiðja Jehova upp á tann rætta mátan.

TILBIÐING, SUM JEHOVA GÓÐKENDI Á BÍBLIUNNAR DØGUM

4. Hvussu vístu menniskju, sum livdu áðrenn Jesus, at tey virdu og elskaðu Jehova?

4 Trúfastir menn, sum livdu áðrenn Jesus, sum til dømis Ábel, Nóa, Ábraham og Job, elskaðu Jehova og høvdu virðing fyri honum. Tað vístu teir, við tað at teir vóru lýdnir, høvdu trúgv og ofraðu til Jehova. Í Bíbliuni stendur ikki út í æsir, hvussu teir skuldu tilbiðja Jehova, men tað er týðiligt, at teir gjørdu sítt besta, og at Jehova góðtók teirra tilbiðing. Seinni gav Jehova ísraelsmonnum Móselógina, og í henni stóð nágreiniliga, hvussu fólkið skuldi tilbiðja Jehova.

5. Hvørjari lóg skulu tey kristnu fylgja, tá ið tey tilbiðja Jehova?

5 Eftir Jesu deyða og uppreisn, skuldu tey, sum tilbóðu Jehova, ikki longur fylgja Móselógini. (Róm. 10:4) Tey kristnu fingu eina nýggja lóg: „Lóg Kristusar“. (Gal. 6:2) Henda lógin hevði við sær, at tey ikki longur skuldu minnast og fylgja eini rúgvu av reglum, men í staðin royna at vera sum Jesus og gera, sum hann segði. Tá ið vit gera okkara besta fyri at fylgja hesi lógini, gleða vit Jehova og fáa nýggja styrki. – Matt. 11:29NW.

6. Hvussu kann henda greinin hjálpa tær?

6 Meðan vit kanna ymiskar síður av okkara tilbiðing, kanst tú spyrja teg sjálvan: Hvørji framstig havi eg gjørt á hesum økjunum, og hvat kann eg gera betur? Tú mást endiliga gleðast um tey framstigini, tú longu hevur gjørt, men tað er eisini viktigt, at tú biður Jehova hjálpa tær at síggja, hvat tú kanst gera betur.

HVAT FEVNIR OKKARA TILBIÐING UM?

7. Hvussu dámar Jehova okkara inniligu bønir?

7 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit biðja til hansara. Bíblian samanber okkara bønir við tað roykilsið, sum bleiv brent í tabernaklinum og seinni í templinum. Hetta roykilsið var ikki blandað tilvildarliga, men var gjørt við nærlagni. (Slm. 141:2) Jehova dámdi væl angan av hesum roykilsinum, og upp á sama máta dámar honum væl okkara bønir, eisini sjálvt um vit ikki duga so væl at orða okkum. (Orðt. 15:8; 5. Mós. 33:10) Vit kunnu vera heilt vís í, at Jehova verður glaður, tá ið vit fortelja honum, hvussu góð vit eru við hann, og hvussu takksom vit eru fyri alt tað, sum hann hevur gjørt fyri okkum. Jehova vil eisini gjarna hoyra, hvørjum vit stúra fyri, hvat vit gleða okkum til, og hvat vit ynskja okkum. Áðrenn vit biðja til Jehova, er tað gott, at vit hugsa um, hvat vit vilja siga við hann. Upp á tann mátan kunnu vit geva honum tað allarbesta roykilsið.

8. Nær er eitt gott høvi at lovprísa Gudi?

8 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit lovprísa honum. (Slm. 34:2) Tað vil siga, at vit fortelja øðrum, hvussu fantastiskur Jehova er, og hvat hann hevur gjørt fyri okkum. Hvussu fáa vit hug at fortelja øðrum um hann? Við at vera takksom fyri tað, sum hann ger. Tí mugu vit taka okkum stundir at meditera um tað. Boðanin er eitt serliga gott høvi at „bera Gudi fram lovoffur – tað er ávøkstur varra“. (Hebr. 13:15) Líkasum at tað er gott, at vit hugsa um, hvat vit vilja siga, áðrenn vit biðja til Jehova, er tað eisini gott, at vit hugsa um, hvat vit vilja siga í boðanini. Vit vilja geva Jehova tað allarbesta lovofrið, og tí eru vit eldhugað, tá ið vit boða.

9. Hví er tað gott hjá okkum at ganga á møti? Hvussu hava møtini hjálpt tær?

9 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit eru á møti. Ísraelsmenn fingu hesi boðini: „Tríggjar ferðir um árið skulu allir av mannkyni hjá tær stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns, á staðnum ið Hann útvelur.“ (5. Mós. 16:16) Tað hevði við sær, at teir máttu fara frá húsum og økrum, og eingin var eftir at verja tað. Men Jehova lovaði teimum: „Eingin skal tráa eftir landi tínum, meðan tú … fert at stíga fram fyri ásjón HARRANS Guds tíns.“ (2. Mós. 34:24) Ísraelsmenn høvdu fult álit á Jehova og fóru tí á árligu høgtíðirnar. Tað gagnaði teimum upp á nógvar mátar – teir fingu meira kunnleika um Guds lóg, teir fingu stundir at hugsa um alt tað, Jehova gjørdi fyri teir, og teir kundu hugna sær saman við øðrum, sum eisini elskaðu Jehova. (5. Mós. 16:15) Tað er tað sama hjá okkum – vit fáa líknandi signingar, tá ið vit gera alt, vit kunnu, fyri at fara á møti. Og hugsa tær, hvussu glaður Jehova verður, tá ið vit hava fyrireikað eitt gott og stutt svar!

10. Hví er sangur ein týðandi partur av okkara tilbiðing?

10 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit syngja saman. (Slm. 28:7) Hjá ísraelsmonnum var tað at syngja ein týðandi partur av teirra tilbiðing. Dávid kongur gav 288 levitum til uppgávu at syngja við templið. (1. Krøn. 25:1, 6-8) Vit kunnu eisini prísa Jehova í sangi í dag og upp á tann mátan vísa honum, at vit elska hann. Men, hvat viss vit ikki duga so væl at syngja? So kunnu vit hugsa um hetta: Tá ið vit tosa, siga vit ikki altíð tað rætta, men tað forðar okkum ikki í at tosa, hvørki í samkomuni ella í boðanini. (Ják. 3:2) Tað er tað sama, tá ið vit syngja – sjálvt um vit ikki halda, at vit duga so væl, skal tað ikki forða okkum í at prísa Jehova í sangi.

11. Hví skulu vit sambært Sálmi 48:14 seta tíð av til at studera saman sum familja?

11 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit lesa í Bíbliuni og læra børnini um Jehova. Ísraelsmenn hildu sabbat, og á tí degnum arbeiddu teir ikki, men brúktu sína tíð upp á sítt vinalag við Jehova. (2. Mós. 31:16, 17) Trúfastir ísraelsmenn tosaðu ofta við børnini um Jehova. Í dag er tað eisini viktigt, at vit taka okkum tíð til at lesa í Bíbliuni og studera hana. Tað er ein partur av okkara tilbiðing av Jehova, og tað hjálpir okkum at fáa eitt enn betri vinalag við hann. (Slm. 73:28) Tá ið vit studera saman sum familja, hjálpa vit børnunum at elska Jehova og fáa eitt persónligt vinalag við hann. – Les Sálm 48:14.

12. Hvussu metti Jehova arbeiðið, sum hevði við tabernaklið at gera, og hvat læra vit av tí?

12 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit byggja og viðlíkahalda bygningar hjá samskipanini. Jehova metti tað at gera tabernaklið og alla útgerðina sum heilaga tænastu. (2. Mós. 36:1, 4) Í dag metir hann eisini arbeiðið við at byggja ríkissalir og aðrar teokratiskar bygningar sum heilaga tænastu. Summir brøður og systrar brúka nógva orku í hesum arbeiðinum, og tað eru vit øgiliga glað fyri. Tey brúka sjálvandi eisini tíð í boðanini, og summi av teimum vilja gjarna vera pionerar. Viss tey søkja um tað og liva upp til krøvini, góðkenna teir elstu sjálvandi umsóknina. Tað vísir, at teir seta prís upp á hesar røsku vinirnar og stuðla byggiarbeiðinum. Tað er ikki vist, at vit øll kunnu vera við til at byggja, men vit kunnu øll vera við til at vaska og viðlíkahalda bygningarnar.

13. Hvat skulu vit hugsa um stuðulin, sum vit lata?

13 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit lata stuðul til ríkisins arbeiði. Tá ið ísraelsmenn fóru á høgtíðirnar, máttu teir ikki koma tómhentir fram fyri Jehova. (5. Mós. 16:16) Teir skuldu hava eina gávu við, alt eftir hvat teir høvdu ráð til. Upp á tann mátan vístu teir Jehova, hvussu takksamir teir vóru fyri alt tað góða, hann gjørdi fyri teir. Hvussu kunnu vit vísa, at vit elska Jehova og eru takksom fyri alt, sum hann gevur okkum? Eitt, vit kunnu gera, er at lata stuðul til samkomuna hjá okkum og til heimsumfatandi arbeiðið, alt eftir hvat vit hava ráð til. Paulus segði tað upp á henda mátan: „Viljin er væl fagnaður, har sum hann er – eftir tí, sum hann hevur, og ikki eftir tí, sum hann ikki hevur.“ (2. Kor. 8:4, 12) Jehova verður glaður, tá ið vit lata stuðul, óansæð hvussu nógv vit kunnu geva. – Mark. 12:42-44; 2. Kor. 9:7.

14. Hvat heldur Jehova sambært Orðtøkunum 19:17, um at vit hjálpa okkara brøðrum og systrum?

14 Vit tilbiðja Jehova, tá ið vit hjálpa okkara brøðrum og systrum. Jehova lovaði ísraelsmonnum, at viss teir hjálptu teimum fátæku, fór hann at signa teir. (5. Mós. 15:7, 10) Hvørja ferð vit hjálpa okkara brøðrum og systrum, sær Jehova tað faktiskt sum eina gávu til hansara. (Les Orðtøkini 19:17.) Einaferð Paulus var í fongsli, fekk hann eina gávu frá vinunum í Filippi. Hann segði, at hon var sum eitt offur til Jehova, sum hann tók væl ímóti. (Fil. 4:18) Royn at hugsa um tey í tíni samkomu, og spyr teg sjálvan: Hvørjum kann eg hjálpa? Tað gleðir Jehova, tá ið vit brúka okkara tíð, orku, førleikar og pengar til at hjálpa okkara brøðrum og systrum. Og Jehova sær hetta sum ein part av okkara tilbiðing. – Ják. 1:27.

VIT VERÐA GLAÐ, TÁ IÐ VIT TILBIÐJA JEHOVA

15. Hví er tað ikki ein tung byrða at tilbiðja Jehova?

15 Tað at tilbiðja Jehova krevur bæði tíð og orku. Men tað er ikki ein tung byrða, tí vit elska Jehova. (1. Jóh. 5:3) Ímynda tær ein lítlan drong, sum gjarna vil geva pápa sínum eina gávu. Hann brúkar nógva tíð at tekna eina flotta mynd til pápan. Hann er ikki keddur um, at tað tekur langa tíð, tí hann elskar pápa sín og vil gjarna geva honum hesa gávuna. Tað er tað sama við okkum. Vit elska Jehova, og tí vilja vit gjarna brúka okkara tíð og orku upp á hann.

16. Hvussu sær Jehova sambært Hebrearabrævinum 6:10 upp á tað, vit geva honum?

16 Foreldur, sum hava fleiri børn, vita, at børnini eru ymisk og ikki klára tað sama, og tí forvænta tey ikki tær somu gávurnar frá teimum. Jehova er sum ein góður pápi, og hann skilur eisini, at vit eru ymisk og hava ymiskar umstøður. Kanska fært tú gjørt meira enn nógv onnur, men tað kann eisini vera, at tú ikki fært gjørt so nógv, tí tú ert komin upp í árini, hevur ringa heilsu ella hevur familju at taka tær av. Tað mást tú ikki vera keddur um. (Gal. 6:4) Jehova sær, hvat tú gert og fer ongantíð at gloyma tað. Jehova elskar teg fyri, at tú hevur tað rætta motivið og vilt geva honum tað besta. (Les Hebrearabrævið 6:10.) Hann sær enntá alt tað góða, tú kundi hugsað tær at gjørt. Jehova vil, at tú skalt vera glaður og nøgdur um tað, sum tú gevur honum.

17. (a) Hvat kunnu vit gera, viss vit halda, at okkurt í sambandi við okkara tilbiðing er ringt? (b) Hvussu hevur okkurt av tí, sum er í rammuni „ Soleiðis verður tú glaðari“ hjálpt tær?

17 Hvat kunnu vit gera, viss vit halda, at okkurt í sambandi við okkara tilbiðing er ringt, sum til dømis at studera persónliga ella fara í boðanina? Tað kann kanska hjálpa okkum at gera tað oftari, tí so verður tað helst lættari og stuttligari. Vit kunnu samanbera tað við at íðka okkurt slag av ítrótti ella spæla eitt ljóðføri. Viss vit bara gera tað av og á, gera vit nokk eingin framstig. Men hvat viss vit seta okkum fyri at gera tað hvønn dag – kanska bara nakrar fáar minuttir at byrja við? So verða vit dugnaligari, tað verður stuttligari, og vit fara at gleða okkum til hesar løturnar. Dugir tú at síggja, hvussu tú kanst brúka hesa mannagongdina í tilbiðingini?

18. Hvat skulu vit gera fyri at fáa eitt meiningsfult lív, og hvat verður úrslitið?

18 Tað viktigasta, vit kunnu gera, er at tilbiðja Jehova. Tá ið vit gera tað, fáa vit eitt gott og meiningsfult lív, og vit fáa vón um at tæna Jehova í allar ævir. (Orðt. 10:22) Vit hava frið í sinninum, tí vit vita, at Jehova fer at hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar. (Es. 41:9, 10) Ja, vit hava nógvar grundir at vera glað, tá ið vit tilbiðja Jehova. Hann hevur uppiborið at fáa ’dýrd og heiður’ frá øllum sínum skapningum. – Opinb. 4:11.

SANGUR NR. 24 Komið niðan á fjall Jehova!

^ Jehova hevur skapt alt, og tí hevur hann uppiborið, at vit tilbiðja hann. Jehova kann góðtaka okkara tilbiðing, tá ið vit akta hann og fylgja hansara normum. Í hesi greinini fara vit at kanna átta ymisk ting, sum eru ein partur av okkara tilbiðing. Vit fara at læra, hvussu vit blíva betri til hesi tingini, og hvussu tað ger okkum glaðari.