Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

LESTRARGREIN 14

SANGUR NR. 56 Vel sannleikan

Vit mugu gerast búgvin

Vit mugu gerast búgvin

’Vit mugu gerast búgvin.’HEBR. 6:1, Nýggi Sáttmálin.

HØVUÐSTANKIN

Ein andaliga búgvin kristin hugsar og ger tað, sum Jehova vil, og hann dugir at taka góðar avgerðir.

1. Hvat væntar Jehova av okkum?

 EIN tann størsta løtan í lívinum hjá einum hjúnum er, tá ið tey fyrstu ferð fáa sítt lítla nýfødda barn í føvningin. Foreldrini elska sjálvsagt henda lítla nýføðingin, men fyri tað vilja tey ikki, at hann skal blíva við at vera eitt pinkubarn. Nei, tey høvdu helst blivið øgiliga stúrin, um barnið ikki vaks, sum tað skuldi. Nakað tað sama er galdandi hjá Jehova. Hann er glaður, tá ið vit byrja at tæna honum, men hann vil ikki, at vit skulu blíva við at vera andalig pinkubørn. (1. Kor. 3:1) Hann vil, at vit skulu vaksa til og blíva andaliga búgvin. – 1. Kor. 14:20.

2. Hvat fara vit at kanna í hesi greinini?

2 Hvat ber tað í sær at blíva andaliga búgvin? Hvat skulu vit gera fyri at blíva tað? Hví er tað viktigt at kanna teir djúpu sannleikarnar í Bíbliuni? Hví mugu vit ikki blíva for sjálvsikkur? Tað fáa vit at vita í hesi greinini.

HVAT BER TAÐ Í SÆR AT BLÍVA ANDALIGA BÚGVIN?

3. Hvat ber tað í sær at blíva andaliga búgvin?

3 Grikska orðið, sum í 1. Korintbrævi 14:20 verður umsett til „fullvaksnir“, kann eisini merkja „búgvin“ og „fullkomin“. a (1. Kor. 2:6) Upp á sama máta sum eitt lítið barn blívur við at vaksa og sum frá líður verður vaksið, mugu vit eisini blíva við at vaksa andaliga og fáa tættari samband við Jehova. Men sjálvt tá ið vit eru blivin andaliga búgvin, mugu vit blíva við at gera framstig. (1. Tim. 4:15) Øll, sum tæna Jehova, eisini tey sum eru heilt ung, kunnu blíva andaliga búgvin. Men hvussu vita vit, um vit eru tað?

4. Hvussu hevði tú lýst ein, sum er andaliga búgvin?

4 Ein, sum er andaliga búgvin, roynir at liva upp til alt tað, sum Jehova væntar av honum. Hann ger ikki bara tað, sum hann sjálvur hevur hug til. Av tí at hann er ófullkomin, ger hann sjálvandi mistøk av og á. Men hvønn dag ger hann sítt besta fyri at hugsa og liva í samsvari við Guds vilja. Hann hevur latið seg í ta nýggju persónligheitina og roynir alla tíðina at hugsa meira og meira sum Jehova. (Ef. 4:22-24) Hann hevur ikki brúk fyri eini rúgvu av reglum, sum siga honum, hvat hann skal gera og ikki gera, tí hann hevur lært seg at taka góðar avgerðir við at hugsa um lógirnar og meginreglurnar hjá Jehova. Og tá ið hann hevur tikið eina avgerð, ger hann tað, sum hann hevur sett sær fyri. – 1. Kor. 9:26, 27.

5. Hvat kann henda, viss mann ikki er andaliga búgvin? (Efesusbrævið 4:14, 15)

5 Ein, sum ikki arbeiðir upp á at blíva andaliga búgvin, kann lættliga lata seg lumpa av menniskjum, sum brúka ’snildir’ og ’svikabrøgd’, og hann fer kanska at lurta eftir konspiratiónsteorium ella fráfalnum. b (Les Efesusbrævið 4:14, 15.) Hann er kanska øvundsjúkur, klandrutur ella verður lætt fornermaður. Og hann kann eisini vera lættur at lokka til at gera nakað skeivt. – 1. Kor. 3:3.

6. Hvat kann tað at blíva andaliga búgvin samanberast við? (Hygg eisini at myndini.)

6 Sum nevnt samanber Bíblian tað at blíva andaliga búgvin við tað at blíva vaksin. Børn hava nógv at læra, og tí hava tey brúk fyri hjálp og vegleiðing frá vaksnum. Vit kunnu lýsa tað við einum dømi. Ein mamma sigur við dóttur sína, at hon skal leiða hana, meðan tær fara yvir um vegin. So hvørt sum gentan verður eldri, lovar mamman henni kanska at fara yvir um vegin einsamøll, men minnir hana á, at hon skal hyggja báðar vegir og ansa væl eftir bilunum. Tá ið gentan so verður vaksin, dugir hon at ansa eftir sær sjálvari í ferðsluni. Akkurát sum eitt barn hevur brúk fyri hjálp frá vaksnum, viss tað skal gangast tí væl, hevur ein, sum er andaliga óbúgvin, ofta brúk fyri hjálp frá nøkrum, sum eru andaliga búgvin, viss tað skal gangast honum væl andaliga sæð. Men tá ið hann so er blivin andaliga búgvin, dugir hann at brúka meginreglurnar í Bíbliuni fyri at finna út av, hvussu Jehova sær upp á tingini, og tað hjálpir honum at taka góðar avgerðir.

Tey, sum ikki eru andaliga búgvin, mugu læra at taka góðar avgerðir við at brúka bíbilskar meginreglur (Sí stykki 6)


7. Eru tað bara tey, sum ikki eru andaliga búgvin, sum hava brúk fyri hjálp frá øðrum?

7 Vil tað siga, at tey, sum eru andaliga búgvin, ongantíð hava brúk fyri hjálp frá øðrum? Nei, tey hava eisini brúk fyri hjálp av og á. Tey royna at læra av tí, sum onnur vita og hava upplivað, men skilja samstundis, at Jehova væntar, at tey skulu „bera sína egnu byrði“. (Gal. 6:5) Men ein, sum ikki er andaliga búgvin, vil kanska hava onnur at siga, hvat hann skal gera.

8. Hvussu kunnu andaliga búgvin kristin vera ymisk?

8 Akkurát sum øll eru ymisk í útsjónd, eru andaliga búgvin kristin ymisk, tá ið talan er um sterkar síður. Til dømis kunnu nøkur vera øgiliga klók, meðan onnur eru ótrúliga djørv. Summi eru gestablíð, og onnur duga væl at vísa samkenslu. Og so kunnu tvey andaliga búgvin kristin, sum eru í somu støðu, eisini taka ymiskar avgerðir, sum báðar eru í samsvari við Bíbliuna. Soleiðis er tað ofta, tá ið talan er um samvitskuspurningar. Tí døma vit ikki hvønn annan, viss vit taka ymiskar avgerðir. Tað, sum hevur týdning, er, at vit halda saman og varðveita friðin. – Róm. 14:10; 1. Kor. 1:10.

HVUSSU VERÐA VIT ANDALIGA BÚGVIN?

9. Verður mann andaliga búgvin heilt av sær sjálvum?

9 Eitt barn veksur heilt av sær sjálvum, men soleiðis er tað ikki, tá ið talan er um andaligan vøkstur. Vit kunnu taka tey kristnu í Korint sum dømi. Tey tóku ímóti gleðiboðskapinum, blivu doypt, fingu av heilaga andanum og lærdu nógv av tí, sum Paulus fortaldi teimum. (Áps. 18:8-11) Men fleiri ár seinni vóru nógv av teimum framvegis andaliga óbúgvin. (1. Kor. 3:2) Hvussu kunnu vit tryggja okkum, at tað ikki hendir hjá okkum?

10. Hvat skulu vit gera fyri at blíva andaliga búgvin? (Judasarbrævið 20)

10 Tað fyrsta, sum skal til fyri at blíva andaliga búgvin, er, at mann skal vilja tað. Tey, sum eru nøgd við at vera andalig pinkubørn, verða ongantíð búgvin. (Orðt. 1:22) Nøkur, sum eru blivin vaksin, blíva við at lata foreldrini taka avgerðir fyri seg. Men soleiðis vilja vit ikki vera. Vit vilja sjálv taka ábyrgd fyri okkara andaliga vøkstri. (Les Judasarbrævið 20.) Viss tú enn arbeiðir upp á at blíva andaliga búgvin, kanst tú biðja Jehova geva tær bæði styrki og vilja til at gera andalig framstig. – Fil. 2:13.

11. Hvussu hjálpir Jehova okkum at blíva andaliga búgvin? (Efesusbrævið 4:11-13)

11 Jehova væntar ikki, at vit sjálv skulu klára at blíva andaliga búgvin. Hann hevur givið okkum elstar, sum undirvísa okkum í samkomuni, og teir vilja gjarna hjálpa okkum at blíva fullvaksin og búgvin sum Jesus. (Les Efesusbrævið 4:11-13.) Jehova hevur eisini givið okkum heilaga andan, sum hjálpir okkum at fáa „sinni Kristusar“. (1. Kor. 2:14-16) Og hann hevur syrgt fyri, at nógv av tí, sum Jesus segði og gjørdi, meðan hann var á jørðini, bleiv varðveitt í teimum fýra evangeliunum. Viss vit royna at taka eftir Jesusi í tonkum og gerðum, kunnu vit røkka málinum og blíva andaliga búgvin.

TÝDNINGURIN AV ANDALIGARI FØÐI

12. Hvat eru ’byrjanarlærdómarnir um Krist’?

12 Viss vit vilja verða andaliga búgvin, mugu vit ikki vera nøgd við ’byrjanarlærdómarnar um Krist’, til dømis tað, sum Bíblian sigur um angur, trúgv, dóp og uppreisn av deyðum. (Hebr. 6:1, 2, Nýggi Sáttmálin) Hesar lærurnar eru sjálvt grundarlagið fyri okkara trúgv. Og tí var tað hesar sannleikarnar, Pætur tosaði um, tá ið hann boðaði fyri menniskjum á hvítusunnudegnum í ár 33. (Áps. 2:32-35, 38) Viss vit skulu fylgja Jesusi, mugu vit trúgva upp á hesar grundleggjandi lærurnar. Paulus segði til dømis, at tey, sum ikki vilja trúgva upp á uppreisnina, avnokta alla ta kristnu trúnna. (1. Kor. 15:12-14) Men sjálvt um hesar grundleggjandi lærurnar hava týdning, mugu vit blíva við at læra meira.

13. Hvussu kunnu vit fáa okkum av tí andaligu føðini, sum verður nevnd í Hebrearabrævinum 5:14? (Hygg eisini at myndini.)

13 Í mun til tær grundleggjandi lærurnar fevnir tann fasta andaliga føðin ikki bara um lógirnar hjá Jehova, men eisini meginreglurnar. Og tær hjálpa okkum at skilja, hvussu hann hugsar. Fyri at fáa nyttu av tí andaligu føðini mugu vit kanna Bíbliuna, hugsa um tað, sum vit lesa, og síðani gera okkara besta fyri at fylgja tí, sum vit hava lært. Viss vit gera tað, læra vit okkum at taka avgerðir, sum Jehova dámar. cLes Hebrearabrævið 5:14.

Føst andalig føði hjálpir okkum at taka góðar avgerðir, sum gleða Jehova (Sí stykki 13) d


14. Hvussu hjálpti Paulus teimum í Korint at blíva andaliga búgvin?

14 Tað kann vera eitt stríð hjá teimum, sum ikki eru andaliga búgvin, at taka eina avgerð, tá ið eingin beinleiðis lóg er í Bíbliuni. Summi halda, at tey kunnu gera, akkurát sum tey vilja, viss eingin lóg er. Og onnur vilja gjarna hava eina lóg, sjálvt tá ið tað ikki er neyðugt. Tað virkar sum, at nøkur í Korint spurdu Paulus, um tey kundu eta kjøt, sum hevði verið ofrað til ein avgud. Men í staðin fyri at siga, hvat tey skuldu gera, segði hann, at tey kundu velja at gera tað, sum tey eftir síni egnu samvitsku hildu vera rætt. Hann nevndi nakrar bíbilskar meginreglur, sum kundu hjálpa teimum at taka eina avgerð, ið hvørki gav teimum ringa samvitsku ella fekk onnur at snáva. (1. Kor. 8:4, 7-9) So Paulus lærdi tey at brúka Skriftirnar, tá ið tey skuldu taka avgerðir, heldur enn at leita eftir reglum ella spyrja onnur. Soleiðis royndi hann at hjálpa teimum at blíva andaliga búgvin.

15. Hvussu hjálpti Paulus teimum kristnu í Judea at gera andalig framstig?

15 Vit kunnu eisini læra nakað av tí, sum Paulus skrivaði til tey kristnu í Judea. Fleiri av teimum vóru hildin uppat at gera andalig framstig. Tey høvdu faktiskt aftur brúk fyri at fáa ’mjólk og ikki fasta føði’. (Hebr. 5:12, Dahl/Viderø) Jehova syrgdi fyri góðari undirvísing í samkomuni, men tey høvdu ikki fylgt við. (Orðt. 4:18) Til dømis fylgdu nógv av teimum framvegis Móselógini, sjálvt um hon var blivin avtikin umleið 30 ár frammanundan, tá ið Jesus ofraði sítt lív. (Róm. 10:4; Tit. 1:10) Mann skuldi trúð, at tey høvdu havt nóg nógva tíð til at broyta hugburð hesi 30 árini. Øll, sum hava lisið Hebrearabrævið, eru helst samd um, at tað er føst andalig føði. Og tað var akkurát tað, sum kundi hjálpa teimum at skilja, at tann nýggi mátin at tilbiðja Jehova upp á, var nógv betri enn tann gamli. Brævið gav teimum eisini dirvi til at boða, sjálvt um tey fingu mótstøðu frá jødunum í samfelagnum. – Hebr. 10:19-23.

HVÍ MUGU VIT IKKI BLÍVA FOR SJÁLVSIKKUR?

16. Hvat mugu vit gera, tá ið vit eru blivin andaliga búgvin?

16 Vit mugu gera okkum ómak fyri at blíva andaliga búgvin, men vit mugu eisini gera okkum ómak fyri at blíva við at vera tað. Vit mugu altso ikki blíva for sjálvsikkur. (1. Kor. 10:12) Bíblian sigur, at vit javnan skulu rannsaka okkum sjálv fyri at tryggja okkum, at vit gera andalig framstig. – 2. Kor. 13:5.

17. Hvussu vísir brævið, sum Paulus skrivaði til tey í Kolosse, at tað er neyðugt at blíva við at vera andaliga búgvin?

17 Í brævinum, sum Paulus skrivaði til tey í Kolosse, legði hann aftur dent á týdningin av at verða verandi andaliga búgvin. Tey vóru longu andaliga búgvin, men Paulus bað tey vera varin og ansa eftir, at tey ikki lótu seg lumpa av tankagongdini í heiminum. (Kol. 2:6-10) Og Epafras, sum kendi tey í samkomuni væl, bað støðugt til, at tey skuldu blíva við at vera andaliga búgvin. (Kol. 4:12) Hvat lærir tað okkum? Bæði Paulus og Epafras skiltu, at vit mugu gera okkum ómak og fáa hjálp frá Jehova, viss vit skulu blíva við at vera andaliga búgvin. Tað vildu teir, at tey í Kolosse skuldu vera, líkamikið hvørjar trupulleikar tey fingu.

18. Hvat kann henda, sjálvt um mann er andaliga búgvin? (Hygg eisini at myndini.)

18 Í Hebrearabrævinum ávaraði Paulus um, at ein, sum er andaliga búgvin og ikki ansar eftir, kann missa sítt góða samband við Gud um ævir. Tað kann henda, viss hann ikki vil lurta eftir Jehova og verður so harðhjartaður, at tað ikki longur ber til hjá honum at angra og fáa fyrigeving. Men so galið var tað ikki blivið hjá teimum kristnu í Judea. (Hebr. 6:4-9) Hvussu er tað so í dag við teimum, sum eru blivin óvirkin ella útihýst, men sum seinni angra? Viss tey eru eyðmjúk og angra, vísa tey, at tey eru øðrvísi enn tey, sum Paulus skrivaði um. Men tá ið tey koma aftur til Jehova, mugu tey sjálvandi taka ímóti hjálpini, sum hann gevur. (Ezek. 34:15, 16) Teir elstu biðja kanska ein bróður ella eina systur, sum er andaliga búgvin, hjálpa teimum at fáa sítt góða samband við Jehova aftur.

Jehova hjálpir teimum, sum hava brúk fyri at blíva andaliga sterk aftur (Sí stykki 18)


19. Hvat mugu vit seta okkum fyri?

19 Roynir tú at blíva andaliga búgvin? Tað fert tú heilt sikkurt at klára! Blív við at fáa tær av tí føstu andaligu føðini, og lær teg at hugsa meira og meira sum Jehova. Og viss tú longu ert andaliga búgvin, mást tú gera alt fyri at blíva við at vera tað.

HVUSSU SVARAR TÚ?

  • Hvat ber tað í sær at blíva andaliga búgvin?

  • Hvussu kunnu vit blíva andaliga búgvin?

  • Hví mugu vit ikki blíva for sjálvsikkur?

SANGUR NR. 65 Ger framstig!

a Hebraisku skriftirnar brúka ikki orðini „búgvin“ og „óbúgvin“ um menniskju, men tankin er tó at finna ymsastaðni. Orðtøkini undirstrika til dømis munin á einum, sum er ungur og óroyndur, og einum, sum er vísur og vitigur. – Orðt. 1:4, 5.

b Sí greinina „Tú mást verja teg ímóti villleiðandi upplýsingum“ í greinarøðini „Fleiri evni“ á jw.org og í JW Library®.

c Sí rammuna „Studieprojekt“ í hesum blaðnum.

d MYNDAFRÁGREIÐING: Ein bróðir fylgir bíbilskum meginreglum, tá ið hann velur undirhald.