Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Hvat eiga foreldur at vita um barnaansing?

Hvat eiga foreldur at vita um barnaansing?

 Nógv foreldur velja at senda síni børn, sum eru undir skúlaaldri, á stovn, tí tey sjálvi eru til arbeiðis um dagin. Hevði tað verið gott fyri tíni børn?

 Spurningar at hugsa um

 Fer tað at ávirka sambandið millum teg og barnið? Kanska. Menningin í heilanum hjá børnum gongur skjótt fyri seg tey fyrstu árini og hevur stóran týdning fyri, hvussu barnið fer at hava tað saman við øðrum. Av tí at hesi árini hava so stóran týdning fyri menningina hjá børnum, mást tú royna at vera so nógv sum gjørligt saman við teimum. – 5. Mósebók 6:6, 7.

  •    Foreldur, sum hugsa um at senda sítt barn á stovn, mugu umhugsa, hvussu tey kunnu varðveita eitt tætt samband við barnið.

 Fert tú at hava líka stóra ávirkan á barnið? Kanska. Bókin Hold On to Your Kids sigur: „Jú meira børn undir skúlaaldri eru saman við sínum javnaldrum, jú meira verða tey ávirkað av teimum.“

  •    Foreldur, sum hugsa um at senda sítt barn á stovn, mugu umhugsa, um tey so framvegis fara at hava størstu ávirkanina á barnið.

 Fer tað at vera ein fyrimunur hjá barninum, tá ið tað fer at ganga í skúla? Tað halda summi. Onnur siga, at ein stovnur hevur lítla ella onga ávirkan á menningina hjá barninum. Hvussu er og ikki, so skrivar barnasálarfrøðingurin Penelope Leach soleiðis: „Tað er ikki ’undirvísing’, sum ger, at børn klára seg væl í lívinum, og tað snýr seg heldur ikki um, at tey skulu læra so nógv sum gjørligt ella skulu byrja so tíðliga sum gjørligt. Tí so undirmeta tit týdningin av ’undirvísingini’, sum tit sjálvi hava givið børnunum, frá tí tey blivu fødd.“

  •    Foreldur, sum hugsa um at senda sítt barn á stovn, mugu umhugsa, um tað hevði verið gott fyri barnið, ella um tað yvirhøvur er neyðugt.

 Ber tað til hjá tær ella makanum at ganga heima hjá børnunum? Viðhvørt arbeiða bæði foreldrini, bara tí tey vilja vera væl fyri fíggjarliga. Men er tað tað vert?

  •    Foreldur, sum hugsa um at senda sítt barn á stovn, mugu umhugsa, um tey kunnu minka um útreiðslurnar, so annar av teimum kann vera heima hjá børnunum.

 Tað er umráðandi at hugsa um fyrimunir og vansar, áðrenn tit velja at senda tykkara barn á stovn. Hvat nú um tit koma fram til, at tað riggar best hjá tykkum at senda barnið á stovn?

 Hvat kunnu tit gera?

 Bíblian sigur, at „hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur“. (Orðtøkini 14:15) Tí mugu tit hugsa tykkum væl um, áðrenn tit velja, hvør skal ansa eftir tykkara barni.

 Kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru

  •    Nøkur foreldur velja at lata eina dagrøktarmammu ansa eftir børnunum hjá sær. Ein dagrøktarmamma ansar eftir nøkrum fáum børnum heima hjá sær sjálvari.

  •    Onnur foreldur lata familju ansa eftir børnunum ella hava eina barnagentu, sum kanska enntá býr hjá teimum.

 Fyrimunir og vansar eru við øllum. Hví ikki tosa við onnur foreldur, sum hava tikið av onkrum ansingartilboði? Bíblian sigur: „Vísdómur er hjá teimum, ið taka við ráðum.“ – Orðtøkini 13:10.

 Um tit velja at senda barnið á stovn, er tað gott at hugsa um hesar spurningarnar:

 Hvussu er stovnurin?

  •    Hevur hann gott orð á sær?

  •    Hvussu er við reinføri og trygd?

  •    Verður gjørt nakað fyri at menna børnini kropsliga og sálarliga?

 Hvussu eru starvsfólkini?

  •    Hvørja útbúgving og hvørjar royndir hava tey? Duga øll, sum arbeiða á stovninum, fyrstuhjálp?

  •    Hava starvsfólkini á stovninum gott orð á sær?

  •    Er stór útskifting av starvsfólkum? Um so er, skulu børnini javnan venja seg við at hava nýggj vaksin um seg.

  •    Hvat er lutfallið millum starvsfólk og børn? Um hvørt starvsfólk skal taka sær av nógvum børnum, fær barnið kanska ikki nokk uppmerksemi. Aldur og førleikar hava sjálvandi nakað at siga fyri, hvussu nógv uppmerksemi børn hava brúk fyri.

  •    Er gott samskifti millum starvsfólk og foreldur?