Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Comstock Images/Stockbyte via Getty Images

VER VAKIN!

Hvønn leiðara velur tú?

Hvønn leiðara velur tú?

 Tá ið fólk skulu velja, hvønn leiðara tey vilja hava, er tað ein týðandi avgerð.

 Sigur Bíblian nakað um, hvør er ein góður leiðari?

Allir politikarar hava avmarkingar

 Bíblian vísir á eina avmarking, sum øll menniskju hava, eisini politikarar.

  •   „Setið ikki lít tykkara til høvdingar, til menniskjabarn, sum ikki er ment at hjálpa! Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.“ – Sálmur 146:3, 4.

 Sjálvt teir bestu leiðararnir doyggja fyrr ella seinni. Haraftrat kunnu teir ikki lova, at teirra eftirmenn fara at halda fram at stýra upp á ein góðan máta. – Prædikarin 2:18, 19.

 Faktiskt sigur Bíblian, at tað ongantíð var meiningin, at menniskjuni skuldu ráða yvir hvørjum øðrum.

  •   „Ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!“ – Jeremias 10:23.

 So spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at finna nakran góðan leiðara í dag.

Ein leiðari, sum Gud stuðlar

 Bíblian greiðir frá, at Gud hevur sett ein leiðara, sum er sera dugnaligur og álítandi: Jesus Kristus. (Sálmur 2:6) Jesus er kongur í Guds ríki, sum er ein stjórn, ið ræður úr himli. – Matteus 6:10.

 Fert tú at velja Jesus sum leiðara? Bíblian vísir, hví hesin spurningurin er týðandi:

  •   „Kyssið sonin [Jesus Kristus], fyri at Hann [Gud] skal ikki verða vreiður, og tit ganga til grundar á vegnum! Skjótt tendrast vreiði Hansara! Sæl eru øll tey, ið líta á Hann!“ – Sálmur 2:12.

 Tað er nú, tú skalt taka eina avgerð. Profetiir í Bíbliuni vísa, at Jesus byrjaði at ráða í 1914, og at Guds ríki skjótt fer at koma í staðin fyri allar stjórnir her á jørðini. – Dániel 2:44.

 Viss tú vilt vita meira um, hvussu tú kanst stuðla Jesusi sum leiðara, kanst tú lesa greinina „Støt Guds rige nu!