Far beinleiðis til innihaldið

Hjálpir Gud mær, um eg biði til hansara?

Hjálpir Gud mær, um eg biði til hansara?

Bíblian svarar

 Ja, Gud hjálpir teimum, sum av hjarta biðja um nakað, sum samsvarar við hansara vilja. Um tú ongantíð hevur biðið fyrr, kann tað at lesa um nøkur í Bíbliuni, sum hava biðið Gud um hjálp, geva tær hug at gera tað sama. Til dømis stendur:

  •   „Hjálp mær, HARRI Gud mín, frels meg eftir náði Tíni.“ – Sálmur 109:26.

  •   „Armur og fátækur eri eg; ver skjótur og kom mær til hjálpar, Gud.“ – Sálmur 70:6.

 Tann, sum skrivaði hesi orðini, hevði sjálvsagt sterka trúgv á Gud. Men Gud lurtar eftir øllum, sum biðja til hansara við rætta hugburðinum. Hann lurtar til dømis eftir teimum, sum hava „sundurbrotið hjarta“ ella „sundursoraðan anda“. – Sálmur 34:19.

 Tú skalt ikki vera bangin fyri, at Gud er so fjarur, at hann ikki leggur í tínar trupulleikar. Bíblian sigur: „Tí HARRIN er høgur, men Hann vendir eygað til tann, ið lítið hevur at týða, og hin stolta kennir Hann langan veg.“ (Sálmur 138:6) Jesus segði faktiskt við sínar lærisveinar: „Á tykkum eru enntá øll hárini á høvdinum tald.“ (Matteus 10:30) Gud leggur til merkis alt við tær, eisini tað sum tú ikki sjálvur varnast. Tí kanst tú vera vísur í, at hann lurtar, tá ið tú biður hann hjálpa tær at klára stúranir. – 1. Pætursbræv 5:7.