Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hví skalt tú halda teg burtur frá pornografi?

Hví skalt tú halda teg burtur frá pornografi?

 Klárar tú tað?

 Tá ið tú ert á netinum, kanst tú vænta, at tú fyrr ella seinni kemur fram á okkurt slag av pornografi. Ein 17 ára gomul genta, sum eitur Hayley, sigur: „Nú er tað ikki longur neyðugt at leita eftir pornografiskum tilfari, tí tað leitar eftir tær.“

 Sjálvt tey, sum hava sett sær fyri ikki at hyggja eftir pornografi, kunnu blíva freistað. Ein 18 ára gamal drongur, sum eitur Greg, sigur: „Eg segði við meg sjálvan, at eg ongantíð skuldi hyggja eftir pornografi, men so gjørdi eg tað allíkavæl. Tú kanst ikki siga, at tað aldrin fer at henda hjá tær.“

 Tað er lættari at koma fram á pornografi í dag enn nakrantíð. Og nú tá ið sexting er blivið so vanligt, gera nógvir tannáringar sítt egna pornografiska tilfar og senda tað víðari.

 Niðurstøðan: Tað er nógv verri hjá tær, enn tað var hjá tínum foreldrum, tá ið tey vóru ung. So spurningurin er: Klárar tú at halda teg burtur frá pornografi? – Sálmur 97:10.

 Svarið er ja, viss tú velur at gera tað. Men fyrst mást tú vera sannførdur um, at pornografi er skaðiligt. Her eru nakrar mytur og nøkur fakta um evnið:

 Mytur og fakta

 Myta: Pornografi er ikki skaðiligt.

 Fakta: Tað, sum royking ger við tíni lungu, ger pornografi við tínar tankar. Tað er skaðiligt fyri teg. Tað oyðileggur nakað, sum Gud ætlaði skuldi vera eitt sterkt og varandi band millum tvey fólk. (1. Mósebók 2:24) Við tíðini kann mann enntá blíva líkaglaður við, hvat er rætt og skeivt. Til dømis siga nakrir serfrøðingar, at menn, sum hyggja eftir pornografi, ofta fáa ein kyniskan hugburð til harðskap ímóti kvinnum.

  Bíblian nevnir nøkur fólk, sum ongan moral hava. (Efesusbrævið 4:19) Samvitskan hjá teimum er blivin so kensluleys, at tey ikki longur føla seg illa, tá ið tey gera okkurt skeivt.

 Myta: Pornografi kann læra teg nakað um sex.

 Fakta: Pornografi kann gera, at tú ikki klárar at stýra tínum seksuella hugi og fert at meta fólk sum sexobjekt, sum bara eru til fyri at nøkta tín tørv. Ein kanning vísir, at tað er minni sannlíkt, at tey, sum hyggja eftir pornografi, fáa eitt gott sexlív í hjúnabandinum.

  Bíblian sigur, at vit skulu halda okkum frá seksuellum ómorali, óstýriligum seksuellum hugi og skaðiligum ynskjum – altso frá øllum, sum pornografi stendur fyri. – Kolossebrævið 3:5.

 Myta: Tað eru bara trongskygd fólk, sum ikki hyggja eftir pornografi.

 Fakta: Tey, sum ikki hyggja eftir pornografi, halda at sex er reint og vakurt. Tey meta sex sum eina gávu frá Gudi, sum kann styrkja sambandið millum ein mann og eina konu. Tað er meira sannlíkt, at tey, sum hava hesa áskoðanina á sex, fáa eitt betri sexlív í hjúnabandinum.

  Bíblian tosar opið um sex. Hon sigur til dømis við giftar menn: „Gleð teg í konu ungdóms tíns … ver enn sum áður drukkin av kærleika hennara!“ – Orðtøkini 5:18, 19.

 Hvussu kann mann halda seg burtur frá pornografi?

 Hvat skal mann gera, viss mann heldur, at tað er ringt at lata vera við at hyggja eftir pornografi? Uppgávuarkið „Hvordan man afviser pornografi“ kann hjálpa tær.

 Tað ber til at standa ímóti freistingini at hyggja eftir pornografi. Og viss tú longu ert byrjaður at hyggja eftir pornografi, ber tað eisini til at halda uppat við tí. Tú hevur alt at vinna, viss tú gert tað.

 Calvin byrjaði at hyggja eftir pornografi, tá ið hann var umleið 13 ár. Hann sigur: „Eg visti, at tað var skeivt, men eg kláraði ikki at lata vera. Og tá ið eg hevði hugt, føldi eg meg so illa. At enda fann pápi mín út av tí, og eg má viðganga, at tað var ein lætti. Endiliga fekk eg ta hjálpina, eg hevði brúk fyri.“

 Tað lukkaðist hjá Calvin at halda seg burtur frá pornografi. Hann sigur: „Tað, at eg byrjaði at hyggja eftir pornografi, var eitt stórt mistak, sum eg enn má liva við, tí myndirnar blíva við at poppa upp. Og viðhvørt fái eg hug at hyggja eftir tí aftur. Men so hugsi eg um, hvussu góða framtíð eg kann fáa, viss eg geri tað, sum Jehova dámar.“