Far beinleiðis til innihaldið

Hjálp tínum nærmastu at finna sannleikan

Hjálp tínum nærmastu at finna sannleikan

„FAR heim til tín sjálvs, til tíni egnu, og sig teimum frá stórverkunum, ið Harrin hevur gjørt fyri teg, og at Hann hevur miskunnað tær.“ Tað var helst í býnum Gadara, Jesus segði hetta við ein mann, sum gjarna vildi fylgja honum. Orðini vísa, at Jesus veit, hvussu vit menniskju eru. Tá ið vit hava hoyrt nakað spennandi, hava vit hug at siga familjuni frá tí. – Mark. 5:19.

Tá ið ein blívur Jehova vitni, er tað tí ikki óvanligt, at hann fær hug at siga familjuni frá tí, sum hann hevur lært. Nú kann tað vera, at familjan hevur eina aðra trúgv, ella onga trúgv yvirhøvur. Spurningurin er tí, hvussu vit skulu bera okkum at. Bíblian gevur góð ráð í hesum sambandi.

„VIT HAVA FUNNIÐ MESSIAS“

Í fyrstu øld var Andrias ein av teimum fyrstu, sum skiltu, at Jesus var Messias. Hvørjum fortaldi hann tað so fyrst? Bíblian sigur: „Hann [Andrias] hitti fyrst bróður sín, Símun, og segði við hann: ’Vit hava funnið Messias’ (tað er útlagt: Kristus).“ Andrias tók Pætur við sær til Jesus. Soleiðis hjálpti hann beiggja sínum at blíva lærisveinur hjá Jesusi. – Jóh. 1:35-43.

Umleið seks ár seinni var Pætur staddur í Joppe, tá ið hann fekk boð um at fara norður til Kesarea at vitja ein heryvirmann, sum æt Kornelius. Og hvør var inni hjá Korneliusi, tá ið Pætur og hansara vinir komu? Bíblian sigur frá: „Kornelius bíðaði eftir teimum og hevði kallað skyldfólk sítt og næstu vinir sínar saman.“ Kornelius syrgdi altso fyri, at familjan slapp at hoyra tað, sum Pætur hevði at siga. Nú kundu tey sjálv velja, um tey eisini vildu verða lærisveinar hjá Jesusi. – Áps. 10:22-33.

Hvat kunnu vit læra av tí, sum Andrias og Kornelius gjørdu?

Teir lótu ikki tilvildina ráða. Andrias leiddi beiggja sín, Pætur, til Jesus. Og Kornelius samlaði familjuna heima hjá sær, so øll sluppu at hoyra boðskapin hjá Pæturi. Men hvørki Andrias ella Kornelius legði trýst á síni nærmastu. Teir royndu heldur ikki at lumpa tey til at blíva lærisveinar. Hvat kann tað læra okkum? Kanska sleppur tú at fortelja familjuni eitt sindur um tað, sum tú hevur lært, og kanska hava tey hug at heilsa upp á vinir úr samkomuni. Men tað er gott at virða teirra støðu og ikki noyða tey at broyta meining. Jürgen og Petra úr Týsklandi eru eitt gott dømi um hetta.

Petra kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum, og tá ið ein tíð var liðin, læt hon seg doypa. Maður hennara, Jürgen, var heryvirmaður, og honum dámdi lítið, at konan hevði fingið eina aðra trúgv. Men sum frá leið, gekk tað upp fyri honum, at Jehova vitni læra sannleikan úr Bíbliuni. Hann vígdi sítt lív til Jehova, og í dag er hann elsti í samkomuni. Hvørji ráð hevur hann at geva teimum, sum hava skyldfólk, ið ikki eru Jehova vitni?

Jürgen sigur: „Tað kann gera støðuna verri, viss vit noyða familjuna at lurta. Vit skulu heldur lata eitt lítið orð falla av og á. Eitt annað, sum riggar væl, er, at tey koma at kenna vinir úr samkomuni, sum eru um sama aldur og hava somu áhugamál sum tey. Tað kann geva teimum hug bæði at lurta og at tosa um andalig evni.“

„Tað kann gera støðuna verri, viss vit noyða familjuna at lurta.“ – Jürgen

Tá ið ápostulin Pætur, Kornelius og familja hansara blivu lærisveinar hjá Jesusi, gekk tað skjótt fyri seg. Hjá øðrum tók tað longri tíð.

HVUSSU VAR VIÐ BEIGGJUNUM HJÁ JESUSI?

Fleiri í familjuni hjá Jesusi fingu trúgv á hann, meðan hann var á jørðini. Til dømis ápostlarnir Jákup og Jóhannes, sum allarhelst vóru hansara systkinabørn, og mamma teirra, Saloma, sum so var mostir hansara. Hon kann hava verið ein av teimum nógvu kvinnunum, ið „tæntu teimum [Jesusi og ápostlunum] við tí, sum tær áttu“. – Luk. 8:1-3.

Onnur í familjuni hjá Jesusi vóru ikki so skjót at fáa trúgv á hann. Umleið eitt ár eftir at Jesus var doyptur, hevði ein mannamúgva savnað seg í einum húsum fyri at hoyra hann. Frásøgan sigur: „Táið nú skyldfólk Hansara fingu hetta at hoyra, fóru tey út at fáa fatur á Honum; tí tey søgdu: ’Hann er frá Sær sjálvum!’“ Og tá ið hálvbeiggjar Jesusar nakað seinni ráddu honum til at fara til Judea, svaraði hann teimum ikki beinleiðis. Hví ikki? Bíblian sigur: „Tí heldur ikki brøður Hansara trúðu á Hann.“ – Mark. 3:21; Jóh. 7:5.

Hvat læra vit av Jesusi í hesum sambandi? Hann tók tað ikki illa upp, at nøkur í familjuni søgdu, at hann var í ørviti. Hann bleiv við at hjálpa teimum, eisini eftir at hann var deyður og upprisin. Til dømis vísti hann seg fyri hálvbeiggjanum, Jákupi. Tað hevði allarhelst við sær, at ikki bara Jákup, men eisini hinir hálvbeiggjarnir fingu trúgv á, at Jesus var Messias. Tí vóru teir saman við lærisveinunum, sum savnaðust í Jerusalem á hvítusunnu og fingu heilagan anda. Sum frá leið, fingu bæði Jákup og Judas, ein av hinum hálvbeiggjunum hjá Jesusi, stórar ábyrgdaruppgávur í samkomuni. – Áps. 1:12-14; 2:1-4; 1. Kor. 15:7.

SUMMI HAVA BRÚK FYRI NÓGVARI TÍÐ

„Tú kemur langt við toli, toli og meira toli.“ – Roswitha

Í dag kunnu vit eisini vænta, at tað tekur langa tíð hjá summum í okkara familju at góðtaka boðskapin í Bíbliuni. Roswitha er eitt dømi um hetta. Hon var íðin katolikkur, tá ið maður hennara varð doyptur í 1978. Hon var sannførd í sínari trúgv og hart ímóti, at hann bleiv Jehova vitni. Men tað broyttist, sum árini gingu, og at enda skilti hon, at Jehova vitni læra sannleikan. Tað hevði við sær, at hon bleiv doypt í 2003. Hvat fekk hana at broyta meining? Til dømis tað at maðurin ikki tók tað illa upp, tá ið hon fanst at trúnni hjá honum. Hann gav henni tíð og møguleika at broyta meining. Hvørji ráð gevur hon? Hon sigur: „Tú kemur langt við toli, toli og meira toli.“

Monika varð doypt í 1974, og umleið tíggju ár seinni vórðu báðir synirnir hjá henni eisini doyptir. Sjálvt um maðurin, Hans, ongantíð hevði nakað ímóti tí, bleiv hann ikki sjálvur doyptur fyrr enn í 2006. Hvørji ráð hevur henda familjan at geva øðrum í somu støðu? Tey siga: „Tú mást altíð seta Jehova fremst og ansa eftir ikki at slaka í trúarspurningum.“ Men sjálvandi syrgdu tey fyri, at Hans altíð visti, hvussu góð tey vóru við hann. Tey mistu ongantíð vónina um, at hann eisini einaferð fór at tæna Jehova.

SANNLEIKANS VATN ER LESKANDI

Jesus samanbar sannleikan við vatn, sum gevur ævigt lív. (Jóh. 4:13, 14) Tá ið vit tosa við okkara nærmastu um sannleikan, skulu vit ikki møða tey við at siga for nógv í senn. Føla tey tað, sum tey fáa ein leskandi vatndropa, tá ið vit boða fyri teimum? Ella føla tey, at vit stoyta eina heila spann oman yvir tey? Tað veldst um, hvussu vit bera okkum at. Bíblian sigur: „Hjarta hins rættvísa hugsar, áðrenn tað svarar.“ Og hon sigur eisini: „Hjarta hins vísa ger munn hansara vitigan og leggur meiri og meiri lærdóm á varrar hansara.“ Hvussu kunnu vit brúka hesi ráðini? – Orðt. 15:28; 16:23.

Ein kona hevur uttan iva hug at fortelja manninum, hvat hon trýr upp á. Men tað er altíð gott at hugsa seg um, áðrenn mann tosar. Tað skal helst ikki ljóða, sum hon heldur seg vera betri enn hann. Hon má altíð royna at varðveita friðin. Hon kann spyrja seg sjálva: Nær er hann avslappaður og lættur at tosa við? Hvat dámar honum at tosa ella lesa um? Okkurt vísindaligt, politikk ella kanska ítrótt? Hvussu kann hon geva honum áhuga fyri Bíbliuni og samstundis virða hansara kenslur og meiningar? Tá ið hon gevur sær stundir at hugsa um alt hetta, er størri kjansur fyri einum góðum úrsliti.

Viss tú skalt hjálpa teimum í tíni familju, sum ikki eru Jehova vitni, mást tú gera meira enn bara at fortelja teimum um sannleikan. Tað má eisini síggjast, at tú livir eftir tí, sum tú sigur.

OKKARA ATBURÐUR HEVUR STÓRAN TÝDNING

Jürgen, sum er nevndur fyrr í hesi greinini, greiðir soleiðis frá: „Tað hevur stóran týdning, at vit altíð liva eftir tí, sum Bíblian lærir. Sjálvt um familjan einki sigur, er tað heilt sikkurt, at tey eygleiða okkum.“ Hans, sum bleiv doyptur meira enn 30 ár seinni enn konan, tekur undir við honum. Hann sigur: „Ein góður atburður hevur stóran týdning, tí hann vísir familjuni, at sannleikin hevur broytt okkum.“ Tað skal helst síggjast, at okkara trúgv hevur hjálpt okkum at blíva betri menniskju, sum eru løtt at hava við at gera.

„Ein góður atburður hevur stóran týdning, tí hann vísir familjuni, at sannleikin hevur broytt okkum.“ – Hans

Pætur ápostul hevur góð ráð at geva konum, sum hava ein mann, ið ikki tænir Jehova. Hann segði: „Verið tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at enntá teir, ið ikki vilja akta orðið, kunnu verða vunnir uttan orð, við atferð kona sína – táið teir síggja reina atburð tykkara í ótta! Prýði tykkara veri ikki hitt útvortis, flættur og áhongt gullstás ella klæði, men dulda menniskja hjartans við hinum spakføra og stilla anda – óforgeingiligum prýði, sum er Gudi ógvuliga dýrabart.“ – 1. Pæt. 3:1-4.

Pætur skrivar, at ein maður kann fáa trúgv á Jehova av at síggja tann góða atburðin hjá konuni. Tað hevur ein systir, sum eitur Christa tikið til sín, og hon hevur roynt at liva eftir tí líka síðani, hon varð doypt í 1972. Maður hennara kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum eina tíð, og hann hevur eisini onkuntíð verið á møti, men hann hevur ikki broytt støðu. Honum dámar væl at vera saman við vinunum í samkomuni, og teir virða, at hann hevur sína egnu meining. Hvussu roynir Christa at hjálpa honum?

„Eg havi sett mær fyri, at eg altíð skal gera, sum Jehova sigur. Samstundis royni eg at vinna mannin hjá mær ’uttan orð’ við mínum góða atburði. Eg geri mítt besta fyri at laga meg eftir honum, bara tað ikki fer ímóti tí, sum Bíblian sigur. Í staðin fyri at noyða hann at góðtaka mína trúgv, leggi eg tað yvir á Jehova.“

Dømið við Christu vísir okkum, hvussu stóran týdning tað hevur at vera lagaligur. Hon hevur góðar andaligar vanar, sum hon heldur fast við. Til dømis gongur hon á møti og fer út at boða fyri øðrum. Men hon syrgir eisini fyri at brúka tíð saman við manninum, so hann veit, at hon er góð við hann. Ja, vit mugu øll vera lagalig yvir fyri skyldfólkum, ið ikki tæna Jehova. Bíblian sigur: „Alt hevur stund sína.“ Tað fevnir eisini um stundir at vera saman við teimum í familjuni, sum ikki eru Jehova vitni, serstakliga hjúnafelaganum. Tá ið vit brúka tíð saman, fáa vit møguleika at tosa saman, og tað kann hjálpa hjúnafelaganum til ikki at føla seg einsamallan ella forsømdan. – Præd. 3:1.

MISS IKKI VÓNINA

„Hóast ein í familjuni ikki er samdur við okkum í trúnni, mugu vit vísa, at vit eru góð við hann, og vit mugu biðja fyri honum,“ sigur Holger um pápa sín, sum bleiv doyptur 20 ár seinni enn hini í familjuni. Og Christa sigur, at hon ongantíð fer at sleppa vónini um, at maður hennara einaferð góðtekur sannleikan og blívur eitt Jehova vitni. Vit mugu altíð royna at varðveita tað góða sambandið við tey í familjuni, sum hava eina aðra trúgv, og ikki missa vónina um, at tey einaferð fara at tæna Jehova.

Vit vilja gjarna hava eitt gott samband við tey, sum vit eru í familju við, so vit kunnu hjálpa teimum at læra Jehova at kenna. Tí mugu vit í øllum viðurskiftum ’svara teimum vinaliga og virðiliga’. – 1. Pæt. 3:15, 16, Nýggi Sáttmálin.