Far beinleiðis til innihaldið

Vit mugu hava somu áskoðan á hjúnabandið sum Jehova

Vit mugu hava somu áskoðan á hjúnabandið sum Jehova

’Tað, sum Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.’ – MARK. 10:9.

SANGIR: 131, 132

1, 2. Hvat eiga vit at gera sambært orðunum í Hebrearabrævinum 13:4?

 HELDUR tú, at vit eiga at æra Jehova? Tað heldur tú sikkurt, tí tað hevur hann uppiborið. Og viss vit æra hann, fer hann at æra okkum. (1. Sám. 2:30; Orðt. 3:9; Opinb. 4:11) Jehova vil eisini, at vit skulu æra onnur menniskju, sum til dømis landsins myndugleikar. (Róm. 12:10; 13:7) Men tað er serliga viktigt, at vit æra hvønn annan í hjúnabandinum.

2 Paulus ápostul skrivaði: „Hjúnabandið veri hildið í æru hjá øllum, og hjúnasongin veri ódálkað!“ (Hebr. 13:4) Hetta var ein álvarslig áminning um at seta hjúnabandið høgt og at meta tað sum nakað dýrabart. Er tað soleiðis, tú sært hjúnabandið, og kanska serliga títt egna, viss tú ert giftur?

3. Hvat segði Jesus um hjúnabandið? (Hygg at fyrstu myndini.)

3 Viss tú sært hjúnabandið sum nakað gott og dýrabart, ert tú samdur við Jesus, tí hann hevði stóra virðing fyri hjúnabandinum. Tá ið fariseararnir settu honum ein spurning um hjúnaskilnað, vísti hann til tað, sum Jehova hevði sagt um tað fyrsta hjúnabandið. Hann segði: ’Maðurin skal fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey skulu verða eitt hold.’ Hann legði aftrat: ’Tað, sum Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.’ – Les Markus 10:2-12; 1. Mós. 2:24.

4. Hvat ætlaði Jehova, tá ið hann stovnaði hjúnabandið?

4 Jesus segði altso, at hjúnabandið var frá Jehova, og at tað skuldi vera varandi. Tá ið Jehova stovnaði hjúnabandið, segði hann einki við Ádam og Evu um, at tey seinni kundu fara frá hvørjum øðrum og blíva skild. Nei, hann ætlaði, at hjúnabandið skuldi vera eitt varandi band millum ein mann og eina konu.

FYRIBILS BROYTINGAR

5. Hvørja ávirkan hevur deyðin á hjúnabandið?

5 Vit vita, at nógv broyttist, tá ið Ádam syndaði. Til dømis kom deyðin inn í myndina, og tí kundi hjúnabandið ikki vara ævigt. Paulus forkláraði teimum fyrstu kristnu, at eitt hjúnaband endar, tá ið annar parturin doyr, og at tann hjúnafelagin, sum situr eftir, hevur loyvi at gifta seg aftur. – Róm. 7:1-3.

6. Hvussu vísir Móselógin, at hjúnabandið hevur stóran týdning fyri Jehova?

6 Í lógini, sum Gud gav Ísrael, vóru eisini boð um hjúnabandið. Áðrenn Gud gav Ísrael eina lóg, var tað blivið vanligt, at menn høvdu fleiri konur. Gud loyvdi hesum í eina tíð, men gav teimum lógir fyri at verja konurnar. Viss ein ísraelitiskur maður til dømis gifti seg við eini trælkvinnu og síðani fekk sær eina konu aftrat, skuldi hann framvegis syrgja fyri tí fyrstu konuni. Gud kravdi, at hann bæði vardi hana og hevði umsorgan fyri henni. (2. Mós. 21:9, 10) Sjálvt um vit ikki longur skulu halda Móselógina, lærir hon okkum, at hjúnabandið hevur stóran týdning fyri Jehova. Og tá ið tað hevur týdning fyri hann, má tað eisini hava týdning fyri okkum.

7, 8. (a) Hvat sigur 5. Mósebók 24:1 um hjúnaskilnað? (b) Hvat sigur Jehova um hjúnaskilnað?

7 Hvat segði lógin um hjúnaskilnað? Sjálvt um Jehova altíð hevur sett hjúnabandið høgt, loyvdi lógin hjúnaskilnaði. (Les 5. Mósebók 24:1.) Ein ísraelitiskur maður kundi skilja seg frá konu síni, viss ’hann fann okkurt hjá henni, sum beyð honum ímóti’. Lógin segði einki um, hvat tað kundi verið, men tað má hava verið okkurt álvarsligt ella vanærandi, ikki bara okkurt smávegis. (5. Mós. 23:14) Á Jesusar døgum var tað blivið so galið, at nógvir jødar lótu seg skilja „av eini og hvørji grund“. (Matt. 19:3) Vit hava ikki hug at vera sum teir.

8 Tá ið profeturin Malakias livdi, var tað blivið vanligt, at ein maður skildi seg frá ’ungdómskonu síni’, kanska fyri at gifta seg við eini yngri kvinnu, sum ikki tænti Jehova. Men tað kom týðiligt fram, hvat Jehova helt um tað. Hann segði: „Eg hati hjúnaskilnað.“ (Mal. 2:14-16, Dahl/Viderø) Tað samsvarar væl við tað, sum Bíblian sigur um tað fyrsta hjúnabandið: ’Maðurin [skal] halda seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.’ (1. Mós. 2:24) Jesus hevði somu áskoðan á hjúnabandið sum faðir hansara. Hann segði: ’Tað, sum Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.’ – Matt. 19:6.

TANN EINASTA ORSØKIN TIL AT LATA SEG SKILJA

9. Hvussu skulu vit skilja tað, sum Jesus sigur í Markus 10:11, 12?

9 Onkur hevur kanska hug at spyrja: Kann ein kristin so ongantíð lata seg skilja og gifta seg uppaftur? Jesus segði: „Tann, ið skilst frá konu síni og giftist við aðrari, drívur hor móti henni. Og skilst kona frá manni sínum og giftist við øðrum, drívur hon hor.“ (Mark. 10:11, 12; Luk. 16:18) Tað vísir okkum, at Jesus setti hjúnabandið ógvuliga høgt og vildi hava onnur at gera tað sama. Tann, sum skilur seg, uttan at hjúnafelagin hevur verið ótrúgvur, er framvegis giftur í Guds eygum, tí fyri honum eru tey enn „eitt hold“. Jesus segði eisini, at ein maður, sum skildi seg frá konu síni, uttan at hon hevði verið honum ótrúgv, kundi vera orsøkin til, at hon syndaði. Hvussu tá? Tá í tíðini kundi ein skild kona føla seg noydda at gifta seg uppaftur fyri at fáa til lívsins uppihald. Tað hevði verið tað sama sum, at hon var ótrúgv.

10. Nær kann ein kristin lata seg skilja og gifta seg uppaftur?

10 Jesus greiddi frá tí einastu orsøkini til, at mann kann lata seg skilja. Hann segði: „Tann, ið skilst frá konu síni, táið tað ikki er fyri hor [grikskt porneia], og giftist við aðrari, drívur hor.“ (Matt. 19:9) Hann segði nakað tað sama í fjallaprædikuni. (Matt. 5:31, 32) Í báðum førum tosaði Jesus um „hor“, ella seksuellan ómoral. Tann orðingin fevnir um eina heila røð av seksuellum syndum uttan fyri hjúnabandið: Ótrúskap, prostitutión, sex millum ógift, sex millum samkynd og sex við djórum. Um til dømis ein giftur maður hevur sex uttan fyri hjúnabandið, kann kona hansara avgera, um hon vil skiljast frá honum ella ikki. Skilur hon seg frá honum, er hjúnabandið liðugt í Guds eygum.

11. Hví hevur ein kristin kanska ikki hug at lata seg skilja, sjálvt um hjúnafelagin hevur verið ótrúgvur?

11 Tað er vert at leggja merki til, at Jesus ikki segði, at tann óseki parturin skal lata seg skilja. Til dømis kann ein kona velja ikki at blíva skild, sjálvt um maðurin hevur verið ótrúgvur. Kanska elskar hon hann enn og er villig at fyrigeva honum og at arbeiða upp á at styrkja hjúnabandið saman við honum. Um hon velur at lata seg skilja, kann tað geva henni aðrar avbjóðingar. Kann tað til dømis blíva ringt hjá henni at klára seg fíggjarliga? Fer hon at sakna tað seksuella samlívið? Fer hon at kenna seg einsamalla? Hvussu við børnunum? Verður tað verri at uppala tey í sannleikanum? (1. Kor. 7:14) Tann óseki parturin, sum letur seg skilja, fær uttan iva nógvar avbjóðingar.

12, 13. (a) Hvat hendi í hjúnabandinum hjá Hoseasi? (b) Hví tók Hoseas Gomer aftur, og hvat kann tað læra okkum?

12 Tað, sum hendi við Hoseasi, er áhugavert í hesum sambandi. Gud bað hann gifta seg við einari kvinnu, sum æt Gomer. Hann skuldi fáa sær „horkonu og horubørn“. Gomer „varð við barn og átti [Hoseasi] son“. (Hos. 1:2, 3) Seinni fekk hon eina dóttur og ein son, sum Hoseas helst ikki var pápi at. Sjálvt um Gomer ferð eftir ferð var ótrúgv, bleiv Hoseas verandi hjá henni. At enda rýmdi hon frá honum og bleiv trælkvinna. Men allíkavæl keypti hann hana aftur. (Hos. 3:1, 2) Jehova brúkti Hoseas sum dømi fyri at vísa, hvussu hann sjálvur ferð eftir ferð hevði fyrigivið ísraelsmonnum, sjálvt um teir blivu við at vera ótrúgvir og tilbóðu aðrar gudar. Hvat kann tað læra okkum?

13 Viss mann er giftur við einum, sum vísir seg at vera ótrúgvur, má mann taka eina avgerð. Jesus segði, at tann óseki parturin kann lata seg skilja og gifta seg uppaftur. Hinvegin kann hann ella hon eisini velja at fyrigeva makanum og verða verandi í hjúnabandinum. Tað er ikki skeivt. Hoseas tók Gomer aftur. Tá ið hon kom aftur, kravdi Hoseas, at hon ikki skuldi hava sex við nøkrum øðrum. Og hann hevði heldur ikki sjálvur sex við henni í eina tíð. (Hos. 3:3, Dahl/Viderø) Men sum frá leið, má Hoseas vera farin at hava sex við henni aftur. Tað ímyndaði, at Jehova fyrigav sínum fólki og tók tað aftur. (Hos. 1:11; 3:3-5) Hvat lærir tað okkum í dag? Viss tann óseki parturin í hjúnabandinum aftur fer at hava sex við makanum, vísir tað, at hann ella hon hevur fyrigivið. (1. Kor. 7:3, 5) Og so hava tey ikki longur nakra galdandi grund til at blíva skild. Aftaná mugu tey so bæði tvey gera sítt besta fyri at styrkja hjúnabandið.

VIT MUGU HAVA RØTTU ÁSKOÐANINA Á HJÚNABANDIÐ HÓAST TRUPULLEIKAR

14. Hvat kann henda í einum hjúnabandi sambært 1. Korintbrævi 7:10, 11?

14 Øll kristin mugu royna at hava somu áskoðan á hjúnabandið, sum Jesus og Jehova hava. Men av tí at vit eru ófullkomin, er tað ikki altíð so lætt. (Róm. 7:18-23) Tí eigur tað ikki at undra okkum, at nøkur kristin í fyrstu øld høvdu trupulleikar í hjúnabandinum. Paulus skrivaði, at ein kona ikki mátti fara frá manni sínum. Men onkuntíð hendi tað allíkavæl. – Les 1. Korintbræv 7:10, 11. a

Hvussu kann mann bjarga hjúnabandinum, tá ið trupulleikar stinga seg upp? (Sí stykki 15)

15, 16. (a) Hvat skulu hjún gera, viss tey hava trupulleikar, og hví? (b) Hvat er galdandi, viss annar parturin ikki tænir Jehova?

15 Paulus segði ikki, hví nøkur hjún valdu at fara frá hvørjum øðrum. Men vit vita í hvussu er, at talan ikki var um, at maðurin til dømis hevði verið konu síni ótrúgvur, tí so hevði konan havt rætt til at blíva skild og gifta seg uppaftur. Paulus skrivaði, at ein kona, sum var farin frá manni sínum, skuldi „verða verandi ógift ella koma til sættis við mannin“. Tey vóru altso framvegis gift í Guds eygum. Viss talan ikki var um ótrúskap, bað Paulus tey royna at loysa trupulleikarnar. Eini hjún, sum hava trupulleikar, kunnu fara til teir elstu og biðja teir hjálpa sær. Teir fara at geva teimum góð ráð úr Bíbliuni uttan at halda við nøkrum av pørtunum.

16 Men hvat um bara annar parturin tænir Jehova og trupulleikar stinga seg upp í hjúnabandinum? Kunnu tey so verða sundurlisin? Sum nevnt sigur Bíblian, at ótrúskapur kann vera ein galdandi grund til hjúnaskilnað, men hon nevnir onga orsøk til at lata seg sundurlesa. Paulus skrivaði: „Hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!“ (1. Kor. 7:12, 13) Tað er eisini galdandi í dag.

17, 18. Hví hava nøkur Jehova vitni valt at verða verandi hjá makanum, sjálvt um tey hava stórar trupulleikar í hjúnabandinum?

17 Í onkrum førum vísir ein maður við sínum atburði, at hann ikki „vil búgva saman við“ konu síni. Kanska slær hann hana ella fer so illa við henni, at hon følir, at heilsan hjá henni ella enntá lívið er í vanda. Kanska vil hann ikki forsyrgja henni og børnunum, ella kanska ger hann tað næstan ómøguligt hjá teimum at tæna Jehova. Í summum førum er ein systir komin fram til, at maðurin ikki „vil búgva saman við henni“, sjálvt um hann sigur nakað annað, og at tað er neyðugt at lata seg sundurlesa. Men onnur Jehova vitni, sum eru í eini líknandi støðu, hava valt at verða verandi hjá makanum og royna at loysa trupulleikarnar. Hví?

18 Sjálvt um tey lata seg sundurlesa, eru tey jú framvegis gift og kunnu ikki gifta seg við einum øðrum. Viss tey velja at búgva hvør sær, fáa tey ymiskar avbjóðingar at dragast við, sum longu nevnt. Ápostulin Paulus nevndi eisini eina aðra orsøk til at verða verandi saman. Hann skrivaði: „Hin vantrúgvandi maðurin er halgaður við konuni, og hin vantrúgvandi konan er halgað við manninum; annars vóru jú børn tykkara órein, men nú eru tey heiløg.“ (1. Kor. 7:14) Nógv Jehova vitni, sum hava valt at verða verandi hjá makanum, sjálvt um tað hevur verið ógvuliga ringt, siga, at tað virkuliga hevur lønt seg, tí makin seinni er farin at tæna Jehova. – Les 1. Korintbræv 7:16; 1. Pæt. 3:1, 2.

19. Hví eru so nógv lukkulig hjún millum Jehova vitni?

19 Jesus tosaði um hjúnaskilnað, og Paulus gav vegleiðing um sundurlesing. Báðir vildu hava Guds tænarar at seta hjúnabandið høgt. Í samkomunum hjá Jehova vitnum kring heimin eru milliónir lukkuliga gift. Í tíni egnu samkomu eru sikkurt eisini fleiri dømi um tað – trúgvir brøður, sum elska konu sína, og trúgvar systrar, sum elska mannin hjá sær. Ja, hesi hjúnini vísa, at tað ber til at hava tað gott saman í hjúnabandinum, viss mann fylgir tí, sum Gud sigur: ’Maðurin skal fara frá faðir og móður og halda seg til konu sína, og tey bæði skulu verða eitt hold.’ – Ef. 5:31, 33.

a Tað grikska orðið, sum í føroysku Bíbliuni verður umsett við „skiljast“, merkir at „fara frá“.