Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tá alt er blivið nýtt

Tá alt er blivið nýtt

Tak niður:

  1. 1. Kom í huganum við mær ein túr.

    Tú sært børn har á bønum í sólini

    spæla sorgleys og glað.

    Nú kom heimurin, vit hava droymt um.

    Tey, sum búgva her, elska Guds orð,

    av tí ónda, sum var, eru eingi spor.

    So leingi mánin er til,

    skal djúpur friður vera sum lovað.

    Gud, ið góður er,

    letur son sín ráða her,

    og alt skal gerast nýtt.

    (NIÐURLAG)

    Vónin er føst, hon er trygg,

    akker í illveðursnáttini.

    Vónin er ljósið, ið røkkur so vítt,

    at tú sært teg sjálvan har,

    tá alt er blivið nýtt.

  2. 2. Hugsa nú um eitt stað og um hús

    millum grasgrønar líðir og glitrandi vøtn.

    Her er heimið hjá tær.

    Hoyr, ein rødd er her, sum tú kennir,

    og eitt smíl, sum er tær kært.

    Tann, tú misti, er nú aftur her,

    rættir armarnar fram.

    Tit flenna glað ímillum tárini.

    Sjálvt ei deyðin kann

    drepa kærleikan,

    tá alt er blivið nýtt.

    (NIÐURLAG)

    Vónin er føst, hon er trygg,

    akker í illveðursnáttini.

    Vónin er ljósið, ið røkkur so vítt,

    at tú sært teg sjálvan har,

    tá alt er blivið nýtt.

    (BRÚGV)

    Og tað, sum Gud hevur sagt,

    stendur fast og kann prógva Guds makt.

    Hann gevur skjótt tær og mær

    alt gott, sum hjartað tá kann ynskja sær.

    (NIÐURLAG)

    Vónin er føst, hon er trygg,

    akker í illveðursnáttini.

    Vónin er ljósið, ið røkkur so vítt,

    at tú sært teg sjálvan har,

    tá alt er blivið nýtt,

    alt er blivið nýtt,

    alt er blivið nýtt,

    alt er blivið nýtt.