Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | HJÚNABAND

Hvussu tryggja tit tykkum, at tøkni ikki fær ov stóran týdning?

Hvussu tryggja tit tykkum, at tøkni ikki fær ov stóran týdning?

 Tøkni, eitt nú telefonin, a kann antin styrkja ella skaða eitt hjúnaband. Hvussu er støðan hjá tykkum?

 Hvat skalt tú vita?

  •   Tað kann styrkja hjúnabandið, um mann brúkar telefonina við skili. Nøkur hjún velja til dømis at skriva ella ringja til hvørt annað gjøgnum dagin.

     „Eitt lítið sms, har tað stendur ’Eg elski teg’ ella ’Eg hugsi um teg,’ kann gera, at mann sum hjún verður tættari knýttur at hvørjum øðrum.“ – Jonathan.

  •   Brúka vit ikki telefonina rætt, kann hon skaða hjúnabandið. Til dømis sita summi við telefonini alla somlu tíðina, og tað gongur út yvir tíðina, tey annars kundu brúkt saman við hjúnafelaganum.

     „Eg eri vís í, at maður mín viðhvørt hevði havt betri hug at tosa við meg, um eg ikki hevði sitið við nøsini niðri í telefonini.“ – Julissa.

  •   Summi siga, at tað ber væl til at tosa við hjúnafelagan og samstundis vera upptikin av telefonini. Men sambært samfelagsfrøðinginum, Sherry Turkle, er hetta „mytan um at multitaska“. Nøkur halda, at tey eru dugnalig, um tey klára at gera fleiri ting í senn, men so er ikki. Hon sigur víðari, at „jú fleiri ting vit gera í senn, verri verður úrslitið“. b

     „Mær dámar væl at tosa við mannin hjá mær, men ikki tá ið hann multitaskar. Tí tá føli eg, at hann heldur bara vil sita við telefonini í frið.“ – Sarah.

 Niðurstøðan: Tøkni kann antin skaða ella styrkja títt hjúnaband.

 Hvat kanst tú gera?

 Raðfest rætt. Bíblian sigur, at vit skulu „velja tað rætta“. (Filippibrævið 1:10, Nýggi Sáttmálin) Spyr teg sjálvan: ’Brúka eg og hjúnafelagin tíð upp á okkara telefonir, sum vit annars kundu brúkt saman?’

 „Tað er syrgiligt at síggja ein mann og eina konu, sum stara niður í hvør sína telefon, tá ið tey sita á eini matstovu og eta. Vit vilja ikki vera so upptikin av okkara telefonum, at vit gloyma tað, sum hevur størstan týdning – okkara hjúnaband.“ – Matthew.

 Set mørk. Bíblian sigur, at vit skulu vera vís og ansa væl eftir, hvussu vit brúka okkara tíð. (Efesusbrævið 5:15, 16) Spyr teg sjálvan: ’Kundi eg sett eina ávísa tíð av til at lesa og svara boðum, sum ikki eru átrokandi, í staðin fyri at svara teimum beinanvegin?’

 „Eg haldi, at tað riggar væl at seta telefonina á ljóðleyst og so svara, tá ið tað liggur betur fyri. Tað er sjáldan alneyðugt at svara telefonini, einum sms-boði ella einum telduposti beinanvegin.“ – Jonathan.

 Tak ikki arbeiðið við tær heim. Bíblian sigur: „Alt hevur stund sína.“ (Prædikarin 3:1) Set tær sjálvum hesar spurningar: ’Er mín telefon orsøk til, at mítt arbeiði órógvar familjulívið? Um so er, hvussu ávirkar tað so mítt hjúnaband? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

 „Tøkni ger tað møguligt at arbeiða allastaðni og alla tíðina. Tá ið eg og konan gera okkurt saman, geri eg alt, eg kann, fyri ikki at kekka telefonina aðruhvørja løtu og orðna nakað, sum hevur við arbeiði at gera.“ – Matthew.

 Tosa við hjúnafelagan um, hvussu tit brúka tykkara telefonir. Bíblian sigur: „Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ (1. Korintbræv 10:24) Tosa við hjúnafelagan um, hvussu tit brúka tykkara telefonir, og um tit skulu broyta nakað. Ramman Spurningar at tosa um í hesi greinini kann hjálpa tykkum á glið.

 „Maður mín og eg tosa opið saman, og um vit halda, at annað av okkum brúkar telefonina ov nógv, so siga vit tað. Vit vita bæði, at hetta kann vera ein trupulleiki, og tí hugsa vit nógv um, hvat hin heldur.“ – Danielle.

 Niðurstøðan: Syrg fyri, at tað er tú, sum stýrir telefonini, og ikki øvut.

a Í hesi greinini tosa vit um telefonir, men meginreglurnar eru galdandi fyri øll sløg av tóleindum.

b Úr bókini Reclaiming Conversation – The Power of Talk in a Digital Age.