Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | HJÚNABAND

Hvussu verður tú meira tolin?

Hvussu verður tú meira tolin?

 „Tað er ein daglig avbjóðing hjá teimum, sum eru gift, at hava tol við hvørjum øðrum. Tá ið mann er stakur, virkar tað kanska ikki til at hava so stóran týdning at vera tolin, men í hjúnabandinum er tað alneyðugt.“ – John.

 Hví mást tú vera tolin?

  •   Hjúnabandið avdúkar feilir

     „Tá ið tú hevur verið giftur í eina tíð, er tað lætt at fokusera upp á tað, sum ikki er so gott hjá makanum. Og so kann mann lætt missa tolið.“ – Jessena.

  •   Um tú ert ótolin, tosar tú kanska, áðrenn tú hugsar

     „Eg eri so skjót at siga mína meining, at eg ofta komi at siga nakað, sum eg ikki skuldi sagt. Hevði eg verið meira tolin, hevði eg hugsað meg um. Og so hevði eg vitað, um tað yvirhøvur var neyðugt at siga nakað.“ – Carmen.

     Í Bíbliuni stendur: „Kærleikin er tolin, hann er mildur.“ (1. Korintbræv 13:4, Nýggi Sáttmálin) Tað skuldi verið natúrligt, at tvey, sum elska hvørt annað, vístu hvørjum øðrum tol. Men soleiðis er tað ikki altíð. „Tað er sum við øllum øðrum góðum eginleikum, tað krevur virkuliga nakað at blíva meira tolin,“ sigur John, sum er nevndur fyrr í greinini.

 Hvussu kanst tú vísa tol?

  •   Tá ið okkurt óvæntað hendir

     Dømi: Hjúnafelagin sigur okkurt særandi við teg. Tú fært beinanvegin hug at svara honum aftur.

     Meginregla í Bíbliuni: „Ver ikki snarur í sinninum at verða illur, tí illsinni býr í dárabrósti!“ – Prædikarin 7:9.

     Hvat kanst tú gera? Steðga á, áðrenn tú svarar. Kanska ætlaði hjúnafelagin slett ikki at særa teg. Í bókini Fighting for Your Marriage stendur: „Tey flestu av okkum hugsa meira um tað, sum vit halda, at viðkomandi segði, enn um tað sum hann í veruleikanum meinti.“

     Sjálvt um hjúnafelagin ætlaði at provokera teg, kann tað, at tú ert tolin og ikki svarar aftur, gera støðuna betri, heldur enn verri. Bíblian sigur: „Táið einki brenni er eftir, kólnar eldurin út.“ – Orðtøkini 26:20.

     „Um tú fert at hugsa um konu tína sum ein fígginda, mást tú beinanvegin steðga á og hugsa um, hví tú elskar hana og so royna at gera nakað fyri at gleða hana.“ – Ethan.

     Hugsa um hetta:

    •  Hvat gert tú, tá ið hjúnafelagin sigur ella ger okkurt, sum særir teg?

    •  Hvussu kanst tú vera meira tolin, næstu ferð tað hendir?

  •   Tá ið hjúnafelagin ferð eftir ferð ger okkurt, sum irriterar teg

     Dømi: Hjúnafelagin er seinur sum altíð, og tú mást bíða. Tú verður meira og meira irriteraður.

     Meginregla í Bíbliuni: „Umberið hvørt annað, og fyrigevið hvørt øðrum.“ – Kolossebrævið 3:13.

     Hvat kanst tú gera? Hugsa meira um, hvat er gott fyri tykkara parlag, enn um, hvat er gott fyri teg. Spyr teg sjálvan: ’Verður okkara hjúnaband betri ella verri, um eg øsi meg um tað?’ Tað er eisini gott at minnast til, at ’vit øll snáva í mongum’. (Jákupsbrævið 3:2) Tað merkir, at tú eisini hevur okkurt at arbeiða upp á.

     „Onkuntíð havi eg meira tol við vinfólkum enn við manninum. Eg haldi, at tað er tí, at eg og maðurin eru meira saman, og tí síggi eg lættari hansara feilir. Men um eg eri tolin, vísi eg, at eg elski og virði hann, og tí hevur tol alt at siga fyri hjúnabandið.“ – Nia.

     Hugsa um hetta:

    •  Hvussu tolin ert tú við hjúnafelagan hjá tær?

    •  Hvussu kanst tú vera meira tolin í framtíðini?