GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR
Børn og sosialir miðlar – 2. partur: Hvussu kann eg læra mínar tannáringar at brúka sosialar miðlar við skili?
Nógv foreldur vilja ikki lata børnini brúka sosialar miðlar, tí tey hugsa um vandarnar, sum kunnu vera við tí. Men viss børnini hjá tær eru blivin tannáringar, og tú letur tey sleppa at vera á sosialu miðlunum, hvussu kanst tú so hjálpa teimum at stýra uttan um vandarnar og læra tey at brúka netið við skili?
Í hesi greinini:
Raðfestingar
Hvat skalt tú vita? Av tí at mann kann blíva bundin av sosialu miðlunum, hava tannáringabørnini hjá tær sikkurt brúk fyri tínari hjálp til at stýra tíðini, tey brúka á netinum.
Meginregla í Bíbliuni: Vit mugu „døma um, hvat beinast er“. – Filippibrævið 1:10.
Hugsa um hetta: Eru børnini hjá tær á sosialu miðlunum, tá ið tey áttu at sovið, gjørt skúlating ella verið saman við familjuni? Kanningar vísa, at tannáringar hava brúk fyri at sova umleið níggju tímar hvørja nátt. Men tey, sum brúka fleiri tímar um dagin á sosialu miðlunum, sova sum oftast minni enn sjey tímar um náttina.
Hvat kanst tú gera? Tú mást tosa við sonin ella dóttrina um, hvussu mann kann raðfesta rætt og ikki brúka for nógva tíð á sosialu miðlunum. Tað er gott at áseta rímiligar reglur, sum til dømis at telefonin ikki má vera á kamarinum um náttina. Royn at hjálpa soninum ella dóttrini at menna sjálvstamarhald. Tað er ein eginleiki, sum hann ella hon fær brúk fyri seinni í lívinum. – 1. Korintbræv 9:25.
Sálarheilsa
Hvat skalt tú vita? Tá ið ung sita og hyggja at redigeraðum selfies og at myndum, sum bara vísa tað stuttliga, sum vinirnir gera, kunnu tey lætt blíva kedd og føla seg uttanfyri.
Meginregla í Bíbliuni: „Leggið tí av … alla øvund.“ – 1. Pætursbræv 2:1.
Hugsa um hetta: Fáa sosialir miðlar sonin ella dóttrina hjá tær at samanbera sína útsjónd ella sín kropp við onnur? Følir tannáringurin hjá tær, at øll onnur hava eitt spennandi lív, og at hann ella hon hevur eitt keðiligt lív?
Hvat kanst tú gera? Tú mást tosa við sonin ella dóttrina um vandan við at samanbera seg við onnur. Hugsa um, at sovorðið ofta ávirkar gentur meira enn dreingir, tí gentur ganga vanliga meira upp í vinaløg og útsjónd enn dreingir. Kanska tú kanst skjóta upp, at tannáringurin hjá tær heldur eina pausu frá sosialu miðlunum. Ein ungur maður, sum eitur Jacob, sigur: „Eg slettaði nakrar appir fyri at koma burtur frá sosialu miðlunum í eina tíð. Tað hjálpti mær at raðfesta tíðina betur og at fáa eina meira realistiska mynd av mær sjálvum og øðrum.“
Atburður á netinum
Hvat skalt tú vita? Tá ið mann er á sosialu miðlunum, er tað sum at liva sítt lív á einum skermi, har øll síggja, hvat mann ger. Misskiljingar og konfliktir kunnu lætt stinga seg upp.
Meginregla í Bíbliuni: „Allur beiskleiki, alt illsinni, øll vreiði, allur gangur og øll háðan veri langt frá tykkum … Verið … góð hvørt við annað.“ – Efesusbrævið 4:31, 32.
Hugsa um hetta: Hava sosialir miðlar gjørt, at tannáringurin hjá tær er byrjaður at slatra og tosa ljótt ella lætt kemur í konfliktir við onnur?
Hvat kanst tú gera? Tú mást læra tíni børn at vera fólkalig og uppføra seg pent á netinum. Í bókini Digital Kids stendur: „Vit sum foreldur eiga at læra okkara børn, at tað ongantíð er í lagi at vera óreinur – hvørki á netinum ella í veruliga lívinum.“
Tað er gott at minnast til, at mann ikki endiliga skal vera á sosialu miðlunum, og at tað ikki eru øll foreldur, sum lova sínum tannáringum at brúka teir. Viss tú lovar tínum tannáringabørnum at brúka sosialu miðlarnar, mást tú tryggja tær, at tey eru so búgvin, at tey ikki brúka for nógva tíð upp á tað, at tey duga at fáa og halda fast við vinir í veruliga lívinum, og at tey klára at avvísa óhóskandi innihald.