Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | AT VERA FORELDUR

Børn og sosialir miðlar – 1. partur: Skulu børnini hjá mær sleppa at brúka sosialar miðlar?

Børn og sosialir miðlar – 1. partur: Skulu børnini hjá mær sleppa at brúka sosialar miðlar?

 Í einari kanning, sum var gjørd millum tannáringar, svaraðu 97 prosent, at tey brúka sosialar miðlar. Hava børnini hjá tær eisini hug at fylgja tí rákinum? Um so er, eru nøkur ting, tú mást hava í huga.

Í hesi greinini:

 Tíðin

 Á heimasíðuni HelpGuide stendur: „Sosialir miðlar eru gjørdir til at fanga okkara uppmerksemi, at fáa okkum at verða verandi á netinum og at fáa okkum at blíva við at kekka, um nakað nýtt er hent.“

 „Tá ið eg siti og skrolli á netinum, flýgur tíðin avstað, og knappliga havi eg sitið í fleiri tímar. Viðhvørt er tað bara so ringt at leggja telefonina frá sær og gera okkurt meira fornuftigt.“ – Lynne, 20.

 Spyr teg sjálvan: Klára børnini hjá mær at halda seg til tíðirnar, sum eg havi ásett í sambandi við sosialar miðlar? Eru tey so búgvin, at tey sjálvi klára at seta tíðaravmarkingar og fylgja teimum?

 Meginregla í Bíbliuni: „Aktið tí væl eftir, hvussu tit liva, ikki sum óvís, men sum vís, og keypið hina lagaligu tíð.“ – Efesusbrævið 5:15, 16.

Viss tú lovar dóttur tíni at brúka sosialar miðlar uttan nakrar leiðreglur, er tað sum at lova henni at ríða uttan nakra venjing.

 Vinir

 Sjálv orðingin „sosialir miðlar“ kann fáa summi at halda, at tey, sum brúka teir, hava nógvar vinir. Men hesi vinaløgini eru ofta ikki so djúp.

 „Eg havi lagt merki til, at nógv ung halda, at viss tey fáa nógv likes ella nógvar fylgjarar, so merkir tað, at onnur dáma tey. Og tað halda tey, sjálvt um tey ikki ordiliga kenna fólkini.“ – Patricia, 17.

 Spyr teg sjálvan: Eru børnini hjá mær so búgvin, at tey vita, at tað ikki er so viktigt at fáa nógvar fylgjarar og nógv likes? Er tað lætt hjá teimum at fáa vinir í veruliga lívinum?

 Meginregla í Bíbliuni: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

 Sálarheilsa

 Granskarar hava funnið út av, at tey, sum brúka sosialu miðlarnar for nógv, ofta føla seg einsamøll, stúra og enntá kunnu fáa tunglyndi.

 „Eg verði kedd, tá ið eg síggi myndir av, at vinirnir hjá mær gera okkurt stuttligt saman, uttan at eg eri við.“ – Serena, 19.

 Spyr teg sjálvan: Eru børnini hjá mær so búgvin, at tey ikki blíva sjálvsøkin, kappingarhugað ella alt for ávirkað av, hvat onnur gera á sosialu miðlunum?

 Meginregla í Bíbliuni: „Latið okkum ikki tráa eftir tómari æru, so vit eggja hvør annan og øvunda hvør annan!“ – Galatiabrævið 5:26.

 Atburður á netinum

 Tá ið mann brúkar sosialar miðlar, kann mann lætt rena seg í happing, sexting ella pornografi. Og sjálvt um børnini hjá tær ikki uppsøkja tað, kann tað eisini henda hjá teimum.

 „Eg havi lagt merki til, at nógv á sosialu miðlunum, sum virkar óskyldigt, skjótt kann broytast til nakað negativt. Har er ofta ljótt mál og óhóskandi tónleikur.“ – Linda, 23.

 Spyr teg sjálvan: Eru børnini hjá mær so búgvin, at tey duga at brúka internetið upp á ein góðan máta? Klára tey at hyggja burtur, tá ið okkurt óhóskandi poppar upp?

 Meginregla í Bíbliuni: „Siðloysi og øll óreinska og havisjúka má ikki so mikið sum nevnast millum tykkara, … ei heldur skammleysur atburður, dáratala og ótilhoyriligt skemt.“ – Efesusbrævið 5:3, 4.

 Er tað neyðugt at brúka sosialar miðlar?

 Tað er ikki lívsneyðugt at vera á sosialu miðlunum, og tað ber væl til at hava eitt gott lív uttan. Nógv ung hava tað fínt við ikki at vera á sosialu miðlunum. Og nøkur, sum hava havt ein vanga, hava valt at slettað hann.

 „Tá ið eg sá, hvussu negativt tað ávirkaði systur mína at vera á sosialu miðlunum, slettaði eg vangan hjá mær. Eg eri nógv glaðari nú og føli, eg fái nógv meira burtur úr lívinum.“ – Nathan, 17.

 Niðurstøðan: Áðrenn tú lovar børnunum hjá tær at brúka sosialar miðlar, mást tú tryggja tær, at tey duga at halda seg til tíðaravmarkingar, at fáa vinir í veruliga lívinum og at halda seg frá óhóskandi tilfari.

 Meginregla í Bíbliuni: „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – Orðtøkini 14:15.